Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 99 - 25. mai 2007 Ruskinnsavnari til »Roða« Søkt verður eftir einum ruskinnsavnara til innsavningarbilin »Roða« at byrja mánadagin 4. juni 2007, ella skjótast tilber. Arbeiðið umfatar: • Innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum • Annað fyrifallandi arbeiði hjá IRF. Krøv til umsøkjaran: • Stóra koyrikortið, og vanur at koyra lastbil. • Kunna arbeiða sjálvstøðugt Tann ið settur verður í starv kann eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF. Galdandi sáttmáli: Fastlønarsáttmálin mil­ lum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arb­ eiðsgevarafelag Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Adelbert Ellingsgaard. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan hósdagin 31. mai 2007. IRF Postboks 39 520 Leirvík IRF hevur 5 serútgjørdar bilar til ruskinnsavning: Roði, Ryski, Rósa, Reyðsmæra og Viól. Arbeiðsumráðið hjá »Roða« er í Norðoyggjum, Vágum, Norðstreymoy og Eysturoy. Tríggir mans eru við ”Roða”. Barna- og ungdómsdeildin hjá Tórshavnar kommunu søkir eftir sálarfrøðingi at byrja 1. august 2007. Starvið Tann setti verður partur av nýggja toyminum undir B&U deildini, ið arbeiðir við m.a. ráðgeving, fakligari sparring og menningarprojektum í mun til børn á dagstovnum. Vit bjóða eitt fjølbroytt og spennandi starv innan eitt øki, sum er í stórari menning · ymiskar og skiftandi fakligar avbjóðingar · ávirkan á egið arbeiðsøki · skeið og supervisión · eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi Vit ynskja at seta eitt fólk, ið hevur · útbúgving sum cand. psyk. ella cand. ped. psyk. · áhuga í og royndir innan smábarnaøkið · hug og førleika at arbeiða ráðgevandi (konsultativt) · góð samstarvsevni, opinleika fyri nýhugsan og sjálvstøðugt arbeiðslag Starvs- og setanarviðurskifti Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag Føroya. Meiri fæst at vita við at venda sær til Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóra, ella Katrina Petersen, deildarleiðara, tlf. 30 20 10. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 12. juni 2007. Toymið Toymið undir Barna og ungdómsdeildini er tvørfakligt og hevur virkað síðan august 2006. Arbeiðsuppgávurnar hjá toyminum eru at samstarva við dagstovnar í kommununi og veita ráðgeving í námsfrøðiligum og sálarfrøðiligum spurningum. Í løtuni arbeiða tríggir námsfrøðingur og ein sálarfrøðingur í toyminum. Leyst starv r e p r o z Tórshavnar kommuna Sálarfrøðingur Umsókn Um skeinkiloyvi til støk tiltøk Umsóknir um skeinkiloyvi til støk tiltøk í summar, eiga at verða Loyvisnevndini í hendi innan 8. juni 2007. Umsóknir skulu sendast til: Politistøðin í Tórshavn Att. Loyvisnevndin J. Broncksgøta 17 Postboks 3018 110 Tórshavn Saman við umsóknini skal sendast ein tekning, sum vísir økið har ætlanin er at skeinkja, tal av skeinkingarstøðum, umframt ein neyv lýsing av tiltakinum, herundir upp- og afturlating- artíðir. Loyvisnevndin Anna Dam, form. Søkt verður eftir starvsfólki til mótahandil til at arbeiða annan hvønn leygardag og av­ loysa aðrar dagar, feriu og serliga seinna­ partar á degnum. Tygum skulu kunna arbeiða sjálvstøðug, hava áhuga og duga at hjálpa kundanum at velja rætta klædnaplaggi. Hevur hetta tygara áhuga, eru tygum væl­ komin at seta tygum í samband við okkum. MARGERITA, SMS Á Trapputrøðini · Postboks 1385 · 110 Tórshavn Tlf. 318787 · Fartlf. 510750 · margerita@kallnet.fo lýsingar