fríggjadagur 25. mai 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti
14
Vestmenn fara á pall á Summar
festivalinum í Klaksvík í summar.
Og tað merkir við øðrum orðum,
at ein hin fólkakærasti bólkurin
í Føroyum aftur savnast, eftir at
hava ligið stillur nøkur tíðarskeið
hesi seinastu 2025 árini.
Tað verður upprunamanningin,
sum fer á pall: Ólavur Højgaard,
Martin Joensen, Niels Olsen,
Bogi Olsen og Jógvan í Toftum
Olsen. Væntandi verða Rúna
á Heygum og Jórun Højgaard
eisini við. Tær sungu við, tá
Vestmenn gav fyrstu útgávurnar
út. Møguliga verða eisini aðrir
tónleikarar, sum hava verið við
Vestmonnum millum ár og dag,
við á summarfestivalpallinum.
Lot av vestri
Tað var í 1983, at bólkurin Vest
menn kom sum eitt frískt lot av
vestri inn í føroyskan tónleik.
At siga, at hetta vóru
nýbyrjarar, hevði verið at tikið
munnin ov fullan, tí talan var
um mannkomnar unglingar úr
Vestmanna, ið høvdu funnið
saman.
– Vit hava verið í gongd alla
tíðina, hóast tað hevur verið
upp og niður við, hvussu virknir
vit hava verið. Og Martin hevur
ikki verið við eini 1015 ár, men
hevur sum kunnugt roynt egnar
leiðir, men tað hevur eisini verið
fruktagott fyri allar partar, sigur
Ólavur Højgaard, nú Vestmenn
aftur savnast í upprunalíki.
Sjálvur hevur Ólavur eisini
roynt seg sum solist við fløgu,
sum er tikin upp í Nashville,
men hann fór ikki undir hesa
fløguætlan, uttan at hava
vestmannin Martin Joensen sum
stuðul, tá umráddi tekstirnar.
Nógv vatn er runnið, síðani
fyrstu spírarnir, sum seinni
gjørdust Vestmenn, spíraðu í
Vestmanna.
– Eg spældi við Western sum
heilt ungur, eg var kanska eini 14
ár. Teir manglaðu ein sangara,
so eg fór uppí. Har var Niels
eisini við, minnist Ólavur, ið
heldur, at tað var náttúrligt hjá
Vestmonnum at finna saman, tí
allir eru uppvaksnir sum brøður
hús um hús í býlinginum á
Heygum í Vestmanna.
– So fór eg niður til Danmarkar.
Martin og Niels vóru eisini niðri.
Heimkomnir funnu vit saman
fyrst í 80’unum og fóru undir
at innspæla plátu hjá Milson
Zachariassen.
– Eg minnist, at Tinganest vóru
har um somu tíð. Teir spurdu, hvat
vit gjørdu, og vit hvat teir gjørdu.
Eg minnist, at teir søgdu seg
eisini spæla inn til útgávu, men
at ætlanin var ikki so stór sum
okkara. Men tað stuttliga í dag er,
at báðar útgávurnar standa eftir
sum varðar og fólkaogn, men á
hvør sín hátt, sigur Ólavur.
Vit fóru so til Hansenmann
Tórgarð fyri at vita, um hann
hevði áhuga í at geva plátuna
út. Tá hann hevði hoyrt lagið
“Eg siti so eina”, tørvaði honum
ikki at hoyra meira, men hann
játtaði beinanveg. Hann gav nógv
út og hevði varhuga av, hvat
fólk vildi hava. Plátan kom út
19. september í 1983, og fyrstu
vikuna vórðu 5000 eintøk seld.
Eg haldi, at har var líka sum eitt
hol, tí ongin hevði givið nakað út í
eina tíð tá, metir Ólavur.
Ólavur hyggur í eina scrapbók
við tilfarið frá døgunum, tá
full ferð var á Vestmonnum og
ummælarar vóru sum vera mann
ymsir á máli.
– Summir nevndu hetta
kvøðuljómatónleik, men tað sum
stendur eftir er, haldi eg, at hetta
er ein fólkslig pláta og okkurt
nokkso djúpt er eisini at finna,
t.d. sangurin Ró, metir Ólavur.
Summarfestivalur og
Vestmenn
– Nú vit práta um ummælarar,
so er stuttligt at hyggja afturá,
tí Steintór Rasmussen ummælti
í juni í 1985 plátuna “Kanska
í dag” og segði: “Vestmenn
gjørdust fólkaogn hjá øllum
føroyingum, tá teir fyri tveimum
árum síðan smoygdu seg inn í
hvørja stovu í landinum”. Og nú
biður hann okkum so koma á pall
í Kalksvík so mong ár aftaná,
greiðir Ólavur frá.
Seldu 5.000 plátur
Tað var í 1983, at vestmenn
ingarnir av Heygum funnu
saman at spæla í tónleika
bólki, og navnið Vestmenn
kom av sær sjálvum. Síðani
hevur bólkurin verið sjálv
sagdur partur av føroyska
samleikanum, tí hvør situr
ikki eina viðhvørt og droymir
undir stjørnunum fyri at
finna ró?
Vestmenn
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo