Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 99 - 25. mai 2007 Lívbjargari til svimjihøllina Søkt verður eftir tveimum kvinnuligum lívbjargarum til fyribilsstarv vegna barnsburðarfarloyvi. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sum skjótast og lønt eftir sáttmála við Starvsmannafelagið. Førleikakrøv Umsøkjarin má helst hava fyrstuhjálp – lívbjargararoyndina ella „bassen­ prøvan.“ Um ikki, verður skipað fyri tí í høllini. Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. juni 2007. Meiri fæst at vita við at ringja til Hera Olsen, tlf. 30 20 72 / 21 45 50 ella Jákup Simonsen, tlf. 30 20 10. Námsfrøðingar til Dagstovnin Sólareygað Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 6. august ella eftir nærri avtalu. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum Sólareygað, Sundsvegur 23, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2007. Meiri fæst at vita við at ringja til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, tlf. 30 24 30 ella 25 71 50. Námsfrøðingar til Býlingshúsið undir Fjalli Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum til barnagarð at arbeiða 30­35 tímar um vikuna at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Býlingshúsinum undir Fjalli, Fjalsgøta 25, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2007. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingigerð Holm, stovnsleiðara, tlf. 31 85 25 ella 22 85 25. Námsfrøðingur til Dagstovnin millum Bóla Søkt verður eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 13. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í staðin. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum millum Bóla, í Líðini 20, 410 Kollafjørður í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elsu Nielsen, stovnsleiðara, tlf. 42 13 75. Les meiri um størvini á www.torshavn.fo Leys størv r e p r o z Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir tveimum námsfrøðingum og tveimum hjálparfólkum til Dagstovnin í Øksnagerði at byrja í august 2007 ella eftir nærri avtalu. Talan er um hesi størv · ein námsfrøðing til serstovu, 40 tímar um vikuna at byrja 15. august. Hetta er eitt barnsburðarfarloyvi · ein námsfrøðing til vøggustovu, 30 tímar um vikuna at byrja 6. august · eitt hjálparfólk til barnagarðsstovu, 40 tímar um vikuna at byrja 6. august · eitt hjálparfólk til barnagarðsstovu, 23 tímar um vikuna at byrja 20. august Søkt verður eisini eftir einum sjúkraavloysara at byrja skjótast gjørligt. Hetta er eitt tímalønt starv við arbeiðstíðum eftir stovnsins tørvi. Stovnslýsing Dagstovnurin í Øksnagerði er normeraður til 64 børn: · Tvær barnagarðsstovur · Ein vøggustova · Ein serstova (børn við serligum tørvi) Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú saman við leiðsluni og hinum starvsfólkunum fært møguleika fyri at seta tín dám á stovnin. Eitt sindur um okkum Stovnurin læt upp 3. sept. 2001. Stovurnar eru góðar og rúmligar. Vit hava útbúgvið fólk á øllum stovum, og vit leggja dent á tað fakliga støðið, bæði hjá námsfrøðingum og hjálparfólki. Vit hava supervisiónsbólkar, sum øll starvsfólk eru partur av. Vit eru fýra stovur í einum húsi, har vit arbeiða saman og hjálpa hvør øðrum, um til ber. Her eru 20 starvsfólk, og tí er neyðugt við góðum samstarvsevnum. Í løtuni arbeiða vit við eini menningarætlan, sum umfatar hesi seks øki: Persónlig menning, sosialir førleikar, mál, kroppur og rørsla, náttúra og náttúrufyribrygdi, mentanarligur framburður og virðir. Í heyst fara vit at arbeiða miðvíst við dokumentatión. Vit ynskja, at umsøkjarin · hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum · hevur hugsjónir og torir at siga sína hugsan · luttekur og mennir tað námsfrøðiliga arbeiðið · dugir væl at samskifta, bæði við børn, foreldur, starvsfólk og onnur Setanarviðurskifti Størvini verða sett umleið juli/august 2007 ella eftir nærri avtalu. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jesper Roos Nielsen, leiðara, ella Gunrid á Plógv, varaleiðara, tlf. 31 99 59 ella 21 99 59. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skulu vera Dagstovninum í Øksnagerði, Øksnagerði 1, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 14. juni 2007. Meiri fæst at vita á www.torshavn.fo og www.123hjemmeside.dk/Oksnagerdi Leys størv r e p r o z Tórshavnar kommuna Námsfrøðingar/hjálparfólk til Dagstovnin í Øksnagerði lýsingar