fríggjadagur 25. mai 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 25. mai 2007
27
tíðindi
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og
tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt
Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænas-
tan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400
fólk starvast í Nærverkinum.
Í samband við at økisterapi verður sett í
verk í Heimatænastuni øki 2, verður søkt
eftir ergoterapeuti til setan 1. august 2007
ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt
fulltíðarstarv.
Ergoterapeuturin og fysioterapeuturin
í økinum fara at samstarva um
uppgávurnar.
Tilboðið skal skipast og mennast í
tøttum samstarvi við økisleiðsluna, aðrar
starvsbólkar og samstarvsfelagar, sum
hava týdning fyri einstaka brúkaran.
Arbeiðið hjá økisterapeutunum verður
at veita tænastur til fólk við tørvi á
uppvenjing og viðlíkahaldi av førleika.
Tænastan verður veitt til fólk yvir 18 ár, ið
búgva heima, á eldrasambýlunum og á
røktarheiminum.
Talan er um eitt nýtt tilboð við støði í
einstaka brúkaranum, soleiðis at brúkarin
fær eitt heildartilboð.
Í mun til brúkarin
skal økisterapeuturin:
• Meta um førleika og tørv á tiltøkum
• Veita ADL- og funktiónsvenjing
• Veita venjing/viðgerð, uppafturvenjing
og viðlíkahaldsvenjing til brúkaran
• Veita vegleiðing og undirvísing til
starvsfólk og avvarðandi í mun til
viðlíkahaldsvenjing hjá brúkaranum
• Veita ergonomiska vegleiðing,
undirvísing og ráðgeving til starvsfólk
og avvarðandi
• Gera fyrireikandi og uppfylgjandi
arbeiði í samband við útskrivan frá
sjúkrahúsi
• Viðvirka við meting, útvegan og nýtslu
av hjálpitólum, húsabroytingum v.m.
Vit sóknast eftir starvsfólki, sum:
• Hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
• Er ígongdsetari og torir at ganga
nýggjar leiðir
• Dugir væl at samstarva og samskifta
• Er fl eksibul og opin fyri nýggjum
avbjóðingum
• Hevur telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða:
• Eitt nýtt starv við nógvum avbjóðingum
• Eitt starv við tvørfakligum samstarvi á
einum arbeiðsplássi í støðugari menning
Setanar- og lønarviðurskifti:
Terapeautarnir hava beinleiðis tilvísing
til økisleiðaran. Lønin er sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er
Nærverkið, og tænastustaðurin er í løtuni
HeimatænastanVágar/Norðurstreymoy.
Arbeiðsstaðurin er við útgangsstøði frá
Røktarheiminum á Mørkini.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Sonju Klein, økisleiðara, á tlf.
333249 / 282249.
Umsókn:
Send eina umsókn við avriti av prógvum
og møguligum viðmælum til:
Heimatænastan Vágar/Norðurstreymoy
Økisskrivstovan, Heilsumiðstøðin
370 Miðvágur
Umsóknarfreist: 15. juni 2007
Endurlýsing:
Ergoterapeutur til
Heimatænastuna Vágar / Norðurstreymoy
Starvslýsing
Les meira á www.naerverk.fo / leys størv
Heimatænastan
Cheney abbi
Amerikanski varaforsetin, Dick Cheney, er vorðin abbi,
eftir at dóttir hansara Mary hevur fingið ein son. Tað
óvanliga við hesum er, at tann 38 ára gamla Mary er
lesbisk og hevur í mong ár livað saman við einari kvinnu.
Mary átti sonin á einum sjúkrahúsi í Washington
fyrradagin, og sambært amerikonskum fjølmiðlum hava
abbin og omman verið og vitjað tey bæði. Varaforsetin er
annars kendur fyri at halda fast um konservativ, kristin
virðir.
Lesið
-so eru tit við!
- Hetta er ein
syndarlig gongd. Tað
er avgerandi neyðugt,
at útróðrarbátarnir,
sum royna við línu,
fara út um tríggjar
fjórðingar. Annars
endar heilt galð við
toskinum, sigur
Mortan Johannesen,
sum roynir við
snellu við bátinum
Tvíburðar
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mortan Johannesen, sum í
nógv ár var trolaraskipari,
alari og virkiseigari, hevur
seinastu árini verið útróðrar
maður. Hann eigur glas
trevjabátin Tvíburðar og
roynir burtur av við snellu.
Hann stúrur álvarsliga
fyri gongdini við toskinum,
nú
fiskurin
bara
gerst
smærri og smærri, sum tíð
in gongur.
Umframt at eg sjálvur
eri útróðrarmaður, fylgi eg
rímiliga væl við, hvat fer
fram við bryggjukantin.
Mortan sigur, at tað
sindrið av toski, sum fæst
fram við landi og úti á, er
so smáttfallandi, at tað er
ræðandi.
Eg haldi, at gongdin er
skelkandi. Fiskurin gerst
smærri og smærri og tað,
sum fæst á góðum leiðum í
dag, er so elendiga smátt, at
tað næstan ikki er orð fyri
tí.
Útróðrarmaðurin heldur
ongan iva vera um, hvør
orsøkin er til negativu og
skelkandi gongdina, sum
hann rópar hana.
Útróðrarbátarnir, sum
royna við línu, eru so
ógvuliga nógvir í tali, og
teir royna heilt inn í klettin.
Hetta er nakað, sum má
halda uppat. Eingin verður
fegnari um, at bátarnir
noyðast longur út enn línu
menninir sjálvir, tí hetta
kemur í longdini eisini at
geva teimum eitt betri
grundarlag.
Mortan heldur, at hugsun
arhátturin millum útróðrar
menninar, sum royna við
línu, er, at tá ið aðrir seta í
klettin, so geri eg tað eisini,
sum hann tekur til.
Tað er ein sannroynd, at
glastrevjabátarnir,
sum
royna við línu í dag, eru
líka so effektivir og seta og
draga líka nógva línu, sum
teir gomlu línubátarnir við
27 monnum gjørdu í seksti
árunum.
Hann vísir á, at fiskurin
at síggja til er hampiliga
væl fyri til fiti, men hann er
kortini ikki av tí feitasta.
Fitin er ikki trupulleikin
í løtuni. Tað er royndin við
línu her inni á leiðunum,
sum er alt ov stór, og eg
stúri fyri, at hetta endar í
einum »forskrekkilsi«, um
myndugleikarnir, sum sita
við avgerðunum, ikki taka
sær annað skinn um bak og
fáa smærri útróðrarførini
við línu út um tríggjar
fjórðingar, sigur Mortan
Johannesen, ið vit fara at
venda aftur til í eini aðrari
grein.
Skelkandi smáur
Mortan Johannesen var ein túr suður úr Kirkjubønesi við snellu í vikuni. Hann royndi á
vestfallskyrrindum, og veiðan hesa løtu var 150 pund. Á myndini vísir útróðrarmaðurin, hvussu
smáur fiskurin er – og hann gerst alsamt smærri og smærri
Mynd: Jan Muller