fríggjadagur 25. mai 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tá tú fert út at ferðast,
hevur gistingarhúsið
sjálvandi stóran týdning.
Soleiðis er eisini í Oslo, og
tvey av bestu gistingar
húsunum í býnum eru
Hotel Radisson SAS Plaza
og Hotel Radisson SAS
Scandinavia
SUMMARKAPPINGIN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Oslo er ein býur við ov mikið av
møguleikum. Har eru nógvar
ymiskar kirkjur og nógv ymisk
søvn, bæði listarlig, søgulig og
mentanarlig. Býurin hevur eisini
tvær stórar handilsgøtur við bæði
kendum og ókendum handlum. Á
gongugøtunum eru eisini fleiri
stórar sølumiðstøðir, sum eru væl
útgjørdar við bæði handlum, kaffi
stovum og matstovum.
Um ferðandi til Oslo vera troytt
av øllum resinum, sum er í býnum,
so hevur býurin eisini fleiri grønar
blettir, har til ber at hugna sær og
taka sær av løttum.
Tað týdningarmesta fyri ein
góðan túr er tó helst, at gistingar
húsið er gott. Ert tú nøgdur við
gistingarhúsið, so er grundin løgd
fyri at fáa eina góða frítíð.
Vit fara í hesum sambandi at
vísa á tvey góð gistingarhús í
norska høvuðsstaðnum, Oslo.
Radisson SAS
Scandinavia Hotel
Radisson SAS Scandinavia Hotel
liggur í miðbýnum í Oslo tætt við
norska kongshúsið. Gistingarhúsið
kann bjóða gestunum eitt av bestu
útsýnunum í Oslo yvir sjálvan
býin og fjørðin. Radisson SAS
Scandinavia Hotel hevur eisini
allar fyrsta floks hentleikar, sum
eitt gistingarhús skal hava, og tí er
eitt uppihald á hesum gistingarhúsi
ofta eitt stórt og gott upplivilsi.
Øll 488 kømrini eru gjørd í ein
um serstøkum stíli, sum oftast
gevur gestunum eitt gott uppihald
á
gistingarhúsinum.
Gestirnir
hava eisini møguleika at nýta
bæði fittnessrúmið, svimjihylin
og hárskeran, sum eru í kjallara
hæddini
á
gistingarhúsinum.
Radisson SAS Scandinavia Hotel
hevur eisini eina góða matstovu,
har køkurin hevur fingið góðan
íblástur frá miðjararhavslondu
num. Harafturat er ein góð barr á
21. hædd, sum ger góðar cocktails
afturvið einum sera vøkrum
útsýni.
Sum sagt, so liggur gistingar
húsið í miðbýnum av Oslo, og
gestirnir kunnu ganga til fleiri av
kendastu støðunum í býnum. Ein
av gongugøtunum, Karl Johans
gata, liggur eisini sera tætt við.
Radisson SAS Plaza Hotel
Radisson SAS Plaza Hotel er
eisini eitt av Radisson gistingar
húsunum í Oslo. Gistingarhúsið
hevur heili 37 hæddir og hevur tí
sjálvsagt eitt bergtakandi útsýni
yvir vakra norska høvuðsstaðin.
Radisson SAS Plaza Hotel er
hægsta gistingarhús í Norður
evropa, og størsta gistingarhús í
Noregi.
Gistingarhúsið
hevði
stórar
umvælingar í 2004 og 2005, og tí
eru øll kømur og øki, har gestirnir
eru, í sera góðum standi. Øll tey
673 kømrini hava nú eisini allar
fyrsta floks hentleikar, sum eru at
finna á teimum bestu gistingar
húsunum. Tráðleyst internet sam
band er eisini kring alt gistingar
húsið.
Gistingarhúsið
hevur
eisini
tríggjar góðar matstovur og tvær
barrir, og gestirnar hava atgongd
til bæði svimjihyl, sauna og fit
nessrúm og 34. og 35. hædd. Um
framt hetta eru eisini góð fundar
høli á ovastu hædd.
Radisson SAS Plaza Hotel ligg
ur annars mitt í Oslo, so gestirnir
standa mest sum í hjartanum av
Oslo, tá teir traðka út um dyrnar.
Puntur nummar 14 av 23
Oslo:
Fleiri góð gistingarhús í Oslo
Kømrini eru
stór og góð á gist
ingarhúsunum,
og umstøðurnar
eru sum heild
avbera góðar
Radisson SAS
Plaza Hotel er
størsta gistingar
hús í Noregi, og
gistingarhúsið
hevur eitt berg
takandi útsýni
yvir norska
høvuðsstaðin og
fjørðin