fríggjadagur 25. mai 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 25. mai 2007
37
FFA.
A.GRA
RAVSTEINAR
VSTEINAR
Velbastaðvegur 45
Box 336
110 Tórshavn
Tlf. 320370
Fax. 321470
Far. 214270
Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700
annars sambært avtalu.
Sjónband - 31 77 74
Nýggj vøruskrá fæst!
Frá 1. juni verður opið soleiðis:
Mánadag – fríggjadag: 8:00 – 15:00
Bílegging til levering aftaná kl. 15:00 má vera
okkum í hendi áðrenn kl. 12. sama dag
Smyrjibreyðsbúðin
Bøgøta 14 · 100 Tórshavn · tel 32 16 18
søkir eftir
lærarum
Okkum tørvar 4 lærarar í august 2007. Talan
er um føst størv á:
• Maskindeildini
• Bildeildini
• Eldeildini
• Trædeildini
Vit vænta, at tú hevur:
• sveinabræv innan økið
• evni og hegni at arbeiða við ungdómi
• viðkomandi starvsroyndir
• hollan og dagførdan kunnleika innan økið
Fyrimunur er, um tú hevur víðari útbúgving,
teldukunnleika og førleika at undirvísa í alm.
lærugreinum.
Vit bjóða:
• eitt spennandi og avbjóðandi starv, saman
við royndum starvsfeløgum
• møguleika fyri dagføring og eftirútbúgving
innan økið
• løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og FTL.
Tú:
skal senda umsókn við upplýsingum um
útbúgving og royndum innan 7. juni 2007 til:
Tekniska Skúlan í Tórshavn, Postrúm 3239,
110 Tórshavn
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú
ringja á tlf. 308050 og spyrja eftir:
• Helga Mortensen,
deildarleiðara á maskindeildini
• Eirik Ó. Simonsen,
deildarleiðara á bildeildini
• Jógvan Sørin Hansen,
deildarleiðara á eldeildini
• Atla Poulsen,
deildarleiðara á trædeildini,
Størvini, sum umfata undirvísing av maskin
smiðum, bilsmiðum, ellærlingum, timbur og
snikkaralærlingum, skulu setast 9. august
2007. Fyrstu 2 árini eru royndartíð, har tú,
sum settur/sett verður í starv, má vera til
reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður
seg námsfrøðiliga ella aðra førleikagevandi
útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur/
sett í fast starv.
Maskindeildin tekur sær av undirvísing av maskinsmiðum
og SITnæmingum. Á deildini starvast 6 lærarar og ein
verkvørður
Bildeildin tekur sær av undirvísing av bilsmiðum og SIT
næmingum. Á deildini starvast 4 lærarar og ein verk
vørður.
Eldeildin tekur sær av undirvísing av ellærlingum og SIT
næmingum. Á deildini starvast 5 lærarar og ein verk
vørður.
Trædeildin tekur sær av undirvísing av timbur og
snikkaralærlingum og SITnæmingum. Á deildini starvast 7
lærarar og ein verkvørður.
Eisini undirvísa lærararnir á eftirútbúgvingarskeiðum og
teimum víðari útbúgvingum, sum skúlin hevur.
Tórshavnar kommuna søkir eftir avloysara til býarskipanardeildina
at byrja skjótast til ber. Viðkomandi skal vera útbúgvin arkitektur
ella hava aðra viðkomandi útbúgving.
Arbeiðsøkini á býarskipanardeildini
eru í høvuðsheitum
· útstykkingarætlanir
· byggisamtyktir og lokalplanir
· býarplanlegging
· sektorplanlegging
· verkætlanarskitsur og málsuppfylging
· bygging av kommunalum bygningum
· luttøka í verkætlanum við eksternum ráðgevum
· samskifti við áhugabólkar, feløg, privatpersónar og stovnar
Býráðið roknar við, at umsøkjarin
· er útbúgvin arkitektur ella hevur viðkomandi útbúgving
· hevur royndir innan planlegging, projektering, eftirlit og umsiting
· hevur góðan kunnleika til EDV (Microsoft Windows, Word, Excel og
Outlook, umframt Cad tekniprogram og/ella MicroStation)
· dugir væl føroyskt, bæði í skrift og talu
· arbeiðir sjálvstøðugt og dugir væl at leggja arbeiðið til rættis
· er fyrikomandi og dugir væl at arbeiða saman við starvsfólkunum
á deildini
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag
og Fíggjarmálaráðið.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Mikael Viderø, býararkitekt, ella
Jákup Egholm Hansen, tekniskan stjóra, tlf. 30 20 10.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal
vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn í hendi í
seinasta lagi 11. juni 2007 kl. 12:00. Viðmerk á brævbjálvan
„arkitektur til býarskipanardeildina.“
Leyst starv
r e p r o z
Tórshavnar kommuna
Arkitektur á býarskipanardeildini
lýsingar