Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007 Vikuskifti 9 skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Gekk við rúkandi ferð Heimsins best kenda seglskip, Cutty Sark, varð bygt í Skotlandi tann 23. mars 1860. Útvarpið Hvønn meina tey við? »Trupli næmingurin í Miðlahúsinum.« Lýsing í Sosialinum Tað ljóðar ólekkurt Seinasta kostkanning í Danmark vísti, at danir bert eta helvtina av teimum eplum, sum teir ótu fyri 50 árum síðani. Vikublaðið Er tað lov? Jákup gjørdi púra rætt og minkaði málið við at koma út ímóti. Dimmalætting Verja í síðuni Uppá tað aðru síðuna hevur Liverpool betri verju. Ítróttarpanelið í Útvarpinum Lúrari til fótbólt Hóast sensatiónin eina løtu lúrdi í Streymnesi… Sosialurin Men gevst so... »...vil Súni undir øllum umstøðum ikki gevast« Dimmalætting Regin Vágadal á landsliðið? Jógvan Martin Olsen fyri fyrstu ferð við sterkastu manningini Útvarpið Úr klæðunum, takk Skalt tú við Smyrli til Suðuroyar – ella kanska við Norrønu av landinum – so er tað ikki hissini skelti, ið tú skalt ganga fram við á Farstøðini í Havn. Ætlanin er helst, at tað skal standa “Bert ferðafólk” á skeltinum við trappurnar, har ferðafólkini skulu fyri at sleppa umborð á skipini, men onkur hevur tikið ein bókstav burtur, so at skeltið leggur upp til nakað heilt annað – spurningurin er bara, um fólk taka skelti í álvara... Hvat práta teir um? Tað er ikki altíð, at djór sita so væl um sátt. Hvør av øðrum liva má, verður ofta sagt, og tað er ikki óvanligt, at viðurskiftini millum hund og seyð eru eitt sindur spent við hvørt. Men her er eitt dømi um, at tað eisini kann vera tann beri idyllur, tá ið ymisk djórsløg hittast. Hesir báðir fáa sær eitt prát, men søgan sigur einki, hvat teir práta um. Í USA hava tey eina skipan, sum kanska kundi verið innførd í føroyska fólkaskúlanum. Fyribils PISA- kanningin var hørð við føroysku skúlabørnini og –verkið, og nú føroyski skúlin sum skeiva tornið í PISA, er kanska neyðugt við onkrum serligum átaki. Á myndini omanfyri síggja vit fimta floks næmingin Alfredo Amador, sum tveitur ein køku í andlitið á lærara hjá sær. Tað slapp hann at gera, tí hann fekk besta skoðsmál til eina roynd. Hetta var kanska nakað fyri føroyska skúlan – skora toppkarakter og tveit ein kaku í skortin á læraranum! Lærari fekk kaku í skortin