fríggjadagur 23. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 23. mars 2001
5
4
Nr. 58 - 23. mars 2001
kr.
90,-
Tilboð
keyp 2x1,5l Coca Cola,
250g Foodline chips
og leiga 2 videofilmar
Nýggir
filmar
Nýggir
filmar
Hornið
Í SMS
á Trapputrøðni • 100 Tórshavn
Tlf. 31 50 10 • Fax 31 39 87
Lake Placid
Complicity
It's The Rage
Fyri einans
Nevndin, sum kannar
sernámsfrøðina í
landinum, hevur
gjørt fyribils álit, sum
tey nú ynskja
viðmerkingar til
KANNING
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Seinnapartin
hevði nevndin, sum kannar
sernámsfrøðisliga økið í
landinum, tíðindafund í
Klaksvík.
Bólkurin, sum í novemb-
er mánaði var settur at
endavenda sernámsfrøðini,
er nú komin við einum
ávegis áliti, sum er lagt út
til almenningin.
Álitið finst á nýggjari
heimasíðu hjá nevndini,
sum er at finna á adressuni
www.umms.fo/ser. Heima-
síðuna hevur Miðil í Klaks-
vík smíðað.
Tvey av teimum trimum
fólkunum, sum hava sitið í
nevdini, vóru á tíðinda-
fundinum mikudagin, og
tey hildu arbeiðið er komið
væl ávegis.
– Vit leggja hetta fyribils
álitið út til almenningin, tí
vit ynskja viðmerkingar,
áðrenn vit skrivað endaliga
álitið. Fólk, sum hava
áhuga fyri økjunum, skulu
hava møguleikan at koma
til orðanna, segði Tóra Tór-
oddsdóttir.
Arbeiðsbólkurin
Umframt Tóru sita Hans
Trygvi Teirin og Steintór
Rasmussen í arbeiðsbólkin-
um.
Tóra Tóroddsdóttir er
útbúgvin fysioterapeutur og
hevur arbeitt í føroyska al-
manna-, skúla- og heilsu-
verkinum seinastu 20 árini.
Hans Trygvi Teirin er
løgfrøgðingur og pápi at
fjølbrekaðum barni. Hann
hevur eisini verið formaður
í Føroya Lærarafelag.
Steintór Rasmussen er
útbúgvin fólkaskúlalærari.
Hann hevur starvast í Næst-
ved og í Klaksvík, og hann
hevur verið sernámsfrøðis-
ligur ráðgevi í skúlanum á
Ziskatrøð.
Riggar ikki
Vaksandi ónøgd við ser-
námsfrøðisliga økið var or-
søkin til, at Torbjørn Ja-
cobsen, landsstýrismaður, í
november mánaði í fjør
setti ein arbeiðsbólk at
kanna
sernámsfrøðisliga
økið.
Arbeiðsbólkurin fekk til
1. oktober í ár at gera eitt
tilmæli til landsstýrismann-
in. Arbeiðsbólkurin hevur
gjørt kanningar á økinum
og hevur staðfest, at økið
riggar ikki nóg væl.
Í fyribils álitinum er
harður kritikkur av verandi
skipanini,
og
bólkurin
kemur við einum uppskoti
um nýggja skipan.
– Høvuðssetninurin hjá
okkum er at fáa eina skipan
í landinum, sum børn og
foreldur finna runt í og fáa
brúkt til fulnar, sigur Stein-
tór Rasmussen.
Kunnu kjakast
Arbeiðsbólkurin
hevur
verið skjótur í vendingini, tí
størsti parturin av arbeið-
num er longur gjørdur.
Nú eru tað upp til fólk,
sum hava áhuga í ser-
námsfrøðisliga økinum, at
koma við viðmerkingum til
fyribils álitið.
Á heimasíðuni hjá ar-
beiðsbólkinum ber til at
senda bólkinum uppskot,
viðmerkingar og annað í
trúnaði, og tað ber eisini til
at luttaka í einum almenn-
um kjaki á síðuni.
Heimasíðan riggar fram
til 1. juni, tá arbeiðsbólkur-
in fer undir at leggja sein-
astu hond á arbeiðið. Ætl-
anin er at lata landsstýris-
manninum
álitið
fyri
summarferiuna.
