Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007 Bárður um Kaj Leo Kaj Leo er ein positivur maður, sum altíð trýr upp á tað og vil frameftir. Av tí at hann er so opin, so verður okkurt av tí, sum hann hevur sagt, vent og brúkt ímóti honum. Kanska er hann í so skjótur í vendingini við hvørt. Bárður um pizza Eg haldi meg til góðan føroyskan mat. Eg haldi lítið um pizza og junkfood annars. Tað er kanska gott onkuntíð, men tað er eingin mettandi matur. Avleiðingar fyri flokkin Eftir at Bárður Nielsen fór frá sum landsstýrismaður, og Sam­ bandsflokkurin noyddist at brúka tvær royndir fyri at velja nýggjan landsstýrismann, hevur Gallup gjørt eina veljarakanning fyri Útvarpið. Kanningin gevur Sam­ bandsflokkinum eina afturgongd samanborið við seinasta løg­ tingsval, og flokkurin stendur sambært kanningini til at missa eitt tingfólk. Ert tú ein partur av orsøkini til afturgongdina hjá Sam­bands­ flokkinum­? – Ein og hvør politikari, sum velur at gevast, er ein missur fyri ein flokk. Trupulasti parturin av mínari avgerð um at gevast í politikki fyribils var at siga flokkinum og veljarunum farvæl. Men eg mátti taka eina støðu út frá mínari persónligu sannføring, og um eg ikki tók av tilboðnum at verða stjóri fyri Stórutjørn, so hevði eg angrað tað restina av lívinum. – Eg var imponeraður av, at flokkurin kláraði at peika á ein nýggjan landsstýrismann, longu tríggjar tímar eftir at eg var komin við mínari fráboðan. Tað er eitt sera stórt trýst á einum flokki, tá ið ein landsstýrismaður skal veljast, og flokkurin royndi at handla skjótt. Men avleiðingarnar av avgerðini vóru eitt sindur óhepnar, og nú kunnu vit siga, at kanska hevði tað verið betur at sligið kalt vatn í blóðið og tikið sær betur tíð til at funnið nýggjan landsstýrismann. – Meðan alt hetta stendur upp á, hevur tað sjálvsagt ávirkan, og tað sæst kanska aftur í veljara­ kanningini, men flokkurin hevur tíð til at stabilisera seg aftur áðrenn valið. Politikkur er ikki lívsstarv Hóast Bárður Nielsen er ung­ ur maður – 35 ára gamal – hevur hann longu roynt seg um løgtingsmann og lands­ stýrismann. Næsta uppgávan bíðar fyri framman, og hon er uttanfyri politiska lívið. – Tíðin er soleiðis, at fólk velja sær ikki nakað lívsstarv. Vit síggja nógvar móttøkur fyri fólki, sum hava verið í einum starvi í 25 ella 30 ár, men um eg hyggi eftir mínum javnaldrum, so hava teir skift arbeiði fleiri ferðir. Tað gongur skjótt fyri seg í samfelagnum, og tað er meira vanligt, at fólk royna okkurt í nøkur ár, og so skifta til okkurt annað. – Hetta fer eisini at síggjast aftur í politikki, tí politikkur fer í minni mun at verða eitt lívsstarv hjá fólki. Hetta kann avgjørt verða ein fyrimunur fyri politiska lívið, tí tað er gott við frískum blóði. Vit mugu tó eisini hava fólk við royndum, so allir mugu ikki skifta allatíðina, sigur Bárður Nielsen. Stóra avbjóðingin Nú skal Bárður Nielsen standa á odda fyri risastóru verkætlanini Stórutjørn, sum umfatar íbúðar­ bygging, handilsbygningar og umstøður til felags­ og ítróttarlív. Stóra byggingin fer at kosta einar 2 milliardir, tá ið hon verður liðug. – Hetta er ein sera stór og spennandi avbjóðing at fara í holt við, sigur Bárður Nielsen. Ofta uppliva vit, at stórar byggiætlanir enda sum­ hálvar gølur. Stúrir tú fyri, at hetta kann henda við Stórutjørn? – Yvirornað er Stóratjørn eitt gigantiskt projekt, men um tú tekur ætlanina stig fyri stig, so snýr tað seg um einstakar detaljur, sum tú kanst avgreiða stig fyri stig. Felagið, sum skal standa fyri projektinum, er sera stórt og hevur royndir frá líknandi bygging uttanlands, og tí rokni eg við, at hetta fer at ganga væl. – Ein og hvør politikari, sum velur at gevast, er ein missur fyri ein flokk. Men eg mátti taka eina støðu út frá mínari persónligu sannføring, og um eg ikki tók av tilboðnum at verða stjóri fyri Stórutjørn, so hevði eg angrað tað restina av lívinum, sigur Bárður Nielsen. Mynd: Jens Kr. Vang