Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007 Vikuskifti 19 Í vesturbýnum í Tórshavn hevur tú nú møguleika at ogna tær eini vælhildin tvíhús. Rundan um húsini er garður og framman fyri høvuðsdyrnar er ein lítil vakur urtargarður. Til húsini hoyrir eisini ein hjallur og eitt bilhús. Tú sært alt fyri eitt, tá tú kemur inn í húsini, at her býr ein barnafamilja, har stórur dentur verður lagdur á, at heimið er ljóst, hugnaligt og nýmótans. Húsini eru í trimum hæddum. Í mið­ hæddini er ein gongd, eitt baðirúm, og køkur og stova í einum og ein grovkøkur. Frá køkini er grovkøkurin, sum hevur dyr beinleiðis til hjallin og bilhúsið. Sostatt hevur tú eisini møgleika at nýta grovkøkin sum inngongd. Ein vøkur trappa, hvít við maghogni trinum, og sum fellur væl inn í ljósu og hugnaligu stovuna í miðhæddini, gongur niður til eina hugnaliga stovu í kjallaranum. Á loftinum er ein gongd, eitt baðirúm og trý kømur. Baðirúmið er hvítt við snotiligum ljósum flísum bæði á gólvinum og vegginum. Í kjallaranum er eitt vesi, ein nýliga gjørd stova, eitt kamar og eitt kjallara­ rúm. Á Teigi er barnavinarligt og friðarligt. Her er gott bæði hjá ungum sum eldri at búgva. Fleiri vøggustovur og barnagarðar eru í umhvørvinum. Venjingarskúlin liggur bert fáa minuttir frá og góðir innkeypsmøguleikar eru. Samstundis er stutt til miðbýin, har tú hevur møguleika at njóta alt, sum mið­ býurin hevur at bjóða við hugnaligum matstovum, mentanarlív, søvnum og handlum. Tú fært meira at vita um húsini við at ringja til Skyn á tlf. 35 74 00. Opið hús verður mikudagin tann 30- 05-2007 kl. 16.30 til 17.30. Vælkomin at hyggja at húsunum. Hugnalig tvíhús í vesturbýnum í Tórshavn Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo Byggiár: 1988 Hæddir: 3 Stødd innan: 225 fermetrar Grundøkið: 300 fermetrar Prísuppskot: kr. 2.400.000