fríggjadagur 25. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 99 - 25. mai 2007
Á samkomu í býráðshøllini
í Klaksvík í morgun varð
fyrsta Íverksetarahúsið
í Føroyum alment tikið í
nýtslu.
Undir framløguni greiddi
Rani Nolsøe, leiðari í
Íverksetarahúsinum frá
gongdini higartil. Hann
vísti á, at higartil hava tey
havt samband við slakar 30
áhugaðar íverksetarar.
Íverksetarahús
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: – Fleiri teirra hava
leingi ligið inni við góðum hug
skotum. Spurningur teirra hevur
verið, hvar tey skuldu venda sær
fyri at fáa góða ráð víðari.
– Íverksetarahúsið í Klaksvík
er rætta staðið fyri hesi fólkini.
Tey verða ikki víst á dyr, men vit
kunnu tvørturímóti hjálpa teimum
at lata dyr upp, soleiðis at tey av
álvara sleppa til verka, sigur Rani
Nolsøe.
Í umhvørvinum í Íverksetara
húsinum fáa nøkur týðandi amboð
og góð ráð, samstundis sum ein
kemur at vera saman við øðrum
fólkum við sama áhuga.
Trý netverk eru virkin í Íverk
setarahúsinum, sum nú er sett
alment á stovn.
Eftir at hugskotið um íverksetan
og eitt íverksetarahús í Klaksvík
kom, hevur nógv orðaskifti verið
millum vinnulívsfólk, Menningar
deildina hjá kommununi og Vinnu
lívsráðið í Klaksvík.
Hetta er nú endað við, at Klaks
víkar kommuna setur hetta íverk
setarahúsið á stovn. Virksemið
byrjaði við eini verkætlan í sam
starvi við Birc Estate í Herning,
og verkætlanin fór av bakkastokki
15. januar á einum íverksetara
kvøldi
í
mentanarhúsinum
Atlantis.
Síðani tá hava tvey fullteknað
skeið í íverksetan verið hildin.
Um somu tíð hava slakir 30 íverk
setarar leitað sær ráðgeving her.
Trý íverksetaranetverk eru í
løtuni virkin í húsinum. Fleiri
verkætlanir fara væntandi í gongd
í næstum, og so skjótt sum hølini
verða tøk, fara íverksetarar at
kunna leiga høli her.
Rætta hurðin til íverksetarar
Rani Nolsøe, leiðari greiðir her frá íverksetarahúsinum í Klaksvík, har
føroyskar íverksetarar skulu fáa góð amboð at arbeiða víðari við. - Neyðugt
er at komandi íverksetarar vita, hvørja hurð teir skulu venda sær til. Hjá
okkum er eingin skeiv hurð, sigur hann
Mynd: Jens Kr. Vang
Eftir Tinghúsvegnum
Í sambandi við Mentanarnáttina 1. juni skipar
Kunningarstovan í Havn fyri einum gongutúri oman eftir
Tinghúsvegnum, sum er ein av teimum gomlu gøtunum í
Havn og er úr Gundadali oman á Vaglið. Kunningarstovan
sigur, at nógv er broytt fram við Tinghúsvegin upp
ígjøgnum árini, og á túrinum er ætlanin at taka tað gamla
framaftur. Tey, sum hava hug at ganga oman eftir
vegnum, skulu møta uppi hjá BugluJensen kl. 19.15.
Ovbyrjaðir prestar
Føroyskir prestar eru ovbyrjaðir og kenna seg strongdar,
sigur formaðurin í føroyska prestafelagnum, Jákup
Reinert Hansen, við Útvarpið. Hann vísir á, at fleiri
prestar eru farnir í farloyvi í seinastuni, og at avloysarar
ikki eru settir enn. Tað ger, at hinir prestarnir hava ov
nógv at gera. Heri Joensen, prestur í Suðurstreymoy, sigur
við Útvarpið, at teir áttu at verið fýra prestar í vestara
prestagjhaldi. Hann er einsamallur í løtuni.
Alt ov nógv álvarsom
ferðsluóhapp henda
eftir tí 10 km. langa
Kaldbaksvegnum.
