Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 99 - 25. mai 2007 Kundi tú hugsað tær at arbeitt við ungdómi? – so hava vit eitt avbjóðandi starv til tín SOZO KFUM og KFUK søkja medarbeiðara, sum hevur hug at arbeiða millum ungdóm í einum fjølbroyttum kristiligum umhvørvi. KFUM og KFUK Varðagøta 9 100 Tórshavn tel 31 19 28 Arbeiðið umfatar · leggja ungdómsarbeiðið til rættis · skipa fyri tiltøkum fyri børn og ung · røkja dagliga arbeiðið á skrivstovuni Vit vænta · tú ert álítandi og trúgvandi · tú dugir at arbeiða við børnum og ungum · tú kennir til sjálvboðið kristiligt arbeiði · tú kanst samstarva við onnur · tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt · tú hevur áræði at taka nýggjar tættir upp Vit bjóða · eitt avbjóðandi og spennandi starv · fjølbroyttar og mennandi uppgávur · góð arbeiðsviðurskifti og góða løn Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til KFUM og KFUK á tel 31 19 28 ella fartelefon 21 18 24. Umsókn og freist Skrivlig umsókn við ummælum og skjølum skal vera okkum í hendi innan 4. juni 2007. KFUM og KFUK í Havn eru tveir savnandi ungdómsfelagsskapir við nógvum virksemi fyri børn, ung & vaksin, sum umframt Várgleði og onnur tiltøk umfatar Sound of GloryTenSing, sum er kór, dans & drama. Sí meira á www.soundofglory.com Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Søkt verður eftir starvsfólki við tekniskari útbúgving til byggi- málsviðgerð o.a. at byrja skjótast til ber. Talan er um eitt fulltíðarstarv á byggi- og býarskipanardeildini. Høvuðsuppgávur · Byggimálsviðgerð · Byggieftirlit · At fyrireika mál, ið skulu leggjast fyri byggi- og býar- skipanardeildina og skipa fyri avgreiðslu av nevndar- og býráðssamtyktum · Samskifta við borgarar, feløg og stovnar Førleikakrøv Umsøkjarin skal vera útbúgvin tekniskt hjálparfólk, byggiteknikari ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Umsøkjarin skal duga væl føroyskt og helst hava kunnleika til telduforritini MS Office, AutoCad/MicroStation GeoOutlook. Persónligir eginleikar Umráðandi er, at umsøkjarin dugir væl at leggja sær arbeiðið til rættis, er fyrikomandi, kann arbeiða sjálvstøðugt og er til reiðar at luttaka í øðrum arbeiði á deildini enn oman fyri nevnt. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær Magna Dalsgaard, leiðara, ella Mikael Viderø, býararkitekt, tlf. 302010. Umsókn Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2007. Merkið á umsóknina „Starv á byggi- og býarskipanardeildini“. Tórshavnar kommuna Byggimálsviðgeri Byggi- og býarskipanardeildin er partur av teknisku fyrisitingini. Á deildini starvast 20 fólk, harav 6 burturav við málsviðgerð av umsóknum um byggiloyvi v.m. Árliga verða umleið 150 ymisk byggiloyvi givin. Vit bjóða eitt áhugavert starv við búningsmøguleikum og góðum arbeiðsviðurskiftum. Byggi- og býarskipanardeildin er í sama bygningi sum Snarskivan. SANDOYAR MEGINSKÚLI 210 Sandur · Tlf. 361038 · fax 361866 t-postur: samesk@post.olivant.fo Varaskúlastjórastarv á Sandoyar Meginskúla Vegna farloyvi verður starvið sum varaskúlastjóri á Sandoyar Meginskúla lýst leyst. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. august 2007 til 31. juli 2008. Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum: • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsføðiligu leiðsluni av virksemi skúlans • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans Harumframt skal varastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans • saman við skúlastjóranum átaka sær fyristingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd Førleikakrøv: Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgv­ ing og starvsroyndir í fólkaskúlanum Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt í lønarflokki 32.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann sum sett/ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 6.juni kl.1300 Nærri fæst at vita um starvið frá Elnu Skylv Hansen, skúlastjóra, á tlf 361038 & 211619. Sandoyar Meginskúli hevur komandi skúlaár uml.120 næmingar í 5.­10.fl og um 14 lærarar. lýsingar