Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 99 - 25. mai 2007 International Worldwide Cooperation Á Glaðsheyggi · Boks 30 · FO-110 Tórshavn Tel. 35 17 00 · Fax 35 17 01 rasmussen@rasmussen.fo www.rasmussen.fo Jákup Heinesen Lærupláss 1992 Cand. merc. aud. 2005 Hans Laksá Lærupláss 1993 Statsaut. revisor 2005 Ása Hansen Lærupláss 1982 HD í 1992 Hjalmar Augustinussen Lærupláss 1987 HD í 2003 Ragnar H. Thomsen Lærupláss 2003 HD 2006 Lesandi cand.merc. aud. Heini Mortensen Lærupláss 2002 HD 2006 lesandi cand. merc. aud. – Heimsins besta útbúgving? Vit kunnu ikki lova tær, at tú fært heimsins bestu útbúgving, tí hvussu skulu tær ymsu útbúgvingar­ nar raðfestast? Men ert tú áhugaður í samfelagsviðurskiftum/búskapi, og kundi tú hugsað tær at arbeitt í tí privata vinnulívinum, kunnu vit bjóða tær eina verkliga og ástøðiliga útbúgving, sum tú ikki fært betri á hesum øki. Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar. Men tað er fyrst og fremst gjøgnum samarbeiði, at vit hava skapt eitt sterkt lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum afturat, og vit sóknast tí eftir evnaríkum persónum við áræði, ambitiónum og hugi at vera við á einum liði, har nógv er at gera, og har arbeitt verður í einum góðum og óhátíðarligum umhvørvi. Rasmussen & Weihe er eitt grannskoðara­ og ráðgevingarfelag, sum varð stovnað í 1968. Umframt at gera lógarbunda grannskoðan, veita vit ráð á ymsum økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi, bókhaldi, stovnan av virkjum, sølu/keyp/umskipan av virkjum, skattamálum v.m. Umframt høvuðsskrivstovuna í Tórshavn hava vit eisini skrivstovu í Saltangará. Hevur tú viljan og evnini til at gjøgnumføra eina útbúgving hjá okkum, gevur tað nógvar møgu­ leikar í framtíðini. Sjálvt um vit tilætlað gera alt fyri at varðveita okkara góða og óhátíðarliga arbeiðsumhvørvi, má ásannast, at grannskoðan í sjálvum sær er eitt álvarsmál. Endamálið við grannskoðan er at gera tað arbeiði, ið er neyðugt fyri at átekna upplýsingar frá einum virki til umheimin. Ein átekning, ið sigur, um upplýsingarnar eru rættvísandi. Í hesum sam­ bandi er neyðugt at læra, hvussu grannskoðanin skal útinnast, og hvat krevst fyri at gera eina átekning. Í okkara arbeiði verður tó eisini ofta neyðugt at ráðgeva innan ymisk øki, og hartil krevst eisini bæði teoretisk og praktisk vitan. Lóggávan setur stór krøv til fakliga støðið hjá einum grannskoðara, men innanhýsis setir felag okkara enn størri krøv til persónligu eginleikarnar hjá einum grannskoðara. Hann skal m.a. vera ábyrgdarfullur, álítandi, trúverdur og skilja týdningin av tagnarskylduni. Fakliga støðið verður uppbygt gjøgnum teoretiska útbúgving og starvsvenjing – sigast má tí beinanvegin, at neyðugt er, at tú sjálv(ur) tekur eitt stórt tak. Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur students­, HF ella HH prógv í summar, og at tú ert áhugað(ur) í eini búskaparligari útbúgving. Tú var/er millum tey stinnastu í flokkinum hjá tær og hevur hug at sameina eina teoretiska útbúgving við eina praktiska útbúgving. Eisini heldur tú tað vera spennandi at sleppa at virka í vinnulívinum. Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú í fyrstu syftu kanst lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening. Vit geva tær møguleika fyri eini búskaparligari útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum, og sum til fulnar er á sama støði, sum tað besta, ið verður bjóðað aðrastaðni. Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar. Velur tú at lesa cand. merc. aud. sum fulltíðarlesandi í t.d. Danmark ella Norra, kanst tú fáa farloyvi, og kanska kunnu vit útvega tær arbeiði í lestrartíðini. Tú kanst eisini velja at lesa cand. merc. aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir í Føroyum. Aftaná cand. merc. aud. er møguleiki at gerast statsautoriseraður grannskoðari. Hevur tú vilja, evni og rættan hugburð, stuðla vit tær so nógv sum gjørligt í at fullføra tað, sum tú setur tær fyri. Størvini skulu setast eftir summarfrítíðina (umleið 1. september 2007), men longu í juni mánaði kunnu vit gera eina setanaravtalu. Ynskir tú aðrar upplýsingar, kanst tú ringja til okkara og seta teg í samband við Ole Guldborg Nielsen ella Bjarna Poulsen. Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum upplýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. juni 2007. LærupLáss / Grannskoðan Jóhan Martin Jacobsen Lærupláss 1999 CISA 1998 (KT-grannskoðari) Páll Hammer Lærupláss 2006 Lesandi HD Jacobina í Lambanum Lærupláss 2006 Lesandi HD Nikolina Eyðbjørnsdóttir Lærupláss 2006 Lesandi HD Durita Knudsen Lærupláss 2007 Sunneva Vang Lærupláss 2003 Lesandi HD lýsingar