fríggjadagur 23. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 23. mars 2001
9
8
Nr. 58 - 23. mars 2001
ÁLMANAKKIN
Birgir Kruse
Í dag er dagur norðurlanda,
Nordens Dag, tey rópa. Tað
var henda dag í 1962, at
Helsingfors-sáttmálin varð
undirskrivaður á Norður-
landaráðsfundi í finska
høvuðsstaðnum.
Henda síðsta dagin á
tíggjunda ársfundi Norð-
urlandaráðsins, varð stóra
norðurlendska bókmenta-
virðislønin, Nordisk Råds
Litteraturpris, fyri fyrstu
ferð latin. Tað var svenski
rithøvundurin
Eyvind
Johnson, sum fekk hana.
Helsingfors-sáttmálin er
alment samstarvsskjal mill-
um Norðurlond og av
mongum mett sum fyrsti
hornasteinurin í almennum
norðurlendskum samstarvi.
Stundum verður sáttmálin
nevndur stjórnarskrá Norð-
urlandaráðsins. Við sátt-
málanum gjørdist norð-
urlendska samstarvið form-
ligari og markvísari. Sátt-
málin, sum varð undir-
skrivaður 23. mars, tók við
hin 1. juli 1962.
Finnlendingar hava verið
ídnir at halda mangar
merkis- og flaggdagar, sum
eitt nú Nordens Dag. Men í
hinum Norðanlondum er
lítil áhugi fyri tílíkum
staðfestingum.
Norðurlendska samstarv-
ið er skipað á tveimum rás-
um, teirri almennu og teirri
fólksligu. Hin føroyska
fólksliga greinin, Norrøna
Felagið, hevur fimti ár á
baki í november. Tá veturin
fer at halla og vit skrivað
2002,
røkkur
almenna
Norðurlandaráðið
sama
aldur.
Dagur Norðurlanda
Helsingfors-sáttmálin verður undirskrivaður hin 23. mars 1962. Frá vinstru síggjast Viggo
Kampmann, Bjarni Benediktsson, Martti Miettunen, Helge Sivertsen og Herman Kling
Svenski rithøvundurin
Eyvind Johnson fær fyrstu
bókmentavirðisløn frá
Norðurlandaráðnum hin 23.
mars 1962. Tað er finski
forsetin Karl-August
Fagerholm, sum handar
virðislønina
Tveir lítlir reyðir bilar
“Lítli reyði bilur spælir
taxa” og “Lítli reyði bilur
kemur illa fyri”, eru heitini
á tveimun nýggjum bókum
um tann lítla reyða bilin. Í
fjør heyst komu tær báðar
fyrstu bøkurnar um reyða
bilin út: Lítli reyði bilur í
kavanum og Lítli reyði
bilur er fyri óhappi.
Hesuferð sleppur hann
fyrst at royna seg sum
taksabilur, og í hinari bók-
ini er hann atvoldin til
ferðsluruðuleika.
Bøkurnar eru innbundnar
og í litum. Á hvørjari síðu
er okkurt at hála í, ella at
lata upp. Bøkurnar um lítla
reyða bilin kosta 49 krónur
í bókabúðunum, og fáast
eisini á teldufløgu.
Niels J. Thomsen týddi
bøkurnar, og Spf Hestprent
stóð fyri prentgerðini.
Busta tenn, Bersi!
Vanligt er at fortelja børn-
um um Karius og Baktus, tá
ið tey ikki tíma at busta
tenn. Nú kemur so ein bók
aftrat, sum skal eggja børn-
um at busta tenn. “Busta
tenn, Bersi” er einfaldari,
og er ætlað smærri børnum.
Bókin snýr seg um bjørnina
Bersi, ið ikki tímir at busta
tenn. Hann ynskir at hann
ikki hevði nakrar tenn at
busta, og sera óvænta
gongur ynskið út. Í byrjan-
ini er Bersi ovurfegin, men
sum frálíður er ikki so
stuttligt at vera tannleysur,
álíkavæl.
