Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 99 - 25. mai 2007 Tað er einki annað enn rímiligt, at avvarandi landsstýrismaður er limur í fólkakirkjuni, sigur Kaj Leo Johannesen FÓLKAKIRKJAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sambandsflokkurin er tann flokkur, sum hevur givið týðiligast til kennar, hvar hann stendur í málinum um landsstýrismannin í kirkju­ málum, og um hesin skal vera limur í fólkakirkjuni. Tað stendur greitt, at sam­ bært Stýrisskipanarlógini kann eingin krevja, at nakar er limur í fólkakirkjuni. Eis­ ini einum landsstýrismanni í kirkjumálum stendur frítt at velja, um viðkomandi vil vera limur ella ikki. ­ Men tað er heldur ikki tann vegin, vit hugsa okkum at loysa tann spurningin. Tað er í tillutanini av máls­ økjum og landsstýrismanni til málsøkini, at vit kunnu finna eina loysn soleiðis, at tað verður ein limur í fólka­ kirkjuni, ið fer at umsita kirkjumál, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum. Hann heldur, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at seta fram eitt slíkt krav. ­ Men tað skal eingin mis­ skiljing verða við tí. Eg havi einki at seta fingurin á viðvíkjandi arbeiðinum hjá verandi landsstýrismanni í kirkjumálum. Hetta snýr seg als ikki um persónar, men um starvið, sigur Kaj Leo Johannesen. Seta krøv til løgmann Tá fólkakirkjan verður yvir­ tikin, fellur alt til løgmann, sum drotningin í dag tekur sær av í kirkjumálum. Og fyri løgmann eins og fyri øll onnur er galdandi, at eingin kann krevja hann at vera lim í fólkakirkjuni. Og júst hetta sær Kaj Leo fyri sær kann gerast ein trupulleiki, ikki sum er, men kanska einaferð í framtíðini. ­ Sjálvandi skulu vit sum politikarar ansa eftir tá vit lóggeva, at vit ikki lóggeva ímóti eitt nú okkara ríkis­ grundlóg ella okkara stýris­ skipan. Men í hesum før­ inum er tað rímiligt, at um tað ikki stendur í lógartekst­ inum, at tað so verður sett í viðmerkingarnar til lógina, soleiðis at vit staðfesta hesa siðvenju frá fyrsta degi uppá sama máta, sum vit í viðmerkingum til lógina vísa á tann søguliga týdn­ ing, ið drotningin hevur havt innan føroysku fólka­ kirkjuna. Vit ynskja, at hon er tilstaðar, tá størri hend­ ingar fara fram innan fram­ tíðar fólkakirkju í Føroyum, sigur Kaj Leo johannesen. ­ Fáa vit ein løgmann, ið ikki er limur í fólkakirkjuni, eiga skyldurnar viðvíkjandi kirkjuni latast víðari til vara­ løgmann. Er hann heldur ikki limur í fólkakirkjuni mugu vit fara víðari í skip­ anini til avvarandi landsstýr­ ismann, tí eg meti avgjørt tað er rímiligt, at ein lands­ stýrismaður í kirkjumálum er limur í fólkakirkjuni, sig­ ur Kaj Leo Johannesen, for­ maður Sambandsfloksins. Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins: Rímiligt at kirkjumálaráðharrin er limur Fólkafundur í Skopun Annan hvítusunnudag kl. 15.00 verður fólkafundur í Samljóð í Skopun. Um viðrar verður fundurin hildin á heygnum við Samljóð. Við á fundinum verða Jákup Reinert Hansen, sóknar­ prestur, Jacob Vestergaard, landstýrismaður, Óli Breck­ mann Løgtingsmaður og Jákup Veyhe. Sungið verður úr Songbók Føroya Fólks. Umhvørvisdagur í Sandavágs kommunu leygardagin Leygardagin 26. mai skipar Sandavágs kommuna fyri árliga umhvørvisdegnum. Byrjað verður í SÍF­húsinum kl. 10 við morgunmati og framløgu av nýggjari ætlan fyri burðardygga menning í kommununi. Síðan verður farið runt um í bygdini at rudda. Tá liðugt er at rudda verður ábit í SÍF­húsinum og kunning um tilbúgving í húsarhaldinum har fyrstihjálparpakki til vanlig húsarhald verður vístur. Tiltakið verður liðugt umleið kl. 14:30. Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at fara undir leingjar av verandi grótkasti, og at gera nýtt grótkast út frá Argja­ landinum BÁTAPLÁSS Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nú fer at verða høgligari at eiga bát á Argjum. Tórshavnar Býráð sam­ tykti í gjárkvøldið at leingja verandi grótkast við 180 metrum, og hetta fer at gera tað kyrrari í bátahylinum á Argjum, enn tað longu er. Síðani skulu bátabrúgvar leggjast út, so pláss verður fyri 75 bátum aftrat í báta­ hylinum á Argjum. Hetta er liður í einari størri útbyggingarætlan fyri smábátapláss í kommununi. Við í ætlanini er eisini at gera grótkast í Álakeri, og verður tann ætlanin til veruleika, fer at verða pláss fyri 150 bátaplássum í Ála­ keri. Har verður eisini talan um bátabrúgvar. Tá eystliga høgættin ligg­ ur við vindi, kann hetta geva baksláttur frá Argja­ landinum inn í Havnarvág, og royndir, sum Dansk Hydraulisk Institut (DHI) hava gjørt vísa, at um grótkastið á Argjum verður longt 180 metrar so sum til­ skilað á tekningini, fer hetta eisini at bøta um kyrruna inni á Havnarvág, serliga í Álakeri. Kostnaður yvir trý ár Vanliga er tað Tórshavnar Havn, ið stendur fyri slík­ um útbyggingum, men í hesum føri er valt, at flyta fimm milliónir frá Tórs­ havnar Havn til Tórshavnar Býráð, so at byggingin kann fara í gongd beinan­ vegin. – Arbeiðið er mett at kosta 15,5 milliónir. Býráðið hevur gjørt av at seta fimm milliónir av um árið í trý ár fyri at fíggja útbyggingina. Men vit fara kortini at gera alt liðugt nú, sjálvt um fíggingin verður spjeidd yvir trý ár, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Fíggingin verður tikin av kontoini fyri íløgur í smá­ bátahavnir fyri árini 2007, 2008 og 2009. Fyribils er játtað ein millión til projektering. Høgligari fyri bátaeigarar: 75 nýggj bátapláss á Argjum Kaj Leo Johannesen heldur tað ikki tað vera meira enn rímiligt, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum er limur í fólkakirkjuni Verandi grótkast skal leingjast 180 metrar, meðan eitt nýtt 50 metrar langt grótkast skal gerast út frá Argjalandinum