fríggjadagur 23. mars 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Áhoyrararnir, sum
tóku orðið á økis-
menningarfundinum
á Sandi mikukvøldið,
hildu seg hava fingið
lítið burturúr
ØKISMENNING
Edvard Joensen
Á Sandi: Tað varð nógv
tosað, men lítið sagt um
tað, alt snúði seg um,
økismenning í Sandoynni,
hildu fundarluttakararnir,
sum tóku orðið. Men po-
litikkararnir við pallborðið
hildu allir, at fundurin
hevði givið teimum íblást-
ur.
Við pallborðið sótu Eyðn
Viderø fyri Fólkaflokkin,
Edmund Joensen fyri Sam-
bandsflokkin, Jóannes Eid-
esgaard
fyri
Javnaðar-
flokkin, Sámal Petur í
Grund fyri Sjálvsstýris-
flokkin, Páll á Reynatúgvu
fyri Tjóðveldisflokkin og
Álvur Kirke fyri Mið-
flokkin. Frá Granskingar-
deplinum fyri økismenning
luttóku
Ólavur
Waag
Høgnesen og Bjarni Mort-
ensen, meðan Hilmar Jan
Hansen, útvarpsmaður var
orðstýrari.
Í hálvanfjórða tíma, við
undantak av einum stuttum
steðgi, tosaðu umboð fyri
politisku flokkarnar um
politikk á pallborðsfundi,
sum Sandoyar Sýslu Vinnu-
ráð skipaði fyri á Sandi
mikukvøldið. Evnið var
økismenning í Sandoynni.
Men fundarfólkið fekk ikki
nógv burturúr, um farast
skal eftir viðmerkingunum,
sum komu frá teimum fáu,
sum tóku orðið, beint
áðrenn fundurin endaði.
Tosað varð um fiskiloyvi,
mjólk, tunnlar og blokk-
stuðul. Eitt spurnarpanel
frá Granskingardeplinum
fyri økismenning í Klaks-
vík setti politikkarunum
spurningar, sum teir so
svaraðu upp á, samstundis
sum teir høvdu viðmerk-
ingar til svarini hjá hvørj-
um øðrum.
Til allarseinast slapp
fundarfólkið at seta pall-
borðsluttakarunum nakrar
spurningar.
Sandoyingar, sum møttir
vóru til fundin, mettu seg
yvirhøvur at hava fingið
lítið nýtt at vita. Og sum
ein fundarluttakari, sum
hevði orðið, tók til.
– Um tit ikki hava annað
meira
viðkomandi
fyri
Sandoynna at siga ogum,
skulu tit ikki koma suð-
uraftur at fortelja ogum tað
sama, sum vit dagliga
hoyra í Sjónvarpinum. So
kontant var tað.
Hann fýlist á, at fyri-
reikararnir hava loyvt hes-
um monnunum at sita í
einum slíkum einkisigandi
forum sum í kvøld.
– Vit vita, hvat vit skulu
hava her, og tað kunnu vit
siga tykkum. Vit skulu hava
krónur og oyru at seta
okkara hugskot í verk fyri.
Bankarnir vilja ikki hava
nakað her, tí vansin fyri tapi
er minni í Havn. Tað er
lættari at selja eitt virki,
sum er farið á heysin,
avstað aftur í Havn.
Ein av fundarluttakarun-
um helt, at hóast fundurin
skuldi vera um, hvussu best
kundi hjálpast upp á trivn-
aðin í útjaðarøkinum, hevði
hann sjálvdan kent Sand-
oynni sum størri útjaðara-
øki enn júst í kvøld.
Hann mintist aftur á tíð-
ina,
tá
skipsmenninir
plagdu at koma aftur við
leigaðum bátum ymsa-
staðni frá, alt eftir, hvaðani
skipini, teir vóru við, vóru.
– Og hesi vísmenninir
hava gjørt júst sum í seksti-
árunum, segði hann. Teir
hava leigað bát av aftur
oynni, tí teir vilja sleppa
heimaftur.
Hann helt tað vera fan-
tastiskt at hava brúkt 400
milliónir til samferðslu til
eitt útjaðaraøki, sum fram-
vegis stendur so aftarlaga,
at tað skal vera neyðugt at
leiga eitt tíggjumannafar úr
Skopun á Gomlurætt, so
teir, sum hava verið við til
at brúkt allar hesar peng-
arnar, skuldu sleppa heim-
aftur.