Bókin er 28 síður í litum
og innbundin. Hon kostar
90 krónur í bókabúðunum.
Eyðna Magnussen týddi,
og Spf Hestprent stóð fyri
prentingini.
Mamma
Mamman er ikki bara
tjúkk. Hon er tjúkk sum ein
hvalur. Drongurin hevur
skomm av mammu síni, og
ger av at flyta inn til
grannakonuna, sum er kløn
og vøkur. Men tað gongur
ikki so væl. Drongurin
klárar ikki at siga mamma
við konuna. Tá ið kvøldið
líður flytir hann heim aftur
til Mammu.
“Mamma” er ein innilig
søga sum vísir, at hóast
mamman ikki altíð er sum
tú kundi hugsa tær, so er
hon
álíkavæl
allarbest.
Mette-Kristine Bak fekk
“Kulturministeriets
illu-
stratorpris” í 1999 fyri
tekningarnar í bókini. Hon
er 24 síður í litum, inn-
bundin og kostar 90 krónur
í bókabúðunum. Sjúrður
Gullbein týddi, og Spf
Hestprent stóð fyri prent-
ingini.
Tsatsiki og mamman
Tsatsiki hevur eina óvan-
liga mammu, og ein pápa í
Grikkalandi, sum hann
ongantíð hevur hitt. Og
hóast at tað er rokaligt
heima hjá Tsatsiki og teim-
um, so leggja hvørki Tsat-
siki ella mamman nakað
petti í tað. Tey hava hvønn
annan.
Tsatsiki fer í skúla, og
har hittir hann sín besta vin
í verðini. Eisini verður
hann góður við eina gentu,
og hvørja ferð hon hyggur
at honum so fær hann fepur
í búkin!
“Tsatsiki og mamman” er
fyrsta bókin í røðini av
fýra. Tær eru týddar til
nógv ymiski mál, og rit-
høvundurin hevur vunnið
nógvar virðislønir fyri tær.
Bókin er 150 síður við
myndum, og kostar 120
krónur. Bergur Rasmussen
týddi, og Spf Hestprent
stóð fyri prentingini.
Fimm nýggjar barnabøkur
Føroya Pedagogfelag
hevur tikið niður-
støðu løgmans til eft-
irtektar, nú hann hev-
ur staðfest, at Helena
Dam á Neystabø gav
rangar upplýsingar
viðvíkjandi samráð-
ingarrættinum í dag-
stovnalógini. Pedag-
ogfelagið fer í næst-
um undir samráðing-
ar við kommunurn-
ar,og pedagogarnir
fara aftur til arbeiðis
fríggjamorgunin
AVBLÁST VERKFALL
Stefan í Skorini
Tað vóru upplýsingarnar
frá Helenu Dam á Neyst-
abø, pedagogfelagið bygdi
síni sjónarmið á. Nú hevur
løgmaður á fundi við Før-
oya Pedagogfelag miku-
dagin staðfest, at hesar
upplýsingarnar, ið peda-
gogfelagið fekk, ikki eru
rættar.
Hesa niðurstøðu tekur
Føroya Pedagogfelag til
eftirtektar, nú tey hava
fingið staðfest, at teirra út-
gangsstøði byggir á skeiv
boð, tey hava fingið frá tá-
verandi landsstýrismanni í
almanna- og heilsumálum.
Løgmaður sigur, at hetta
ikki fær nakrar avleiðingar
fyri fyrrverandi landsstýris-
kvinnuna tí løgfrøðingar
hjá landinum meta ikki, at
nøkur orsøk er til tess.
–
Hóast
undanfarni
landsstýrismaður
í
al-
mannamálum hevur mistik-
ið seg í hesum spurningi,
metir løgmaður ikki, at tað
á nakran hátt er løgfrøðiligt
grundarlag fyri at gera
ábyrgd
galdandi
móti
landsstýrismanni, sigur An-
finn Kallsberg í skrivi til
Føroya Pedagogfelag tann
22. mars, og tað sjónarmið-
ið stendur við.
