Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 99 - 25. mai 2007 nøvn Í sambandi við eina fram­ sýning, sum Jórunn Dánials­ dóttir skipar fyri á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn, leitar hon eftir mynd­ um av lærarum og næming­ um í “Færøernes Mellem­ og Realskole” í tíðarskeiðn­ um 1916 til 1966. Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðar­ skeiði, um at ringja til sín á tel. 316024 ella 226024. Adressan er Sílagøta 3, FO­ 100 Tórshavn. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710). Tíðarfreistin er sett til 10. juni, og vónar Jórunn at fáa allar myndirnar til høldar til tað tíð. Í dag hava vit mynd av einum millumskúlaflokki skúlaárið 1961­62. Fremsta rað f.v.: Dánjal Hofgaard, Claus Bonnevie, Birgir Árting, Hartmann Joensen og Jógvan Arge. Miðraðið f.v.: Jóannes í Dali, Jóna Guttesen (g. Ras­ mussen), Karin Djurhuus, Svanhild Christiansen (g. Joensen), Bergljót Ihlen, Eyðbjørg Andrésen (gift í Onglandi), Jógvan við Ánna, lærari, og Tordis Helmsdal (búsitandi í Danmark) Aftasta rað f.v.: Durita Davidsen (g. Davidsen), Jóna Christiansen (g. Fred­ eriksen), Katrin Hansen (g. Johansen) og Lív Dam Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í sambandi við hesa myndina, er viðkom­ andi vælkomin at seta seg í samband við Jórunn Dáni­ alsdóttir. Myndaeigari: Svanhild Joensen Færøernes Mellem- og Realskole: Millumskúlaflokkur í 1961-62 Mikudagin 23. mai fingu fýra bygningssnikkarar prógvini handað á Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Bygningssnikkararnir eru f.v.: Jónleivur V. Jónsson, Justin­ us R. Hansen, Peter Dorian Petersen og Rúni Brandur Dam. Tekniski Skúlin í Tórshavn: Fýra bygningssnikkarar fingið prógv Í sambandi við at Rói Næs, sum er í læru hjá Expert í SMS, skal gera sína endaligu høvuðsuppgávu, verður skip­ að fyri einum stórari Play­ stationkapping í Expert fríggjadagin 1. juni frá kl. 16. Tiltakið er í sambandi við mentunarnáttina, sum verður fríggjakvøldið. Final­ an verður leygardagin 2. juni kl. 14, har vinningarnir vera lætnir. 1. vinningur verður 1.500 krónur, 2. vinn­ ingur 1.000 krónur og 3. vinningur 500 krónur. Kapp­ ingin verður í Playstation 3 spælinum ”Motor Storm”. Í høvuðsuppgávuni hevur Rói valt at leggja dent á tað nýggju Playstation 3 mask­ inuna. Hann heldur at tað er spell, at fólk ikki hugsað um Playstation 3 sum annað enn eina maskinu til spøl, tí hon kann so mangt annað, hon kann eisini nýtast til at hyggja eftur DVD og teim­ um nýggu Blu­Ray filmun­ um. Og um tú vil lurta eftir tónleiki, ja so klárar hon eisini tað og til at hyggja eftir myndum. Sjálvt á alnót­ ina klárar hon at fara. Tað er heldur eingin trupulleiki, sigur Rói Næs. Rói, sum er 31 ára gamal og havnarmaður, hevur stað­ ið í læru í Expert (fyrr 3­ arin) síðan 1. juni 2005, og hann verður liðugur í okto­ ber. Lærugreinin eitur ”krambarkallur við radio og sjónvarpi sum sergrein”. Playstationkapping í Expert Í sambandi við at Rói Næs ger sína endaligu høvuðsuppgávu, verður skipað fyri einum stórari Playstationkapping í Expert fríggjadagin 1. juni