Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 25. mai 2007 15 Hjørdis í Jansagerði, ættað úr Miðvági, búsitandi í Hørning, andaðist 22. mai á Silkeborg sjúkrahúsi, 67 ára gomul. Kistan við Marnar Dam verður í Oyndarfjarðar kirkju fríggjakvøldið klokkan 19. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 14. Tey ið ynskja at minnast Marnar, kunnu lata eina gávu til genturnar, konto í Eik. Svanhilda Olsen, vanliga nevnd Hilda, av Toftum, andaðist 22. mai 89 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni leygardagin 26. mai klokkan 14. Tey ið vilja minnast Hildu, kunnu geva eina gávu til missiónshúsið Tabor á Toftum, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir nøvn 1. mai andaðist Gustav 74 ára gamal. Gustav var sonur Vilhelm Hentze og Katrinu Hentze, fødd Nicodemus­ sen. Gustav og eg vóru bestu vinmenn, og kom eg soleiðis at verða sum hús­ fólk hjá teimum úti á Fjørubøkkum. Vit hildu saman allar okkara óvita­ dagar, og minnist man soleiðis fleiri vandaferðir, sum ikki áttu at verði gjørdar. Undir krígnum leitaðu vit eftir reka saman. Hetta blivu vit stoppaðir við, men har vóru vit óhoyrigir, og vóru vit við strondina og leitaðu hvørja ferð ætt var, okkurt kubbið gjørdu vit, og soleiðis kallaðu tey okkum fyri rekabeiggjarnir. Vit hildu saman allar okkara ung­ dómsdagar ­ á teir stuttligu dagar. Vit vóru eisini til skips saman. Komn­ ir til tjúgu ára aldur fóru vit á skipara­ skúla báðir, og búðu vit eisini saman. Tá ið skiparaskúlin var bæstur, fóru vit við sama skipi sum bestumenn, og sjálvt um kenningarfiskarí var, so fiskaðu vit í felag. Vit funnu okkum gentur um somu tíð, sum vit vórðu forlovaðir við. Vit bygdu hús um somu tíð. Vit giftust báðir sama ár og í sama mánað. Tá fingu vit báðir familju, men fiskaðu fleiri ár saman eftir tað. Tey seinastu nógvu árini, vit vóru í vinnu, sildu vit í sama reiðaríi. Gustav um skopunarfjørð og eg um Skúoyarfjørð. Har var Gustav sera nógv avhildin fyri sítt blíða lyndi ímóti ferðafólkunum. Tann triðja mai í ár kom ein ung dama av Sandi, sum var vinnandi í Havn, suður til Skopunar við Teist­ anum. Komin til Sands møtti hon soni mínum Evald, hon fortelur, at hon sat alla tíðina umborð og hugsaði um Gustav, túrarnar við Rituni Tórs­ havn–Skopun. Hendan vinarliga mannin sum gekk og heintaði spýggjubakkar, og fortaldi at nú eru vit komin um tað ringasta, og segði hvussu leingi var eftir til Skopunar. Evald spyr hana so, um hon ikki veit at Gustav er deyður og kom sum lík suður í seinastu rutu. Tað meinti hon var løgið, so mátti tað verða andin sum hevði verði við, so nógv hevði hon hugsa um hann. Hetta, sum hendan daman segði um Gustav, var tað sum bleiv sagt um hann, bæði á landi og til skips, og ikki minst tey mongu ár hann sigldi sum skipari og styrimaður um skopunarfjørð. Gustav var fyri tí keðiligu lagnu, longu áðrenn 67 ára aldur fór heilsan at bila. Tey seinastu árini var hann ógvuliga sjúkur, men tað eydnaðist honum at verða heima, har hann bleiv sera væl passaður av konuni og børnunum, sum hann var so góður við, og so eisini abbabørnini, sum hann var so sera glaður fyri. Sum eg siti og skrivi, síggi eg oman á grøvuna hjá tær Gustav, og kann ikki lata verða við at tonkja, at likam titt nú hvílir Nirði á Krossi í okkara gamla spæliplássi í óvita­ døgum. Góða Klara, børnini og ommu­ børnini, eg eri greiður yvir at longs­ ulin er eftir einum so góðum manni, pápa og abba. Men Várharra lekjur øll sár, og tað er styrkjandi, øll tey góðu minni tit eiga um Gustav. Tá stormur ýldi homrum í Og brimið breyt á lógv Tá fóru vinur tú og eg Um heygar og um sjógv Sólvit Gustav Hentze til áminningar Sólvit Simonsen og Gustav Hentze Dagurin 25. mai. Urbanus. Hann var Pávi, til hann varð hálshøgdur ár 230. Eftir teimum gomlu álmannakkunum var Urbanus fyrsti summardagur. Navnið merkir upprunaliga býarbúgvi. 26. mai. Beda, deyður ár 735. Eftirtíðin gav honum navnið venerabilis, hin tignarligi. Hesin enski munkurin gjørdist ein hin mest metti kirkjulærarin í miðøld við átrúnarligu, søguligu og málsligu bókum sínum. Líka í Føroyum hava teir tikið til Beda og lærdóm hansara. 27. mai. Lucianus, deyður umleið ár 200. Saman við fleiri øðrum tikin av døgum um Svartahavsleiðina. Kristian Osvald Viderø varð føddur hendan dagin í 1906. 28. mai. Vilhjálmur, deyður í 812. Hertogi í Gascogne í Fraklandi. Var ein av kempunum hjá Karlamagnusi keisara. Tað er um hann, at Sjóvarbóndin yrkti kvæðið Viljorm Kornus. Hann fór í kleystrið inn at bøta sínar syndir. Seinni legði hann út aftur í herstríð, men halgisøgan sigur, at hann á gamalsaldri aftur fór í kleystrið, sum hann sjálvur hevði grundað. Upprunaliga týskt navn, vilji og hjálmur. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Dora Nielsen Vatnsoyrar andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur, kransar, gávur til Zarepta og tykkum, sum fylgdu henni til gravar. Fyri tey avvarðandi Kirstin, Karl Jóhan, Jórun og Marjun Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,tá okkara kæru mamma og pápi, omma og abbi, langomma og langabbi, olduromma og oldurabbi Gudrun og Erland Poulsen andaðust. Hjartaliga tøkk til øll tykkum, sum fylgdu teimum til teirra seinasta hvíldarstað. Anna, Elsa, Petur Hans, Ruth og Páll við familju Lesið -so eru tit við!