fríggjadagur 25. mai 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti
16
Hundar úr 50’unum
Amerikumenn hava tiltøk við øllum hugsandi og óhugsandi evnum.
Nú um dagarnar var ein parada í Idaho, sum kallaðist Lost In The
50s. Hetta var eitt afturlítandi tiltak, har fólk fóru í klæði, sum vórðu
brúkt í fimtiárunum. Hesir báðir hundarnir høvdu eisini gjørt seg út
til paraduna við 50’ara sólbrillum. Mynd: Polfoto
í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Pamela Anderson hevur júst
verið í Cannes í Fraklandi fyri at
gera reklamu fyri sínum seinasta
filmi, Blonde and Blonder, men
kanska hevði tað verið betri fyri
hana, um hon ongantíð fór til
Cannes. Pamela, sum vanliga
dámar væl at verða avmyndað,
kom tveir tímar ov seint til eina
avtalu við myndamenninar, og
tá ið hon umsíðir møtti, vildi hon
bara seta nakrar fáar minuttir
av til myndamenninar. Tað
fekk fjølmiðlafólkini á staðnum
at buha eftir amerikonsku
blondinuni. Hon segði seinni, at
hon var sjúk.
Teri Hatcher ein av kvinnunum
í sjónvarpsrøðini um desperatu
húsmøðurnar í USA. Hon gevur í
eini samtalu við amerikanskt tíðarit
nøkur góð ráð um vakurleika. Eitt av
ráðunum er at fara í vínbað.
- Onkur hevur fortalt mær um, at
tað eru nógvir góðir ingrediensir í
víni, og um tú hevur eina upplatna
fløsku av víni standandi, sum tú ikki
ætlar tær at drekka, kanst tú bara
tøma hana í vatnið í baðikarinum,
sigur Teri Hatcher.
Desperatur vakurleiki
Pamela var illa uppløgd
Eyka tungvekt
Japansku sumo-glímararnir eru stórir – sera stórir. So tað gongur ikki stillisliga fyri seg, tá
ið hesir stóru menn fara til hendurs frammanfyri túsundtals áskoðarum. Sumo-ítróttin er
stór í Japan, og meistarin Yokozuna fekk av at vita, tá ið hann bardist við Aminishiki nú um
dagarnar. Hendan dagin var Aminishiki omaná, men dysturin teirra millum varðar í 15 dagar,
og tí skuldi meira enn eitt gott syft til fyri at vinna. Spurningurin er, um nakað er eftir av
glímarunum, tá ið teir hava glímast í 15 dagar. Mynd: Polfoto
Stórur áhugi er fyri tiltøkunum á World Cinema
Foundation, sum er ein altjóða filmsstevna í franska
býnum Cannes. Amerikanski leikstjórin Martin Scorsese
nýtist ikki at stúra fyri at verða gloymdur millum tær
mongu stjørnurnar, sum eru til filmsstevnuna. Týsdagin
stillaði hann upp til myndatøku, og myndamenninir stóðu
næstan uppi á hvørjum øðrum fyri at fáa eina góða
mynd.
Mynd: Polfoto
Smíl til fotografarnar