Fingu mótsigandi boð
– Felagið hevur bygt síni
sjónarmið á hesi úttalilsir
frá fyrrverandi landsstýris-
kvinnu. Tá vit nú hava fing-
ið staðfest frá løgmanni, at
landsstýriskvinnan hevur
mistikið seg, tekur felagið
til eftirtektar, at tað eru
kommunurnar, sum hava
samráðingarrættin fyri dag-
stovnaøkið, sigur Føroya
Pedagogfelag í tíðinda-
skrivi.
Tað er til at undrast á, hví
Pedagogfelagið ikki tók
boðini frá løgmanni til
eftirtektar beinanvegin, tá
hann boðaði frá, áðrenn
verkfallið varð lýst, at tað
vóru kommunurnar, ið hava
samráðingarrættin.
– Trupulleikin hjá okkum
er, at vit hava fingið tvey
ymisk og mótsigandi boð
úr tveimum ymiskum stýr-
um í landsins umsiting. Vit
hava tí ikki fyrr enn nú
fingið eina nóg greiða løg-
frøðisliga grundgeving fyri,
hví vit skulu taka tað eina
framum hitt. Nú hevur løg-
maður so staðfest, at tey
boðini, vit hildu okkum til,
eru skeiv, og tað hevur hann
ikki gjørt fyrr, sigur Carita
Bjørklund.
Carita sigur seg harmast
um, at tað var neyðugt hjá
felagnum at fara í verkfall,
men hon leggur samstundis
dent á, at tað var alneyðugt
hjá teimum at fáa greitt
fløkjuna, ið tók seg upp.
– Vit meta tað framvegis
vera átaluvert, at landsins
myndugleikar seta í gildi
lóggávu, uttan at teir sjálvir
hava greiðu á einum so týð-
andi spurningi, sum hvør
hevur samráðingarrættin á
dagstovnaøkinum,
sigur
Pedagogfelagið.
Fyrireika seg til
samráðingar
Tað eru nú næstan tveir
mánaðir síðani, at felagið
lat
Fíggjarmálastýrinum
síni sáttmálakrøv. Hesi
krøvini skulu nú sendast
kommununum, og Carita
Bjørklund sigur, at felagið
vil sleppa at samráðast sum
skjótast við kommunurnar,
tí í løtuni er sáttmálaloysi,
og tað kann felagið ikki liva
við.
Lønarkrøvini hjá Pedag-
ogfelagnum eru nøkur av
teimum somu sum hini
sekstan fakfeløgini eisini
hava sett fram.
Tað er styttri arbeiðsvika
og longri summarfrítíð.
Harafturat krevur felagið,
at leiðaralønirnar hækka
samsvarandi við ta ábyrgd,
ið leiðararnir hava. Tann
lønarstigi, ið verður nýttur í
løtuni, endar ov skjótt,
halda pedagogarnir. Møgu-
leiki skal vera fyri at fara
upp í løn í eitt longri tíðar-
skeið enn nú. Eisini skal
byrjunarlønin hjá hjálpar-
fólki hækkast, so at tað
lægsta stigið verður tikið
burtur.
Carita Bjørklund heldur,
at enn eru fleiri leysir endar
í hesum málinum, hóast
eingin ivi longur er um
samráðingarrættin.
Kommunurnar í Føroy-
um eru ikki savnaðar í eitt
kommunalt arbeiðsgevara-
felag.
Av
teimum
48
kommununum hava bara 32
boðið pedagogfelagnum til
samráðingar. Hvussu verð-
ur við hinum sekstan er enn
ógreitt, men væntandi fara
tær við í samráðingarnar.
Pedagogfelagið krevur, at
ein sáttmáli verður gjørdur
fyri allar pedagogar.
Eitt annað er, at runt um
landið eru fleiri sjálvsogn-
arstovnar, ið hava egið
stýri. Carita sigur seg hava
hoyrt, at kommunurnar
kunnu samráðast vegna
hesar stovnar, men tað kann
hon ikki siga við vissu.