Nevndin, sum kannar
sernámsfrøðina í Føroyum,
hevur gjørt sínar metingar av
skipanini, og fyribils álitið er
nú alment á nýggjari
heimasíðu
Mynd: Jens Kristian Vang
Gjørt ávegis álit
Mánadagin skipar
TK-Stovan fyri einari
kunning um betri
stýring av tilboðs-
geving, ordramóttøku
og framleiðslugongd-
ini, so endamálið at
levera til avtalaðu tíð
heldur
Fundurin er fyri handverk-
aravirkir, tænastuvirkir og
onnur virkir við framleiðsl-
um ella tænastuveitingum,
har tørvur er á betri stýring
av tilboðsgeving, ordramót-
tøku og framleiðslugongd-
ini yvirhøvur, so endamálið
at levera til avtalaðu tíð
heldur, skrivar Vinnuhúsið.
Fyrilestrahaldarin
Ole
Simmelholt starvast hjá
Dansk
Smedemesterfor-
ening, DS, sum ráðgevi hjá
Dansk Smedemesterforen-
ing og er avhildin bæði sum
fyrilestrahaldari og sum
ráðgevi innan sítt øki.
Vegna DS gjørdi hann
saman við øðrum fyri nøkr-
um árum síðani tilfarið
»Udviklingsværktøj
for
mindre fremstillings- og
håndværksvirksom-heder«,
sum varð fíggjað av verk-
ætlanini Viden & Kvalitet.
Ole Simmeholt tekur út-
gangsstøði í hesum tilfari,
sum er væl roynt í hansara
vinnugrein og sum ger, at
tað er einfalt hjá arbeiðs-
gevaranum ella meistaran-
um at halda skil á, »við blý-
anti og pappíri« um neyð-
ugt. Í samband við fram-
leiðslustýring
gjøgnum-
gongur hann eisini eina
bólkauppgávu (variablar og
fastar útreiðslur v.m.).
Tænastuveitingar
Hann fer at greiða frá,
hvussu tænastuveitingar/
uppgávur kunnu stýrast, og
hvussu hetta kann gerast
við ymiskum einfaldum
amboðum. Eisini greiðir
hann frá, hvussu tú gert og
brúkar eina starvsfólka-
handbók, hvussu tú kann
menna starvsfólk og best
heldur fólk í starvi á
minnum virkjum. Komið
verður eisini inn á, hvussu
tú setir nýggj fólk í starv.
Kunningarfundurin
er
skipaður við einum longri
og einum styttri kaffisteðgi
millum fyrilestrarnar, so
høvi verður hjá luttakarun-
um at skifta orð. Møguleiki
er at seta spurningar til
fyrilestrahaldaran
bæði
undir fyrilestrunum og
aftaná, skrivar Vinnuhúsið.
Stýring og avtalur
Sosialurin - 311820
Tórsgøta • 100 Tórshavn • Tel. 31 13 95
P/F
Leygardagin
allir vetrarjakkar
-20%
Sigbrand Johansen er
settur sum økisleiðari
fyri postøkið í Norð-
oyggjum
STARV
Eyðun Klakstein
Klaksvík: 1. juni tekur Sig-
brand Johansen við leiðara-
starvinum fyri postøkið í
Norðoyggjum.
Hann tekur við eftir Jóin
Sigurðsson, sum gevst eftir
15 ár í starvinum.
Formliga tekur Sigbrand
við 1. juni, men hann virkar
í løtuni sum avloysari fyri
leiðaran, sum eigur feriu og
avspáking til góðar.
–Eg havi ikki roynt meg
sum leiðara áður, so tí er
tað nakað nýtt. Hetta verð-
ur ein spennandi uppgáva,
sigur Sigbrand.
30 ár á baki
Sigbrand er gamal í garði á
Posthúsinum í Klaksvík.
Hann var fyrstu ferð av-
loysari har á summri í
1970, og 1. juni 1977 varð
hann settur í fast starv.
Síðani hevur hann bara
verið burturi frá eitt ár, tá
hann var til skips.
