fríggjadagur 25. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti 15
– Eg var í Klaksvík við abba
soninum, eg hugsi tað var til
svimjikapping, ella okkurt tílíkt.
Eg hitti Steintór, sum hevði
hugsað um at fáa Vestmenn í
upprunalíki á Summarfestivalin.
Eg orðaði hetta við hinar í bólki
num, og allir eru vit spentir og við
uppá tað. Vit hava eina sangskrá
við kendu løgunum, men tað
verður bland av nostalgi og so
okkurt av tí nýggja, sigur Ólavur.
– Um vit venda aftur til um
mælini ella umrøður, so hevur
Niels Uni Dam eisini sagt ella
hugleitt í grein, at Vestmenn eru
fyrimynd hjá øðrum føroyskum
countrybólkum, og t.d. hugleiddi
hann einaferð, at tað var stuttligt,
at Reverends spældu á Bryggjuni
í Keypmannahavn, meðan fyri
myndir teirra, Vestmenn, spældu í
Kagganum sama kvøld.
– Annars meti eg, at ljóðið
hevði nógv at siga á fyrstu plát
uni, og har eigur Milson sín part
av heiðurinum. Hon ljóðar væl
og er væl sungin. Og Martin,
orðasmiðurin mikli, hevur nógv
at siga, tá tað kemur til løgini og
orðini, tó at allir góvu sítt íkast og
vit styðja sum heild hvønn annan
væl, eftirmetir Ólavur .
Ikki fastlæstir
Ólavur metir, at ein styrki hjá
Vestmonnum er, at teir hava ikki
læst seg í ávísa sjangru.
– Vestmenn hava lagt onnur
løg fyri dagin, enn tey løttu, sum
øll kenna og syngja við til. T.d.
á útgávuni “Undir Stjørnunum”
eru djúp løg, har serliga Martin
eigur sín lut, men vit hava eisini
altíð havt løg á, ið hava “selt”
útgávuna. Men læst okkum fastur
hava vit ikki og aloftast hevur
tilfarið verið sjálvgjørt, tó okkurt
lag er lænt og okkurt hava vit
tikið fram, sum annars hevði farið
í gloymskuna, sigur Ólavur, og
leggur hugsunnarsamur afturat,
at síðstu 10 árini hevur bólkurin
tó meira verið undirhaldsbólkur,
ið hevur spælt meira, enn hann
hevur tikið upp.
Nýtt á veg
Vestmenn arbeiða nú við nýggjari
fløgu og eini 10 – 12 løg verða
ætlandi á fløguni.
– Tað verður tað góða gamla
frá Vestmonnum. Bogi hevur
heimastudio og vit arbeiða við
at gera demo. Vit arbeiða við
løgum og tekstum. Vit hava nóg
mikið, men arbeiða nú í felag við
at skapa fløguna, sigur Ólavur,
sum fegnast um, at Vestmenn í
upprunalíki nú aftur eru virknir,
hóast bæði Ólavur og Martin
hava sítt.
Vestmenn eru Vestmenn, slær
Ólavur fast, og vit halda fram
bæði saman og hvør sær.
Tað er stuttligt. Vit síggjast
nokkso javnan. Nakrir okkara
hava mammurnar eftir á Heygum
og annars býr familja har, so
vit koma javnan har. Eg eri
vestmaður um ein háls. Vestmenn
er vorðið eitt hugtak og ein
liviháttur hjá okkum, sigur Ólavur.
Um framtíðina sigur hann: Vit
halda fram at gera tónleik – hvør
sær og í Vestmenn høpi. Kundi
ikki hugsað mær at Vestmenn
ikki var til longur – í dag er
Vestmenn, umframt at vera ein
tónleikabólkur, sum vit stovnaðu
1983, eisini eitt hugtak í okkara
verð og ein liviháttur, sum vit
hava tað gott við.
eftir einari viku
Fakta
Vestmenn
Bólkurin er stovnaður í 1983.
Útgávur:
Brot, 1983
Rím, jólaband, 1984
Kanska í dag, 1985
Vit syngja Andreasen,
barnaband, 1986
Vestmenn, 1988
Undir Stjørnunum, 1998
Síðani hava Martin og
Ólavur givið út hvør sær,
men nú er aftur ein útgáva
frá Vestmonnum á veg
Vestmenn spældu í 1985 inn fløguna Kanska Ein Dag í LT Studio í Havn
– Vit fóru til Hansenmann Tórgarð fyri at vita, um hann hevði
áhuga í at geva plátuna út. Tá hann hevði hoyrt lagið “Eg
siti so eina”, tørvaði honum ikki at hoyra meira, men játtaði
beinanveg, sigur sangarin Ólavur Højgaard um bestseljaran
hjá Vestmonnum, Brot. Mynd: Jens Kr. Vang