fríggjadagur 25. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 25. mai 2007
7
tíðindi
Fakfeløg skilja
onki av, hvussu
Javnaðarflokkurin
kann ganga á odda
fyri einum politikki,
sum gevur nøkrum
fáum reiðarum
møguleika at stinga
fleiri hundrað
milliónir í lumman
Vinnuligur
Fiskiskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er heilt óskiljandi, at
Javnaðarflokkurin
skal
ganga á odda fyri einum
slíkum politikki.
Sonja Jógvansdóttir er
samskipari
hjá
Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag og hon
er ikki sørt bilsin um fiski
vinnupolitikkin hjá sam
gonguni.
Serliga hevur fiskivinnu
politikkurin hjá Javnaðar
flokkinum tikið hana á
bóli.
Í
Sosialinum
í
gjár,
greiddi Henrik Old, ting
maður hjá Javnaðarflokk
inum og formaður í vinnu
nevndini frá, hví hann tók
undir við ætlanini, sum nú
liggur á borðinum um at
broyta lógina um vinnuligan
fiskiskap.
Hann greiddi eisini frá,
hví hann er ógvuliga iva
samur um ætlanina at seta
ein fiskidagabanka á stovn.
Við hesum viðurkennur
talsmaðurin hjá javnaðar
flokkinum, at ætlanin er at
staðfesta skipanina, sum
hon nú er, sigur samskiparin
hjá teimum báðum arbeið
arafeløgunum.
Og hetta ørkymlar Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag
ikki
sørt.
Hetta er ein politikkur,
sum staðfestir, at nakrir
fáir, úrvaldir reiðarar, skulu
hava rætt til at eina gávu
upp á hundraðatals milliónir
frá føroyska samfelagnum.
Og vit skilja ikki, hvussu
Javnaðarflokkurin
kann
ganga á odda fyri einum
slíkum politikki, leggur
samskiparin afturat.
Hon sipar til, at hóast
ætlanin er at broyta lógina
um vinnuligan fiskiskap,
verður tað staðfest, at ein
stakir reiðarar framvegis
skulu hava fullan rætt yvir
fiskirættindunum fyri einki
og at teir skulu sleppa at
selja hesi rættindi og stinga
vinningin í lumman.
– Hetta er ein fiskivinnu
politikkur, sum Henrik Old
nú ger seg til talsmann fyri,
vegna Javnaðarflokkin og
tað skilja vit rætt og slætt
ikki.
Hinvegin heldur hon, at
uppskotið, sum Bjørn Kalsø
upprunaliga ætlaði at leggja
fyri Løgtingið varð frægari
enn hetta, tí tað álegði ávísa
brúksskyldu og hevði aðrar
avmarkingar.
Men hann slapp ikki at
leggja tað fram fyri restini
av samgonguni – og altso
heldur ikki fyri Javnaðar
flokkinum.
Í samgonguskjalinum er
greiðar og ítøkiligar orðing
ar um fiskivinnupolitikkin.
– Tað ger tað bara enn tor
førari at skilja, hví sam
gongan førir ein fiskivinnu
politikkk, sum er beint
ímóti samgonguskjalinum,
ístaðin fyri at koma við eini
greiðari fráboðan um, at
ætlanin er at fáa skil á hesi
viðurskiftini í samsvari við
samgonguskjalið.
– Eg veit ikki, hví sam
gongan ikki torir at føra
tann fiskivinnupolitikkin,
sum hon hevur sett sær fyri
at føra, sigur Sonja Jógvans
dóttir.
Fiskidagabank-
sjálvandi
Sonja Jógvansdóttir sigur,
at sostatt halda Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag, at vit
sjálvandi skulu hava ein
fiskidagabanka.
– Tá eru øll javntsett fyri
lógini, so at tað ikki bara
vera einstakir, úrvaldir reið
arar, sum fáa rættin til at
skora kassan uppá okkara
felags tilfeingi.
Onkrar útrokningar hava
víst, at virðið av fiskiloyvu
num er einar 200 milliónir
um árið.
– Hetta er ein gáva upp á
200 milliónir, sum sam
gongan gevur nøkrum ein
støkum reiðarum í Føroy
um, Íslandi og Noregi
Hon biður samgonguna
heldur hugsað seg um, hvat
hon ikki kundi framt av
samfelagsgagnligum tiltøk
um fyri 200 milliónir, sum
høvdu komið okkum øllum
til góðar.
– Hetta merkir eisini, at
hvør
einasti
føroyingur
betalur nøkur prosent ov
nógv í skatti fyri at einstakir
reiðarar skulu fáa hesa
stóru gávuna frá politikaru
num.
Hon undrast stórliga á, at
so at siga ongin í samfe
lagnum sum heild, ger vart
við seg, tá ið landið letur
einstøkum reiðarum gávur
fyri fleiri hundrað milliónir
um árið.
Men samstundis er ikki
óvanligt, at fólk øsa seg
upp, vissi tey halda, at at
onkur, sum fær forsorgar
hjálp, fær ein hundraðkrónu
seðil ov nógv.
– Samstundis er tað
greitt, at so hvørt, sum út
skiftingar eru, so at gamlir
reiðarar fara úr vinnuni og
nýggir taka við, er tað eitt
alsamt veksandi tal av reið
arum, sum undir øllum
umstøðum noyðast at betala
fyri fiskiloyvini.