Men nú er nóg mikið:
Ein royndarverkætlan
um at tryggja ferðsl
una munandi byrjar
longu í komandi viku
Ferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Landsverk: Hvønn einasta
dag koyra millum 5000 og
8000 bilar eftir Kaldbaks
vegnum.
Vegurin er væl úr hondum
greiddur, men tað vísir seg
kortini, at hetta er eitt av
teimum
vegastrekkjunum
har tað henda sera nógv
ferðsluóhapp.
Í eina tíð hevur verið
arbeitt við eini ætlan um,
hvussu ein kann gera hetta
vegastrekkið tryggari. Nú
verður farið til verka við
ymiskum broytingum fyri
somuleiðis at tálma skjótu
ferðsluni.
Í fyrsta lagi verður talan
um eina nógv betri uppmerk
ing at leiða ferðsluna við. Í
øðrum lagi verður yvirhál
ing ikki loyvd á fleiri longri
strekkjum.
Nú verður á fyrsta sinni
roynt at gera sonevndar
rumlistrípur eftir øllum veg
num, bæði við vegjaðaran
og eftir miðjuni av vegnum.
Alt hetta verður gjørt fyri at
forða ferðsluóhappum og
vanlukkum á vegnum.
Eydnast hetta væl, er
ikki óhugsandi at vit gera
eina
líknandi
verkætlan
onkra
aðrastaðni,
sigur
Oyvindur Brimnes, stjóri á
Landsverki.
Fyrrapartin varð henda
royndarverkætlan
løgd
fram. Hon verður sett í verk
longu í komandi viku og
verður liðug í summar.
Kostnaðurin er mettur til
300.000 kr. Men hesin pen
ingurin er væl givin út, tá
hugsað verður um enda
málið, sum er at minka um
talið av óhappum mest
møguligt.
Broyta atferð
Arbeitt hevur verið við
hesum verkætlanini í eina
tíð. Hetta er alt gjørt í sam
starvi við allar myndugleik
ar, sum hava við ferðslu og
trygd at gera.
Serligar broytingar verða
gjørdar við tey mongu vega
mótini, til dømis til Kald
bak,
Sandvíkahjalla
og
Hvítanes.
Hin stóri spurningurin er,
hvussu hetta fer at ávirka
bilførararnir: – Er nøkur
trygd fyri, at teir fara at
fylgja øllum hesum nýggju
ásetingunum?
Tað ætla vit, at teir fara
at gera, sigur Høgni í Stóru
stovu, formaður í nevndini
fyri Ferðslutrygd um hetta
nýggja frambrotið í før
oysku vegasøguni.
– Neyðugt er at bilførar
arnir snøgt sagt fara at
broyta atferð!
Teir, ið hava lagt vegin
hava gjørt sítt arbeiði, men
nú er upp til tann einstaka
bilføraran at fylgja teimum
nýggju merkingunum, sum
verða settar fram við veg
num.
– Bilførararnir mugu ger
ast bevístir um ferslutrygd
ina, og at teir tí vilja taka
ímóti boðskapinum, sum er
givin teimum, sigur Høgni.
Víst verður á, at koyrir
ein við 80 km. ferð um tím
an, tekur tað bert 7 ½ minutt
at koyra úr Kaldbakstunli
num og suður til fyrstu
rundkoyringina. Koyrir ein
hinvegin 90 sparir ein bert
50 sekund.
Hinvegin kenna mong til
trupulleikan, at ein bilur
koyrir seint frammanfyri.
Koyrir hesin 70 km. um tím
an, so missir ein bert 64
sekund!
Meiri nágreiniligt verður
sagt frá ætlanini í einum
seinni blaði.
Kaldbaksvegurin skal
gerast munandi tryggari
Kaldbaksvegurin skal gerst tryggari. Í fleiri støðum verður ikki loyvt at yvirhála í rættiliga
longum strekkjum. – Flestu óhappini henda, tá bilar møtast, við vegamót, í hálku ella um seyður
er á vegnum, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini hjá Landsverki
Mynd: Jens Kr. Vang