Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 99 - 25. mai 2007 Altjóða ráðstevnan í Norðurlandahúsinum: Byrjanin til eina traditión Ráðstevnan, sum er hin fyrsta av sínum slag, var so væleydnað, at tosað verður um at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak RÁÐSTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað, sum gjørdi ráðstevnuna so ógvuliga áhugaverda var, at so nógv ótrúliga dugnalig og væl skikkað vísindafólk vóru savnað á einum stað. Tað heldur ein av fyriskip­ arunum, Pál Weihe, yvir­ lækni og granskari. Hetta er fyrstu ferð, at fólk, ið granska innan epi­ demiologi (t.e. læruna um títtleikan av sjúkufyribrigd­ um), og granskarar innan djóragransking, hittast at skifta um royndir og hug­ skot um hvussu umhvørvið ávirkar mannabørn í byrj­ anini av lívinum. Og júst hetta gav eitt serliga áhuga­ vert íkast til ráðstevnuna. Høvuðsevnið á ráðstevn­ uni var í fyrsta lagi, hvussu umhvørvið ávirkar barnið í móðurlívi heilt frá giting ­ og enntá áðrenn tað ­ og fyrstu tíðina i livinum. Og her er talan um bæði gang­ ligt og ógagnligt árin. Hitt høvuðsevnið var, hvussu nýggj ­ ofta manna­ gjørd ­ evni kunnu ávirka børn. Umhvørvið hevur eina stóra ávirkan á alt livandi, og ikki minst á børn í móð­ urlívi, tí tann dálking, ið mamman fær í seg, verður ofta fordeild víðari til ófødda barnið ­ enntá so, at barnið upptekur lutfalsliga meiri gift í mun til kropsvektina, og er tí í enn størri vanda fyri negativum árinum frá dálking enn mamman. Umhvørvið ávirkar eisini genini ­ ílegurnar ­ og ávirkar tí eisini arvin. Og hetta fær týdning fyri barnið seinni í lívinum. Mannagjørd eitringarevni. Eitt øki, sum higartil hevur verið lutfalsliga lítið gransk­ að, eru nýggju, ofta manna­ gjørdu eitringarevnini, og hvørja ávirkan hesi hava á menniskju. ­ Hetta er nakað, sum næstan sigur seg sjálvt, tí tað tekur ofta drúgva tíð, áðrenn árinini av eitringar­ evnunum vísa seg. Taka vit tubbakk, so vísir krabba­ meini seg ofta ikki fyrr enn eftir einum tjúgu árum, sigur Pál Weihe. So ein av niðurstøðunum á ráðstevnuni var, at vit í nógv størri mun skulu nýta varsemisregluna, tá tað ræður um nýggj og lutfals­ liga ókend evni. ­ Eitt nýtt evni, sum verður sent út á marknaðin í dag verður í besta lagið kannað í nøkrum djóra­ royndum og so fer tað i umfar í millum fólk í allari verðini. Um so er at hetta evnið hevur nøkur veik negativ árin, sum fyrst vísa seg tá nógv ár eru liðin, er jú ringt at steðga evninum um vit krevja heilt klár prógv fyri teimum vanda­ miklu eginleikunum.­ Vit hava av góðum grundum ikki kunna gjørt nóg drúgv­ ar royndir til tess at kunna vísa ávirkanina av nýggjum evnum, sigur Pál Weihe. Hann vísir á, at prísurin fyri at siga eitt evni at vera trygt ofta kann verða, at tú tekur feil. Og tí skulu vit vera meiri varin og aftur­ haldandi, tá tað ræður um nýggj evni. Pál Weihe var annars fegin um, at eitt øki, sum hann sjálvur hevur granska gjøgnum fleiri ár, á ráð­ stevnuni fekk undirtøku frá øðrum granskarum. ­ Vit vistu frá føroysku kviksilvurkanningunum, at fiskur minkar um negativu ávirkanina av kvikksilvuri. Aðrir granskarar og serliga tey kolfýrdu elorkuverkini hava ofta sett spurnartekinn við okkara niðurstøður um skaðiligheitina av kviksilv­ uri og víst til, at granskingin á Seyshellunum, sum er líknandi samfelag sum okk­ ara, ikki gav somu ábending. Men á ráðstevnuni vísti Sean Strain, professari á Northern Ireland Centre for Food and Health á, at um havfiti í kostinum verður roknað við í hagtalsligu viðgerðini, so vísur negativa kviksivlurárinið seg eisini í kanning, sum er gjørd á Seychellunum. Júst saman úrslit, sum vit í Føroyum eru komin fram til, sigur Pál Weihe. ­ So nú tíðir alt uppá at tær tvær stóru kanningarnar í heiminum, tann í Føroyum og tann á Seychellunum, draga somu línu. Og tað vænti eg fer at minkað enn meira um markvirðið fyri kviksivlur í mati. Stór ráðstevna Ráðstevnan í Norðurlanda­ húsinum, sum hevði almenna heitið International Conference on Fetal Pro­ gramming and Develop­ mental Toxicity (Altjóða ráð­ stevna um programmering av fostrum og eitrandi árin búningina), var sera væl vitjað. Umframt føroying­ arnar, ið vóru við, vitjaðu eini 170 útlendsk vísunda­ fólk úr heili 25 londum. Ikki færri enn 124 fram­ løgur vóru á skránni hesar dagarnar, ráðstevnan vardi. Og fólk vóru so vælnøgd við ráðstevnuna, at longu nú verður tosað um at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak. ­ Røddir vóru frammi um at gera hetta til fast tiltak, kanska annaðhvørt ár. So talan er í løtuni um at skipa fyri líknandi ráðstevnu um tvey ár onkra aðra staðni í heiminum, sigur Pál Weihe. Føroyski fyriskiparin sjálvur er eisini ógvuliga væl nøgdur við ráðstevnuna og serliga glaður fyri, at so nógvir ymiskir og so dugna­ ligir vísindamenn høvdu leitað sær til Føroya hesar dagarnar. Eini 200 vísundafólk hittust á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í vikuni Myndir: Jens Kristian Vang Pál Weihe, fyriskipari, var stak væl nøgdur við ráðstevnuna Myndir: Jens Kristian Vang Oljan dýr Oljuprísurin fór upp um 71 dollarar fyri tunnuna á marknaðinum í London í gjár, og so dýr hevur oljan ikki verið har teir seinastu níggju mánaðarnar. Eitt skifti var prísurin 71,42 dollarar, og tað er tað mesta síðani 28. august í 2006. Eygleiðarar siga, at eitt verkfall í almenna oljufelagnum í Nigeria og stríðið um kjarnorkuætlanina hjá Iran órógva oljumarknaðin. Harafturat er helst dekan ov lítið í teimum amerikonsku goymslunum. Geir heiðursdoktari Íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, varð í gjár tilnevndur heiðursdoktari við lærda háskúlan í Minniesota í USA í sambandi við, at lærdi háskúlin har hevur samstarvað við Háskóla Íslands í 25 ár. Sjálvt hátíðar­ haldið var á lærda háskúlanum í Reykjavík, hagar rektarin á lærda háskúlanum í Minnesota var komin. Geir H. Haarde er útbúgvin hagfrøðingur, og ta útbúgvingina tók hann á lærda háskúlanum í Minnesota í sjeytiárunum.