Anna Larsen, virkandi
formaður í Føroya Komm-
unala Arbeiðsgevarafelagi,
sigur, at endamálið er at fáa
allar kommunurnar við í
eitt felag, so at tær kunnu
samráðast saman. Hinvegin
sær hon onga forðing í, at
kommunur, ið ikki hava
verið við til at samráða seg
til ein sáttmála, nýta henda
nýggja sáttmálan hóast alt.
Hóast tað nú er greitt, at
pedagogarnir skulu sam-
ráðast við kommunur í
sambandi við dagstovnar,
so skal felagið eisini sam-
ráðast við Fíggjarmálastýr-
ið viðvíkjandi serstovnun-
um, ið enn eru undir
landinum.
Hóast løgmaður
hevði boðað frá, at
hann ikki fór at taka
nakað stig til at finna
eina loysn á málinum,
so boðaði hann til
fundar í Tinganesi
mikudagin seinna-
part. Fløkjan varð
greidd á hesum fund-
inum, men løgmaður
ásannar, at málsvið-
gerðin ikki hevur ver-
ið nøktandi, tá slík
ivamál stinga seg upp
AVBLÁST VERKFALL
Stefan í Skorini
– Orsøkin til at eg tók stig
til fund við pedagogarnar
var hon, at vit kundu fáa
greiðu á nøkrum ivamálum
og misskiljingum, sum eftir
øllum at døma høvdu tikið
seg upp, sigur løgmaður, ið
fegnast um, at verkfallið er
avblást.
Anfinn Kallsberg sigur,
at hann ikki beinleiðis hev-
ur funnið eina semju, men
at hann heldur hevur greitt
nakrar misskiljingar í mál-
inum.
– Um nøkur misskiljing
hevur verið, so skuldi hon
verið ruddað burtur nú,
heldur løgmaður.
Vánalig málsviðgerð
Løgmaður ásannar, at máls-
viðgerðin ikki hevur verið
nøktandi, tá ein slík mis-
skiljing endar við einum
verkfalli.
– Tá nakað kann mis-
skiljast undir eini málsvið-
gerð, so skuldi hon sjálv-
andi verið betri. Tað má
vera okkara aðalmál, at
einki kemur skeivt fyri
undir nakrari viðgerð. Tað
er altíð keðiligt, tá eitt felag
fær nakað at vita frá einum
landsstýrismanni, og so er
tað ikki tað, sum hendir.
Tað er ongantíð nøktandi,
sigur løgmaður.
Løgmaður vísir tó á, at
Helena Dam á Neystabø
greiddi frá í tinginum
mikudagin, at hon metti, at
Fíggjarmálastýrið átti at
taka sær av hesum málin-
um, so leingi sum eingin
annar samráðingarpartur
var tilreiðar. Harvið hevði
hon ikki sligið fast, at tað
var Fíggjarmálastýrið, ið
hevði samráðingarrættin.
Løgmaður heldur, at stórur
munur er á hesum báðum.
– Eg havi sagt fyrr, at tað
eru kommunurnar, ið sjálv-
ar avgera, hvussu tær brúka
sín samráðingarrætt. Í prin-
sippinum er tað hvør eins-
tøk kommuna, sum hevur
heimildina av samráðast,
sigur Anfinn Kallsberg.
Pedagogfelagið vil sam-
ráðast sum skjótast
Løgmaður ásannar:
Málsviðgerðin ikki nøktandi
Carita Bjørklund, formaður í Føroya Pedagogfelagi, sigur, at
felagið vil sleppa í samráðingar beinanvegin. Hinvegin vísir
hon á, at felagið fýlist á málsviðgerðin, hetta málið hevur
fingið í landsstýrinum
Løgmaður ásannar, at
málsviðgerðin ikki hevur
verið nøktandi í hesum
málinum. Hann sigur eisini,
at tað er upp til
kommunurnar at avgera,
hvussu tær nýta sín
samráðingarrætt