fríggjadagur 25. mai 2007síða 52
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 25. mai 2007
summarkapping
52
Fyrst í hesum árinum valdu fólkini handan Hotel
Tórshavn at lata gistingarhúsið aftur, tí tað skuldi
umvælast. Í samfullar tríggjar mánaðir bleiv
dúgliga arbeitt við gistingarhúsinum, og fyri
góðum hálvumøðrum mánaði síðani, tann 1. apríl,
lat gistingarhúsið upp aftur.
Og eingin ivi skal vera um, at nógv er broytt á
Hotel Tórshavn. Snøgt sagt alt inni á teimum 43
kømrunum er broytt. Har eru nýggjar sengur,
nýggj skrivaraborð og vesi og brúsa eru á øllum
kømrunum. Afturat nýggju kømrunum eru eisini
ein nýggj móttøka, og gistingarhúsið hevur seks
fundarhøli.
Alt er eisini spildurnýtt á matstovuni, Brasserie
Hvonn. Umstøðurnar eru nógv betri, og matstovan
hevur fingið nýtt, stórt matarkort við á leið 125
ymiskum rættum. Harafturat hevur Hotel Tórshavn
eina nýggja café, Café Hvonn, á niðastu hædd, og
henda er bæði góð og hugnalig.
Hotel Tórshavn hevur longu nú nógvar
bíleggingar til seinni í summar, og tey vænta at
hava nógvar gestir ígjøgnum alt summarið.
Gistingarhúsið hevur eisini gott samstarv við
ferðaveitarar kring landið, so um gestirnir m.a.
vilja ein túr undir Vestmannabjørgini ella við
Norðlýsinum, so kann Hotel Tórshavn eisini
syrgja fyri hesum.
Danin, Erik Fey, hevur gist á Hotel Tórshavn
seinastu 10-15 árini við ymiskum ferðaløgum, og
hann lat ongan iva vera um, at gistingarhúsið er
nógv betri nú, enn undan umbyggingini.
- Tað er gott, at man ikki noyðist at skamma seg
yvir gistingarhúsið longur. Vit høvdu eitt sera gott
uppihald á Hotel Tórshavn. Gistingarhúsið var
fínt yvir alt, og harafturat var maturin sera góður,
segði Erik Fey um nýggja Hotel Tórshavn.
Hotel Tórshavn lat upp í nýggjum hami tann 1. apríl,
eftir at kalla alt gistingarhúsið er blivið umvælt.
7 9 6 H ú s a r
Te l 2 2 2 0 6 0
w w w. v i l j i n . c o m
V i t s i g l a ú r h e s u m s t ø ð u m
KlaKsvíK | leirvíK | eiði | GjóGv
• Bátur til 12 fólk
• Skipaðir túrar
• Leigutúrar
• Fiskitúrar
Viljin Tours
VÁRIÐ
er komið
SMS
SHOPPING
- kom við TÓRUNN,
TURIÐ og MARITU á
shoppingtúr
BRÚKARA
RÆTTUR
Okkara løgfrøðingur
svarar spurningum!
PROFILAR
•
Mixa merkini
í Klivanum
•
Rit & Rák fær
nýggja innrætting
•
Klokkan við øllum
smúkkunum
SMS BLAÐIÐ APRÍL - JUNI 2007
Italsk vika í SMS
- italskt toy, matur, tónleikur, kaffi, brillur, bøkur og nógv, nógv meira…
Lesið nýggjasta
SMS-blaðið!
Hotel Tórshavn í nýggjum hami