fríggjadagur 25. mai 2007síða 53
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 25. mai 2007
summarkapping
53
Navn: Høgni Lisberg
Bústaður: Keypmannahavn/ØK
Aldur: 25 t. 07/06-07
Starv: Tónleikari og arbeiði á einum
heilsølugoymsluhúsi.
Frítíðarítriv: Tónleikur haldi eg.
Nær fært tú summarfrí í ár?
10. juli
Hvussu fert tú at halda
summarfrítíðina?
Eg, daman og dóttirin fara heim til
Føroyar í 10 dagar. Restin av
summarfrítíðini verður hildin í
Danmark.
Hví hevur tú valt at gera júst hetta í
summar? Tað er gott at koma heim at
síggja familju og vinir. Og tá man fer
heim, skal man helst kunna fara á G!
Festivalin. Eg fari tó fyri eina ferð
skyld eisini at halda feriu í Danmark,
tí teir hava jú lovað “kanon sommer” í
ár.
Plagar tú at ferðast uttanlands um
summarið?
Eg havi altíð ferðast nógv, men mest í
tónleika samanhangi. Eg havi t.d.
ongantíð verið ein rukkutúr, tí at tað
hevur næstan altíð verið okkurt
tónleikatiltak fyri framman. Hetta eru
tveir ymiskir mátar at ferðast uppá, og
man hevur ikki ordiliga frí, tá man
ferðast í tónleikaørindum. Men
hinvegin, so fari eg oftari at ferðast
enn nógv onnur fólk, og mær dámar
tað væl.
Plagar tú at ferðast í Føroyum um
summarið?
Eg eri hálvur suðuroyingur, so tá eg
var barn, var eg altíð og vitjaði abban
suðuri í Vági. Tað vóru sera góðir
túrar, tí tað er stuttligt at verða í
Vági, tá man er barn. Annars havi eg
ikki verið serliga raskur at ferðast í
Føroyum, og hetta er nakað, man átti
at gjørt meira við.
Ferðast tú hinar árstíðirnar?
Ja, sum sagt, so ferðist eg ofta av tí
at eg eri tónleikari. Tað hevur serliga
verið í Norðanlondunum og í
Evropa.
Hvat er títt dreymaferðamál?
Eg vil gjarna sleppa ein túr suður
eftir onkuntíð. Bara onkra staðni
saman við damuni og dóttrini. Seinni
vil eg eisini sleppa til lond í Afrika
og Asia.
Høgni ætlar sær á G!
Vælkomin á Hotel Norð
Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68
Stórt úrval av baðirúmsmøblum
Alt innan
VVS
11. november fer heimskendi bólkurin Take That á pall í Forum í Keypmannahavn.
Vit hava fingið fatur á nøkrum atgongumerkjum til konsertina, so tað er um at skunda sær...
P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 60 • Fax 34 00 11 • airport@ff.fo
”Take That” konsert í Keypmannahavn
www.ff.fo
Íroknað prísin er:
• Flogferð Vágar – Keypmannahavn og aftur við øllum avgjøldum
• Atgongumerki til konsertina hjá Take That í Forum
kr. 2.995,-
fyri hvønn
úr Vágum 9. og heim aftur 12. november
So langt burtur,
og tó so nær ...
Tel. 42 31 71
Fartel. 21 15 90
info@gjaargardur.fo
www.gjaargardur.fo
GJÁARGARÐUR
Guesthouse of Gjógv
r e p r o z