Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 25. mai 2007 41 Býlingshúsið á Ternuryggi søkir eftir leiðara at arbeiða 40 tímar um vikuna frá 1. august 2007 ella eftir avtalu. Í barnagarðinum eru 36 børn og í vøggustovuni 12 børn. 14 starvsfólk eru knýtt at stovninum. Vit bjóða · eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum, og har spælið fyllir nógv · møguleika at seta dám á stovnin · møguleika fyri ráðgeving · møguleika fyri eftirútbúgving Vit vænta, at tú · ert útbúgvin námsfrøðingur og hevur leiðsluroyndir · kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir · hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði vøggustovu- og barnagarðsbørnum · hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum · hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi · sær møguleikar fram um vansar · hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir · kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur · dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis · hevur teldukunnleika á brúkarastigi Setanarviðurskifti Løn sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóra, ella Katrina Petersen, deildarleiðara, tlf. 30 20 10. Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn í hendi innan 11. juni 2007. Leyst starv r e p r o z Tórshavnar kommuna Leiðari til býlingshúsið á Ternuryggi Fólk til pappír- og pappbilin »Rølik« hjá IRF Søkt verður eftir einum fólki til pappír- og pappbilin »Rølik« hjá IRF, at byrja mánadagin 2. juli 2007. Uppgávurnar hjá ”Røliki” eru m.a. at: • heinta hvíta posan í IRF økinum • heinta pappír og papp frá virkjum og bingjuplássum í IRF økinum • umframt aðrar líknandi uppgávur. Tann ið settur verður í starv kann eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF. Krøv til umsøkjaran: • Stóra koyrikortið, og vanur at koyra lastbil • Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt Galdandi sáttmáli: Lønarsáttmáli fyri fast- løntar millum Føroya Arbeiðarafelag og Før- oya Arbeiðsgevarafelag Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Adelbert Ellingsgaard. Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. juni 2007. IRF Postboks 39 520 Leirvík IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur sum innsavnar og viðgerð rusk, burturkast, evju og slamm úr 33 limakommunum. lýsingar Zarepta legurnar 2007 Tað er okkum ein stór gleði einaferð enn at bjóða til summarlegur í Zarepta í Vatnsoyrum Ætlanin er, um Gud vil, at byrja summarlegurnar í ár sunnudagin 1. juli. Nær tær ymisku legurnar vera, sæst á tekningarseðlinum. Lið Fornavn Eftirnavn Føðingardagur kr. Lið 1: 1. juli - 7. juli 16-17 ár / - 600,- Lið 2: 8. juli - 14. juli 14-15 ár / - 600,- Lið 3: 15. juli - 21. juli 13 ár / - 550,- Lið 4: 22. juli - 28. juli 12 ár / - 550,- Lið 5: 29. juli - 4. aug. 11 ár / - 550,- Lið 6: 5. aug. - 10. aug. 10 ár / - 450,- Lið 7: 11. aug. - 15. aug. 9 ár / - 425,- Gøta/býl. v.m. Viðmerking Postnr. Bygd/býur Tlf. Undirskrift feldra ella verja Tekningin má vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. juni. Skriva á seðilin og send hann til: Zarepta-legurnar · FO-385 Vatnsoyrar