– Men sum støðan er nú,
eru tað aðrir reiðarar, sum
stinga vinningin í lumma,
ístaðin fyri at tað var sam
felagið og vit øll, sum fingu
ágóðan. Fyri ein reiðara ger
tað fyri so vítt ikki mun,
um reiðarar betala landinum
fyri fiskiloyvið, ella um tey
betala einum øðrum reiðara,
tí gjaldast skal undir øllum
umstøðum.
Henrik Old stúrir fyri, at
ein fiskidagabanki kann
føra til ótrygg viðurskifti, tí
tá hava skip onga vissu fyri
at tey fáa fisk og so er vandi
fyri, at tey missa mann
ingina?
– Tað ber væl til at upp
finna allar møguligar trupul
leikar. Men eftir ætlan
skulu øll loyvi dragast inn í
2018. Sostatt hevur sam
gongan 11 ár at stinga eina
skipan út í kortið.
Og hvussu teir teknisku
trupulleikarnir skulu loys
ast, er væl ein uppgáva hjá
umsitingini at finna útav.
Men tað, vit sakna, er ein
greið fráboðan um, hvat
endamálið og ætlanin við
fiskivinnupolitikkinum er,
men eina slíka fráboðan
fáa vit ikki.
Eg haldi ikki, at tað er
rímiligt at offra grundregl
una um, at vit øll eiga til
feingi og eiga at fáa ágóðan
av, bara tí vit eru bangin
fyri at loysa ein tekniskan
trupulleika.
– Tað er ómøguligt at
hava svar upp á allar møgu
ligar tekniskar spurningar
nú. Men vit áttu at kunna
kravt av politisku skipanini,
at vit fingu reina greiða frá
boðan.
Sonja Jógvansdóttir sigur,
at í dag eru tað ikki teir,
sum duga best at fiska, sum
fáa atgongd til tilfeingi,
men teir, sum av tilvild
hava fingið tað fyri onki.
– Tað kundi ein fiskidaga
banki fingið í rættlag.
Býtishandil við ES
Sonja Jógvansdóttir sigur,
at stovna við ein fiskidaga
banka, kann tað geva okk
um heilt nýggjar møguleik
ar, sum vit ikki hava hugsa
um.
Eitt, sum hon heldur, er,
at hetta kann geva okkum
heilt aðrar møguleikar mót
vegis ES.
– Tað er ongin loyna, at
ES hevur ómetaliga stóran
áhuga í fiski undan Føroy
um. Og hvør sigur, at tað
ikki hevði borið til at brúkt
fisk undan Føroyum at
handla við ES við.
– Ein møguleiki kundi
verið at givið reiðarum í ES
rætt til at bjóða upp á eini
10% av fiskidøgununum
undir Føroyum, afturfyri at
Føroyar fingu tey nógv
umrøddu fýra frælsini frá
ES, so at vørur, tænastur,
peningur og arbeiðsmegi
fær frítt at ferðast ímillum
ES og Føroyar.
Hetta verður av mongum
mett at vera størsta forðing
in fyri at menna vinnulívið
í Føroyum og sostatt eisini
samfelagið.
Sonja Jógvansdóttir sigur,
at arbeiðarafeløgini hava
verið á fundi við vinnu
nevndina og greitt frá sjón
armiðjunum.
Tey hava eisini biðið um
fund við Bjørn Kalsø, men
tað hevur ikki borið til at
havt fundin, tí umboð fyri
arbeiðarafeløgini hava havt
forfall.
– Men tá ið fundurin við
Bjørn Kalsø verður, fara vit
at heita á landsstýrismannin
um at taka uppskotið aftur,
sum hann hevur lagt fyri
Løgtingið og at leggja eitt
betri uppskot fram seinni.
Henrik Old fær fakfeløg
at klóra sær í nakkanum
Ímóti samgongu-
skjali og vallyftum
Sonja Jógvansdóttir sigur, at fiskivinnupolitikkurin,
sum samgongan førir, er beint ímóti tí, sum samgongan
sjálv hevur avtalað í sjálvum samgonguskjalinum
Ì samgonguskjalinum stendur beinleiðis, at tiltøk
skulu setast í verk fyri at forða fyri spekulatión við
fiskirættindum
Tann førdi politikkurin er eisini beint ímóti vallyftu
num hjá Javnaðarflokkinum. Tað, sum javnaðarflokkurin
fór til val upp á, var at føra ein fiskivinnupolikk, sum
skuldi forða fyri spekulatión og samstundis skuldi ein
fiskidagabanki skuldi setast á stovn, har reiðarar skulu
betala fyri loyvið at fiska.
Sonja Jógvansdóttir,
samskipari hjá Frøoya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag krevur
eina greiða fráboðan frá
samgonguni og hon vil
hava Bjørn Kalsø at taka
uppskotið aftur, sum nú
liggur í Løgtinginum
um at broyta lógina um
vinnuligan fiskiskap
Elektron
og Samteld
leggja saman
Í gjár høvdu Elektron og
Samteld hava frá 24. mai
2007 gjørt av leggja virk
semið hjá báðum feløg
unum saman. Samanlegg
ingin hevur til endamáls
at styrkja fyritøkurnar til
gagns fyri kundarnar,
siga fyritøkurnar í tíð
indaskrivi