Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 tíðindi Nr. 99 - 25. mai 2007 - Vit hava í hesi kanning, sum granskingarstovnur í Bretlandi hevur gjørt, fingið eitt positivt herðaklapp uttan úr heimi, sigur Føroya Reiðarafelag Kanning Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein bretskur granskingar­ stovnur, Chatham House, hevur staðið fyri eini kann­ ing, sum eitt nú snýr seg um, hvussu lond, ið reka fiskiveiði, hátta sær á heimsins høvum og við tí náttúrutilfeingi, sum har er. Føroyar ovarlaga Føroya Reiðarafelag veit at siga, at kanningin fevndi um tilsamans 53 lond. ­ Føroyar er tað landið, ið fekk hægsta stigatal, tá ræður um hentleikaflagg, og hetta merkir, at moralurin hjá føroyingum á hesum øki er góður. Hyggja vit at samlaða stigatalinum, liggur Noreg á fyrsta plássi við 28,5 stigum og Føroyar á øðrum plássi við 27 stigum. Kanningin fevnir ikki bara um hentleikaflagg, men samanber eisini, hvussu londini fyrihalda seg til eitt nú óskrásetta veiði, óregluligan fiskiskap og útblaking av fiski. Hini norðurlondini, sum vóru við í kanningini, fingu hesi stig; Ísland (19), Svøríki (16,5) og Danmark (15,5). Og soleiðis lógu Føroyar nógv fremri enn bæði Ísland, Svøríki og Dan­ mark. Eitt herðaklapp ­ Kanningin er eitt positivt íkast, tá hugsað verður um alla ta negativu umtalu, vit hoyra dagliga. Vit heilsa tí hesum herðaklappi uttan úr heimi vælkomnum, sigur Føroya Reiðarafelag, sum sjálvandi fegnast um góða úrslitið. Føroyar í oddinum: Moralurin er góður í fiskiskipaflotanum Hugskotið við eftirgjørdu rivunum er ivaleyst, at fiskurin skal kunna trívast betri - og fáa betri frið - við botnin, tá fiskireiðskapur ikki sleppur eftir honum StovnSrøKt Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri taldu granskarar fisk í Kattegat. Hetta var á leiðini við oynna Læsø. Norska fiskivinnublaðið Fiskaren skrivar einki um, hvussu tað gekst við hesi teljing, men blaðið skrivar um eina forvitnisliga ætlan, sum granskarar hava á hes­ um leiðum ­ eina ætlan, sum vit í Føroyum kanska eisini kundu hugt uppá. Ætlanin er nevniliga at byggja uppaftur fiskiskapin á leiðunum við Læsø, og í hesum sambandi hava granskarar tað hugskot at leggja eftirgjørd riv úr gróti á leiðina til verju fyri fiskin. Ætlandi kemur grótið, sum eftirgjørdu rivini skulu byggjast upp av, úr Noregi og Svøríki. Ein møguleiki? Vit hava trolfrí økir á før­ oysku havleiðunum, ið stava frá tíðini, tá Heini O. Heinesen var í politisku vælmaktini. Spurningurin er so, um vit kanska eisini skuldu havt nøkur eftirgjørd riv úr gróti til verju á øðrum leiðum, har fiskurin hevur ilt við at verja seg móti veiði. Í áum og hyljum, har ótangar stundum hava til frægd at pilka laks ólógliga, liggja í støðum net ella ann­ að við botnin, so tú missir pilkin, um tú kemur fastur. Fiskar tú lógliga við húki og kemur fastur, missir tú eisini húkin. Hugskotið við eftirgjørdu rivunum er ivaleyst, at fisk­ urin skal kunna trívast betri ­ og fáa betri frið ­ við botn­ in. Er botnurin grýtutur, er valla komandi eftir honum við troli, samstundis sum húkurin hevur nógv smærri møguleikar enn áður. Eftirgjørd riv verja hjá fiski Útlátið skal skerjast Japanska stjórnin mælir nú altjóða samfelagnum til at fremja tiltøk, sum skulu skerja CO2­útlátið eina helvt innan 2050. Shinzo Abe, forsætisráðharri, heldur tó ikki, at avtalan, sum skal koma ístaðin fyri Kyoto­avtaluna, skal binda londini, tí so væntar hann ikki, at USA fer at taka undir við henni. Japanski forsætisráðharrin segði í gjár, at tað týdningarmesta er at fáa øll at gera sítt besta, tí skulu vit steðga tí veksandi hitanum á Jørðini, er tað avgerandi neyðugt, at øll hjálpa til, segði hann. Shinzu Abe fer á toppfund hjá G8­londunum í næsta mánað, og tá fer hann ivaleyst at taka japanska uppskotið fram. Tingast um rakettir Eftir diplomatiska togan aftur og fram í fleiri mánaðir eru USA og Pólland nú farin undir tær veruligu tingingarnar um amerikonsku ætlanina um eina rakettverju í Eysturevropa. Meiningakanningar hava víst, at póllendingar eru ójavnir á máli um amerikonsku ætlanina, sum millum annað ber í sær, at USA skal seta rakettir upp í Póllandi. Russisku myndugleikarnir hava gjørt púra greitt, at teir eru harðliga ímóti, at amerikanskar rakettir verða settar upp so nær Russlandi, og Vladimir Putin, forseti, hevur hótt við at taka vápnakappdubbingina uppaftur, verður amerikanska ætlanin framd í verki. Ætlanin er at leggja riv úr gróti á havbotnin til verju hjá fiski. Kanska kundu føroyingar eisini hugsað slíkar tankar, har trolveiða hevur gjørt av við koralriv Sambært bretskari kanning, er moralurin í føroysku skipavinnuni góður – betri enn eitt nú í Íslandi, Svøríki og Danmark. Kanningin snýr seg eitt nú um hentleikafløgg, óskrásetta veiði, óregluligan fiskiskap og útblaking av fiski Myndir: Vilmund Jacobsen