fríggjadagur 25. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti
7
ikki heima í løgtinginum, hann
hoyrir heima í kommunustýrunum.
Løgtingið spillir sína tíð til lokal
politikk, og summir løgtingsmenn
gera tað meira enn aðrir, sigur
Bárður Nielsen.
Úr øskuni í eldin
Eftir at Bárður Nielsen hevði
verið løgtingsmaður í tvey
ár, fekk hann tilboðið um at
gerast landsstýrismaður við
fíggjarmálum. Tann tá 31 ára
gamli vestmenningurin tók av.
– Eg umhugsaði tað sera gjølla,
men eg kom til ta niðurstøðu,
at tá ið tú fært ein slíkan kjans,
mást tú taka av, tí tað er ikki vist,
at tú fært kjansin aftur. Hóast
lopið frá at verða løgtingsmaður
til at gerast landsstýrismaður er
sera stórt, so angri eg ikki, at eg
gjørdi tað.
– Mær dámar væl at taka
stórar avbjóðingar á meg, og eg
havi altíð verið eitt kappingar
menniskja. Eg havi eina trúgv upp
á tingini, og eingin avbjóðing er
ov stór til at fara í holt við, sigur
Bárður Nielsen, sum setti seg á
landskassan á ungum aldri.
– Eg merkti einki til, at fólk ikki
tóku meg fyri fult, tí eg var so
ungur. Eg haldi, at míni sjónarmið
eru komin væl fram, og eg havi
faktiskt stórtrivist í politikki hesi
árini.
Heldur diplomati
enn skeld
Bárður Nielsen hevur í almenna
rúminum staðið fram við einum
róligum – við hvørt næstan seigum
– tóna, og tað er ikki misvísandi
fyri hansara stíl sum politikari.
– Onkuntíð hevur tað gingið
heitt fyri seg, og eg havi verið
upp á kamp við onkran politikara
um okkurt, men eg eri ikki ein,
sum gongur runt og rópar eftir
fólki. Eg royni altíð at verða diplo
matiskur, tí eg haldi, at tað røkkur
longur.
– Tað nyttar einki at ganga og
skeldast við fólk, tú fært meira
burtur úr at arbeiða konstruktivt,
sigur Bárður Nielsen.
Ber tað til at fáa vinfólk í
politikki?
– Eg havi heilt tilvitað roynt
ikki at knýta meg ov tætt at
nøkrum ávísum politikara, tí tað
kann hava við sær, at tú styggir
aðrar politikarar frá tær. Eg havi
roynt at verið opin móti øllum
politikarum, og eg havi ráðført
meg við politikarar úr ymsum
flokkum.
Hvat er prísurin fyri at verða
landsstýrismaður?
– Arbeiðstrýstið er sera stórt,
og tú hevur ongantíð – og tá
meini eg ongantíð – frí. Tað leikar
allatíðina so nógv á, at sjálvt tá
ið tú ert heima, fært tú ikki sligið
høvdið frá. Tað gongur sjálvandi
út yvir tey nærmastu. Eitt er,
at eg havi verið nógv burtur
heimanífrá, men tað er enn verri,
tá ið eg eri heima og alíkavæl ikki
fái hildið frí og brúkt tíðina saman
við konuni og børnunum. Eg ivist
í, um tað nýggja arbeiðið hjá mær
fer at bøta um hetta.
➘
Bárður um tónleik
Eg havi einki forhold til tónleik. Tann tónleikur,
sum eg lurti eftir, hoyri eg í útvarpinum, tá
ið eg koyri bil. Eg havi ongantíð spælt nakað
ljóðføri, og eg havi heldur ongantíð havt
nakran ávísan yndisbólk ella sangara.
Bárður um fótbólt
Eg havi spælt fótbólt við Æsir og breyt einaferð
beinið. Eg havi áhuga fyri allari liðítrótt og fylgi
eisini við føroyskum og útlendskum fótbólti.
Eg eri nokk so neutralur áskoðari, men eg eri
imponeraður av liðum, sum klára at halda seg
á toppinum ár eftir ár í hørðum kappingum
uttanlands.
at skeldast
– Alt ov nógv tíð í føroyskum politikki verður brúkt til
lokalpolitikk heldur enn at loysa landspolitisk mál. Løgtingið
spillir sína tíð til lokalpolitikk, og summir løgtingsmenn
gera tað meira enn aðrir, sigur Bárður Nielsen, sum nú er
fyrrverandi politikari. Mynd: Jens Kr. Vang