Roykur og eingin grind
Væl av fólki var á økis-
menningarfundinum á
Sandi. Men tey, sum tóku
orðið, hildu seg hava fingið
lítið burturúr
Mynd: Edvard Joensen
Nr. 58 - 23. mars 2001
7
6
Nr. 58 - 23. mars 2001
Politisku luttakarar-
nir á økismenningar-
fundi á Sandi miku-
kvøldið vóru samdir
um, at vit eiga at
halda lív í útjaðar-
anum. Men ymiskt
var, hvussu tað
ítøkiliga skuldi gerast
ØKISMENNING
Edvard Joensen
Á Sandi: Allir politisku
flokkarnir á Løgtingi vóru
umboðaðir á økismenn-
ingarfundi um á Sandi
mikukvøldið, og allir po-
litikkararnir
vóru
sera
samdir um, at útjaðaraøkini
skulu stimbrast og lívgast.
Men sum vera man var ikki
altíð full semja um, hvussu
tað skuldi gerast. Fundurin
bar í ávísum førum brá av
einum vanligum valfundi
upp undir eitt løgtingsval.
Politikkararnir vóru mill-
um annað ójavnir á máli
um, hvussu vinnan í útjað-
araøkinum eigur at setast í
gongd og stuðlast. Alt eftir
politiskari ideologi varð
kjakast um, hvørt tað al-
menna skal vera við ella
ikki.
Eyðun Viderø úr Fólka-
flokkinum segði, at tað eru
ikki góðar royndir av stuðli
til vinnu. Vinnan skal klára
seg sjálva, segði hann, og
vildi heldur gera vinnu-
grunnar, soleiðis at útjað-
arin fer at hava váðafúsan
kapital.
Hann greiddi frá, at ein
yvirskipaður vinnu- og ali-
politikkur er orðaður, eins
og arbeitt verður við at orða
ein ferðavinnu- og KT
politikk, sum væntandi fara
at hava avgjørdan týdning
fyri einstøku økini.
Eyðun Viderø segði eis-
ini, at vaksandi vinnuvirk-
semi í útjaðaraøkjunum fór
at vera til fyrimuns fyri
miðstaðarøkið
eisini.
Vinnufremjandi virksemi í
útjaðaraøkinum fer at gera
framleiðsluna meira fjøl-
broytta, eins og tað fer at
lætta trýstið á tær fyritøkur,
sum eru í miðstaðarøkin-
um, segði hann, og helt, at
útjaðaravinna fer eisini at
lækka framleiðslukostnað-
in.
Vænta miðsavning
Hóast bygdirnar fara at
gera landið ríkar í allar
mátar, væntaði Edmund
Joensen
úr
Sambands-
flokkinum kortini, at vit í
framtíðini fara at síggja
eina stóra miðsavnan.
Kanska ikki beinleiðis í
einum staði rundan um
høvuðsstaðin, men í nøkr-
um fáum »kraftsentrum«,
sum hann nevndi tað, har
fólk fara at savnast.
Tað verður í støðum, har
liviligt er og ikki minst, har
frítíðartilboð eru at fara til,
segði hann, Tí fólk vilja
ikki bara hava arbeiði. Tey
vilja eisini hava okkurt at
brúka frítíðina til, vísti
hann á.
Edmund Joensen segði,
at politikkarar eiga at hugsa
langsiktað, og tað gjørdi
hann. Hann sá fyri sær, at
einaferð úti í framtíðini fer
Sandoyggin at vera eitt av
hesum »kraftsentrunum«,
hann tosaði um.
Tað fer at koma fast sam-
band millum Streymoynna
og Sandoynna. Flogvøllur
verður gjørdur í Søltuvík,
og ein stór havn verður
gjørd á Sandi, sum fer at
binda Suðuroynna upp í
Sandoynna, væntaði Ed-
mund Joensen, uttan tó at
kunna siga, nær tað verður.
Sámal Petur í Grund úr
Sjálvsstýrisflokkinum var í
stóran mun samdur við
Edmundi Joensen í, at
miðsavningin bara fer at
vaksa, Hann væntaði, at
longu um eini 10 ár verða
Føroyar
rættiliga
nógv
meira miðsavnarðar, enn
tær eru í dag.
Hann fór aftur í søguna
og vísti á, at einasta væl-
eydnaða tiltak í móti mið-
savnan, sum verið hevði í
Føroyum, var tá fólk fingu
jørð fyri at seta seg niður á
ávísum av myndugleikun-
um ávístum støðum.
Sámal Petur í Grund var
ósamdur við Eyðuni Viderø
í, at vinnan skal skapa
trivnað í útjaðaranum.
– Tað er heilt greitt ein al-
menn uppgáva, segði hann.
Eisini Álvur Kirke úr
Miðflokkinum
væntaði
eina framhaldandi mið-
savnan um tíggju ár. Eisini
um vit búrka pengar upp á
at menna útjaðaran.
Hann helt annars, at tað
er eitt sindur ringt at stað-
festa, hvat útjaðaraøki er.
