fríggjadagur 25. mai 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 99 - 25. mai 2007
Leiðsla, ábyrgd
og samstarv
TRYGD leitar eftir bólkaleiðara til Privatsøludeildina.
STARVIÐ
Talan er um spennandi starv, har høvuðsuppgáva tín verður at
virka sum bólkaleiðari hjá fýra starvsfólkum í sølutoyminum.
Á søludeildini fært tú samstundis ábyrgdina av fleiri sølu- og
fyrisitingarligum uppgávum og fert at gera títt til, at sam-
starvið millum deildirnar virkar væl, eins og tú fert at leiða og
menna títt egna toymi.
TÚ
Tú hevur nøktandi útbúgving til starvið, hevur minst tvey ára
leiðsluroyndir og kanst vísa á úrslit. Tær dámar væl at arbeiða
í toymi, og tú hevur góð leiðsluevni. Tú tekur eisini ábyrgd,
hevur yvirlit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn. Og
so hevur tú sjálvandi ein fínan sans fyri handilslívi.
UMSÓKNIR OG STARVSSETAN
Starvið verður sett sambært sáttmála við Finansforbundet.
Tú fært eina góða, fasta løn og møguleika fyri bonus, um
úrslitini eru nøktandi. Vit vilja seta starvið sum skjótast, men
eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn við
curriculum vitae og viðkomandi skjølum skal vera okkum í
hendi innan 8. juni 2007. Send umsóknina til P/F TRYGD, att.:
Heidi Christensen, Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, ella
til hpc@trygd.fo.
R E P R O Z
LES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRYGD.fO
UMSÓKNARfREIST ER 8. jUNI 2007
SOLEIÐIS ER TRYGD
TRYGD er ein skjótvirkin og
slóðbrótandi fyritøka, ið mangan
setur dagsskránna í føroyska
tryggingarheiminum. TRYGD
grundar virksemi sítt á dygd, skjóta
avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og
lønsemi.
TRYGD er eisini ein sterk og
framlítandi eind, ið veit, hvussu
týðandi tað er at geva fjølbroyttum
og skapandi menniskjum rásarúm.
Hjá TRYGD starvast 35 fólk, og
vit umseta fyri meira enn 75 mió.
krónur um árið.
TRYGD bjóðar tær góðar
møguleikar fyri yrkisligari og
persónligari menning í einum
virknum og nýskapandi toymi. Tú
verður við til at flyta felagið inn
í framtíðina, og vit síggja tínar
persónligu dygdir sum ein týðandi
lut í at gera TRYGD enn sterkari.
Kemur tú við?
Vágs kommuna søkir eftir trimum pedagog-
um og einum stuðli at byrja í starvi
13. august 2007.
Størvini eru:
Ein pedagogur 30 tímar til Frítíðarskúlan.
Ein pedagogur 35 tímar til barnagarðin
Eikilund.
Ein pedagogur 30 tímar til barnagarðin
Eikilund.
Ein stuðul 35 tímar til barnagarðin Eikilund.
Eginleikar
Tú dugir at skapa ein tryggan og fj ølbroyt-
tan gerandisdag saman við børnunum.
Tær dámar væl at vera úti, ert kreativ/ur, og
megnar at hava gott samskifti og samstarv
bæði við foreldur og starvsfólk.
Lønarviðurskifti:
Starvið er lønt sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Føroya Pedagogfelag.
Fleiri upplýsingar
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at
venda tær til Vágs kommunu, Petry Joensen
á tel. 37 30 24 ella tel. 22 87 18.
Ert tú áhugað/ur?
Send eina skrivliga umsókn saman við prógv-
um, CV og møguligum viðmælum til:
Vágs kommunu
Vágsvegur 22
FO-900 Vágur
Umsókn saman skjølum skulu verða
bý ráðs skrivstovuni í hendi í seinasta lagi
4. juni 2007, kl. 12.00. Merk umsóknina
“pedagogur/stuðul”
Um eingin pedagogur søkir, verða
hjálparfólk sett ístaðin.
Starvslýsing
Tríggir pedagogar og ein stuðul til
barnaansingina í Vágs kommunu
Vágs kommuna
Av fullum huga?
Vegna vaksandi virksemi, sóknast
vit eftir sveini.
Vit vænta at tú:
• ert arbeiðssamur
• hevur royndir innan økið
• ert álítandi
• ert fyrikomandi
• ert samarbeiðsvilligur
• ert førur fyri at taka avgerðir
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt spennandi og avbjóðandi starv
• eitt gott arbeiðsumhvørvi í eini fyritøku í
menning.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú ringja til
Oddur á telefon 505882.
Elektrikkari
Kongshavnar El-Virkið
Gulasteinsvegur 30 · FO-610 Saltangará
t-postur: kev@kev.fo
KEV leitar eftir góðum lærlingum innan el.
Ert tú opin og erligur, hevur rímiligan kunnleika
til teldu og hug at arbeiða innan el, ynskja vit
at frætta frá tær.
Fyrimunur er, um tú hevur SIT.
Send okkum eina skrivliga umsókn við avriti
av prógvum v.m.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta
lagi 8. juni.
Hevur tú okkurt at spyrja um, kanst tú ringja
til Oddur á telefon 505882.
Lærlingur
Kongshavnar El-Virkið
Gulasteinsvegur 30 · FO-610 Saltangará
t-postur: kev@kev.fo
www.sosialurin.fo