fríggjadagur 25. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 99 - 25. mai 2007 ]
Nýggi Wembley-
leikvøllurin er
karmurin, tá Claus
Bech Jørgensen
og Blackpool
sunnudagin spæla
seinasta dystin hetta
kappingarárið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu nógvu mánaðirnar
hevur gingið strúkandi hjá
Claus Bech Jørgensen og
Blackpool. Jútlendingurin
við føroyskum rótum á móð
ursíðuni hevur verið fastur
maður á liðnum, sum við
sigri eftir sigri hevur vunnið
seg alt longur upp á stiga
talvuna.
Byrjanin var annars einki
at reypa av, og eftir fyrstu
tíggju umførini var liðið at
finna óhugnaliga nær niður
flytingarstrikuni.
– Hyggur tú at talvuni í
dag, so vóru vit bert tvey
stig frá beinleiðis uppflyt
ing, so vit kunnu kanska
iðra okkum um, at vit ikki
komu ígongd eitt ella tvey
umfør fyrr. Men partvíst,
so hevði venjarin skift nógv
fólk undan kappingarári
num, og tað tók sína tíð at
fáa okkum samanspældar.
Og partvíst prógvar hetta
eisini, hvussu nógv sjálvs
álit hevur at siga í fótbólti.
Tí talan er um stórt sæð
somu spælarar gjøgnum alt
kappingarárið.
Kunnu seta met
Júst sjálvsálitið kann væl
fáa ein heilt avgerandi leik
lut, tá playoff finalan
verður spæld sunnudagin.
Ikki bara tí talan er um
finalu, men eisini tí dysturin
verður spældir á sjálvum
Wembley. Og tí hetta setir
serstøk krøv, til sálarigu
javnvágina, sum altíð er so
týdningarmikil.
Tað er jú heilt fantastiskt
at skula spæla har. Wembley
er at rokna sum eitt hugtak
í fótbólti við allari sínari
søgu. Og nú alt er gjørt av
nýggjum,
er
Wembley
kanska besta stadion í heim
inum. So bara tað í sjálvum
sær verður ein veldug upp
living.
Men fyri okkum ræður
um at fáa okkara spæl at
koyra. Sjálvsálitið er í topp
í løtuni. Vit hava vunnið
níggju dystir á rað, og tað
er tað sama, sum gamla met
ið hjá felagnum er. Við øðr
um orðum, so kunnu vit
seta met, um vit vinna
sunnudagin, og tað vildi –
saman við eini uppflyting
– verið ein heilt perfektur
endi upp á kappingarárið
hjá okkum.
Mótstøðuliðið sunnudag
in er Yeovil, sum endaði á
einum fimta plássi á stiga
talvuni í ensku Leagu One.
Í kappingini vann Blackpool
útidystin móti finalumót
støðuni, meðan heimadyst
urin endaði við javnleiki.
Tí kann Blackpool kanska
roknast sum favorittur, men
tað er nú ikki eitt heiti, sum
Claus leggur nakað í.
Teir hava eitt gott lið,
sum spælir góðan fótbólt
og har menn eru væl fyri
fysiskt. Tí ivist eg onga løtu
í, at talan verður um ein
truplan dyst hjá okkum.
Men samstundis trúgva vit
sjávlandi upp á okkara
møguleika.
Við frá byrjan
Í góða stimanum, sum
Blackpool hevur havt, hev
ur Claus átt sín týðandi leik
lut. Fleiri dystir á rað hevur
hann verið á vøllinum í
samfullar 90 minuttir, og tí
vónar hann eisini, at hann
verður millum teir fyrstu
ellivu sunnudagin.
– Venjarin sigur okkum
ikki liðið, fyrr enn á dyst
ardegnum. Men við gongd
ini seinastu mánaðirnar í
huga, so verði eg vónbrotin,
um eg ikki byrji inni.
Atli vann
á Toda
Fremad Amager
er undir trýsti,
eftir at teir taptu
heimadystin móti
Frem. Enn eru teir
oman fyri niður-
flytingarstrikuna,
men bert eitt stig
er nú niður til AB
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Longu
eftir
einum
minutti var Todi Jóns
son nær við at skora, tá
Fremad Amager í gjár
spældi móti Frem. Todi
var ein støðug hóttan
móti verjuni hjá Atla
Danielsen og liðfeløgu
num í Frem, og hann
legði eisini upp til einsa
malla
Fremadmálið,
sum Ali Aliji skoraði.
Nóg mikið til stig var
hetta tó ikki. Við málum
frá Wassim El Banna,
Tommy Olsen og Mart
in Jeppesen vann Frem
dystin
31.
Serliga
hevði Frem eitt gott tak
á dystinum stóran part
av seinna hálvleiki, og
tí var sigurin uppiborin,
verður sagt á heimasíð
uni hjá Fremad Amag
er.
Tem Hansen, Todi
Jónsson og Jónas Tór
Næss byrjaðu allir á
vøllinum fyri Fremad
Amager. Í 67. minutti
kom Andrew av Fløtum
inn fyri Toda Jónsson.
Hjá Frem spældi Atli
Danielsen samfullar 90
minuttir á miðvøllin
um.
Fremad Amager er
nú bert eitt stig oman
fyri niðurflytingarstrik
una. Næsti dysturin
verður á útivølli móti
HIK,
har
komandi
Fremadvenjarin, Jakob
FriisHansen, enn er
venjari.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Nú alt er gjørt av nýggjum, er Wembley kanska
besta stadion í heiminum
Claus Bech Jørgensen, Blackpool
Fyrsti føroyingurin
á Wembley
Claus Bech Jørgensen sigur seg vera vónbrotnan, um hann ikki verður fyrsti føroyingurin, sum sleppur at spæla á víðgitna Wembley-leikvøllinum
Tilgjørd mynd: Álvur Haraldsen/Polfoto/AP
17