Til dømis helt hann, at
Sandoyggin geografiskt átti
at verið roknað sum alt
annað enn útjaðaraøki. Hon
liggur jú at kalla mitt í
landinum, vísti hann á.
Má sparkast í gongd
Jóannes
Eidesgaard
úr
Javnaðarflokkinum metti,
at trupulleikarnir hjá út-
jaðaranum eru so markant-
ir, at vanlig samfelags-
gongd kemur ikki at venda
teimum. Serliga ringt held-
ur hann tað standa til í
Sandoynni og Suðuroynni.
– Hesin trupulleikin er av
slíkum slag, at hann verður
ikki loystur við vøkrum
formuleringum, men skal
sparkast í gongd, segði
Jóannes Eidesgaard.
Bygdarmenningin í sjeyt-
iárunum var óheppin á tann
hátt, at alt ov ofta vórðu
gjørdar ov nógvar íløgur av
sama slagi, tí tað var so
spjatt. Nú verður tosað um
størri øki. Vit tosa ikki um
bygdarmenning nú, men
um økismenning, segði
hann.
Hann
legði
dent
á
samferðslumøguleikar og
vinnumøguleikar, umframt
at fólk við útbúgving skulu
hava møguleika at koma
aftur. Men tað krevur sjálv-
andi, at størv, sum krevja
førleikar, eru at koma í. Og
tey mugu politikkararnir
skapa.
Hann kundi hugsað sær
ein
landsstýrismann
í
innanlandsmálum,
sum
skuldi tikið sær av eitt nú
útjaðaraøkjunum.
Jóannes Eidesgaard segði
eisini, at vit mugu fáa
staðfest, at tað er eingin
natúrlóg, at alt liggur í
Havn. Hann nevndi eitt nú
Jarðarráðið og Vaktrar- og
Bjargingartænastuna sum
stovnar, sum saktans kundu
ligið uttan fyri Havnina.
Óroyndir politikkarar
Páll á Reynatúgvu úr
Tjóðveldisflokkinum helt,
at gomlu politikkararnir
virka rættiliga óroyndir, tá
teir tosa, tí teir vilja ikki
tosa um tað, teir hava gjørt,
men meira um, hvat teir
fara at gera eftir eitt kom-
andi val.
Hann vildi heldur tosa
um tað, hann hevði gjørt
fyri Sandoynna og nevndi
eina rúgvu av málum hann
hevði arbeitt við.
Hann metti, at trivnað-
arviðurskifti eru av stórum
týdningi fyri, at fólk vilja
búgva í útjaðarøkjunum.
Skulu
góðir
vinnuligir
karmar skapast, skulu vit
eisini hava góðar barna-
garðar, skúlar og ítróttar-
hallir, segði Páll á Reyna-
túgvu. Hann segði, at ment-
anarliga er Sandoyggin væl
fyri og nevndi øll bygdar-
húsini í oynni.
Páll á Reynatúgvu legði
stóran dent á tann týdning-
in, sum infrastruktururin
hevur fyri útjaðaraøkini.
Hann vísti millum annað á
týdningin av, at Sandoyggin
var knýtt upp í GSM netið,
sum hann ikki duldi fyri, at
hann helt seg eiga stóran
part av æruni fyri.
Viðtøkurnar fyri Fram-
taksgrunnin eiga at um-
skipast, segði hann, so hann
kanska meira fer at líkjast
einum útjaðaragrunni.
Hugburðurin
at
vilja
klára seg sjálvan í útjaðar-
anum má vera tað, sum ber
mest í eini komandi menn-
ing av útjaðaranum, segði
Páll á Reynatúgvu, sum
ikki væntar, at útoyggjarnar
fara at hava tann stóra
vinnuliga
virkningin
í
framtíðini. Hinvegin eigur
útjaðarin at mennast. Og
útjaðarin í Føroyum er
Sandoyggin
og
Suður-
oyggin, segði hann.
Hann tekur eisini undir
við uppskotinum hjá Jóann-
esi Eidesgaard um lands-
stýrismann í økismenning-
armálum.
Páll á Reynatúgvu vænt-
ar ikki, at útjaðarin um
tíggju ár fer at vera verri
fyri enn í dag. Tað verður
ein natúrlig gongd hin-
vegin, tí Havnin klárar ikki
at hýsa øllum, sum vilja
koma har. Har er ov stórt
trot á ymsum tilboðum til
fólk. Eitt nú barnaansing og
eldrapláss tróta, vísti hann
á.
Allir politisku flokkarnir vóru
umboðaðir við pallborðið á
økismenningarfundinum,
sum Sandoyar Sýslu Vinnu-
ráð skipaði fyri á Sandi
mikukvøldið
Mynd: Edvard Joensen
Bygdirnar gera landið ríkari