Hann hevur verið post-
boð, men seinastu árini
hevur hann avloyst nógv á
skrivstovuni á Posthúsin-
um.
Sigbrand nýggjur leiðari
Sigbrand Johansen hevur starvast á Posthúsinum í Klaksvík
síðani 1970. Nú verður hann leiðari fyri postøkið í
Norðoyggjum.
Mynd: Eyðun Klakstein
RÚSEVNI
Birita Andreasen
Í Blákrossblaðnum herfyri,
stóð at lesa um nýggja rús-
linju hjá Bláa Krossi. Hetta
er ein telefonlinja, sum
hevur til endamáls, at
hjálpa øllum teimun, ið á
ein ella annan hátt hava
trupulleikar við rúsevnum
ella rúsdrekka.
Tann 4. apríl byrja tele-
fonirnar hjá ymiskum ráð-
gevum kring landið at
ringja. Í byrjanini verða
umleið 30 køn fólk, ið sita
við hornið og hjálpa øllum
teimum ið hava tørv á tí.
Hesi fólk hava øll hóskandi
útbúgving og fleiri teirra
eisini royndir. Telefonlinjan
hevur verið roynd í eina tíð,
og Blái Krossur metur, at
tørvur hevur verið á hesi
tænastu.
Øll kunnu ringja inn til
rúslinjuna. Ikki bert menn-
iskju við misnýtslutrupul-
leikum, men eisini til døm-
is avvarandi, arbeiðsgevar-
ar og vinfólk. Alt fer fram í
trúnaði.
Telefonnummarið
hjá
Rúslinjuni er 31 85 86.
Blái Krossur nýggja rúslinju
TÍðINDASKRIV
Løgmaður hevur í skrivið
dagfest 19/03 og á fundi
við felag okkara 21/03 vátt-
að at fyrrverandi landsstýr-
iskvinnan í Almanna og
heilsumálum, í samband
við viðgerðina av dagstovn-
alógini, komið við skeivum
upplýsingum.
Felagið hevur bygt síni
sjónarmið á hesi úttalilsir
frá fyrrverandi landsstýris-
kvinnu. Tá vit nú hava fing-
ið staðfest frá løgmanni, at
landsstýriskvinnan hevur
mistikið seg, tekur felagið
til eftirtektar, at tað eru
kommunurnar sum hava
samráðingarrættin fyri dag-
stovnaøkið.
Sum vanligt er tá lógir
skulu tulkast, so hava vit
lagt avgerðandi dent á tað
Helena Dam á Neystabø,
fyrrverandi
landsstýris-
kvinna og upskotstillari
segði frá tingsins røðara-
palli. Vit halda tað vera
spell, at løgmaður síðan
skuldi staðfesta, at hesi út-
talilsi frá landsstýriskvinn-
una ikki vóru eftirfarandi.
Vit meta tað framvegis
vera átaluvert at landsins
myndugleikar seta í gildi
lóggávu, uttan at teir sjálvir
hava greiðu á einum so týð-
andi spurningi, sum hvør
hevur samráðingarrættin á
dagstovnaøkinum.
Felag okkara hevur ikki
noktað at samráðast við
kommununum, men fyri
okkum hevur tað havt av-
gerðandi týdning at fáa
staðfest hvør í veruleikan-
um hevði samráðingarrætt-
in, tá so mótsigandi úttalils-
ir komu úr Landsstýrinum.
Vit liggja í sáttmálaloysi
og støðan var tí ótolandi
fyri felagið og limir okkara
og hetta var orsøkin til at
vit ikki sóu annan møgu-
leika enn at lýsa arbeiðs-
steðg.
Nú
løgmaður
hevur
ásannað, at fyrrverandi
landsstýriskvinna
hevur
mistikið seg og komið við
skeivum
upplýsingum,
hava vit avgjørt at avlýsa
arbeiðssteðgin frá á mid-
nátt hósdagin 22/3 og at
taka upp samráðing við
Føroya Kommunala Arb-
eiðsgevarafelag og Komm-
unusamskipan Føroya.
Arbeiðssteðgurin avlýstur