fríggjadagur 25. mai 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti
6
Merkið veitrar við hurðina á
húsunum hjá Bárði Nielsen í
Vestmenna. Børnini hava sett eitt
lítið flagg niður í ein urtapott í
túninum, og tað sær hátíðarligt
út.
– Eg fylli sama dag sum drotn
ingin, so tey plagdu at flagga
við donskum flaggi á sýslu
mansskrivstovuni, tá ið eg fylti,
sigur Bárður Nielsen skemtandi.
Sambandsmaðurin í Vestmenna
gjørdi kometkarrieru í føroyskum
politikki, men áðrenn nakar
varnaðist, setti hann punktum
fyri politiska lívinum og fór við
sjógv á baki út gjøgnum hurðina í
Fíggjarmálaráðnum.
Orsøkin var stjórastarvið í
Stórutjørn, og Bárður skal byggja
alt upp frá ongum. Enn hevur
hann ikki fingið skrivstovu, men
arbeiðir við telefon og teldu
heimanífrá.
Vit settu honum stevnu fyri at
tosa um politikk, avbjóðingar og
um at leiða við diplomati.
Agiteraði sum
12 ára gamal
Politiska karrieran hjá Bárði
Nielsen byrjaði, tá ið hann var 12
ára gamal. Tá skuldi hann verða
við á einum serligum valfundi
undan einum løgtingsvali.
– Tað var til løgtingsvalið í
1984, at ein lærari helt ein lítlan
valfund í flokkinum. Næmingarnir
skuldu tosa fyri einum ávísum
flokki, og eg skuldi tosa fyri
Sambandsflokkin. So eg agiteraði
fyrstu ferð sum 12 ára gamal,
sigur Bárður Nielsen.
Tað gingu bert 14 ár, so
bjóðaði Bárður Nielsen seg av
álvara fram í politikki. Hann
stillaði upp til løgtingsvalið í
1998, men varð ikki valdur. Hann
royndi aftur fýra ár seinni, og
tað gekk betur. Hann var valdur
á ting fyri Sambandsflokkin,
og tá ið løgtingsval var aftur í
2004, fekk hann eitt sera gott
val, kom í tingið og endaði
seinni sum landsstýrismaður við
fíggjarmálum.
– Eg havi altíð havt áhuga
fyri politikki og samfelagsligum
viðurskiftum sum heild, og tað
fekk meg at stilla upp. Eg gjørdi
ikki nakað serligt fyri at fáa
undirtøku, men kanska var tað
viðvirkandi, at eg hevði verið
virkin í felags og ítróttarlívi.
Størsta takið var sjálvandi at
verða valdur fyrstu ferð, eftir
tað er lættari at gera vart við
seg sum politikari, sigur Bárður
Nielsen.
Løgtingið
spillir tíðina
Bárður Nielsen er fyri, at Føroyar
verða gjørdar til eitt valdømi, men
hann heldur, at eitt gott argument
er ímóti hesum.
– Við einum valdømi verður
tað truplari hjá fólki at verða vald
fyrstu ferð. Fólk skulu á onkran
hátt kenna teg, og spurningur er,
hvussu nýggir politikarar kunnu
vinna fram. Tað er lættari at gera
kendur í einum lokalumhvørvi
og verða valdur har, men vóru
Føroyar eitt valdømi, so vóru
treytirnar tær somu fyri øll.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum heldur, at nógv
talar fyri, at Føroyar skulu gerast
eitt valdømi.
– Alt ov nógv tíð í føroyskum
politikki verður brúkt til lokal
politikk heldur enn at loysa lands
politisk mál. Lokalpolitikkur hoyrir
Bárður um fartelefonir
Fartelefonin er góð at hava, men ofta hevði verið
gott at sloppið undan henni. Eg sløkki ongantíð mína
telefon, og tað er kanska skeivt, men tað er næstan
eitt krav, at tú skalt svara fartelefonini, tá ið fólk ringja.
Bárður um kaffi
Eg drekki heldur te enn kaffi. Eg kundi ikki
funnið upp á at skonkt mær ein kopp av kaffi
og bara drukkið hann uttan víðari. Mær dámar
tó kaffi saman aftur við eitt sindur av sjokulátu.
Annars dámar mær betur at drekka te.
Tað nyttar einki
– Onkuntíð hevur tað gingið heitt fyri seg, og eg
havi verið upp á kamp við onkran politikara um
okkurt, men eg eri ikki ein, sum gongur runt og
rópar eftir fólki. Eg royni altíð at verða
diplomatiskur, tí eg haldi, at tað røkkur longur,
sigur Bárður Nielsen, fráfarin landsstýrismaður
við fíggjarmálum
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Navn: Bárður á Steig
Nielsen
Aldur: 35 ár
Bústaður: Vestmanna
Starv: Stjóri fyri Stórutjørn
Útbúgving: HD, fyrsta
part og ávís fak innan
merkonom
Familja: Gifur við Rakul
Nielsen (fødd Lamhauge) úr
Havn. Tey eiga fýra børn
Fakta