Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 99 - 25. mai 2007 ] Størsta einstaklinga­ kappingin í føroyskari talvsøgu nakrantíð var mikudagin í Avhaldshúsinum í Haldórsvík, tá 106 skúlanæmingur úr skúlunum í Sunda kommunu brustu saman TALV Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Gongdin í føroyskari telv­ ing hevur ikki verið tann all­ arbesta síðstu árini. Áhugin millum ungdómin hevur verið minkandi, tí unglingin í Føroyum ofta velur at halda seg til stórar ítrótta­ greinar sum fótbólt, hond­ bólt o.a. Úrslitini hjá bestu telvar­ unum hava tó verið góð. Helgi Dam Ziska hevur sum næsti føroyingurin nakrantíð tryggjað sær ein IM­norm, og úrslitini í kappingum úti í heimi hava heldur ikki verið so galin hjá føroyskum telvarum. Hetta tykist hava sett síni fótaspor millum føroyska ungdómin, tí áhugin tykist bara at vaksa millum skúla­ næmingar í landinum. Mikudagin fór eisini størsta einstaklingakapping­ in í føroyskari talvsøgu nakrantíð av bakkastokki í Avhaldshúsinum í Haldórs­ vík, tá 106 skúlanæmingar frá skúlunum í Sunda kommunu settust við talv­ borðini. Vit hava tikið eitt prát við ein av samskiparunum, Jóhan Magnus Joensen, sum er lærari í Tjørnuvíkar skúla. Hava telvað í tvey ár Jóhan Magnus Joensen hev­ ur sjálvur telvað nakað ígjøgnum tíðirnar, men nú situr hann mest á interneti­ num, har hann stríðist við aðrar internetspælarar á teimum 64 puntunum. Hann hevur tó ikki bert hildið seg til telvingina á netinum. Hann hevur nevni­ liga eisini fingist við at lært børnini í Tjørnuvíkar og Haldórsvíkar skúla at telva, og síðstu tvey árini hava næmingarnir á hesum skúl­ um tikið seg nógv fram inn­ an talvyrkið. Børn í hinum skúlunum í Sunda kommunu eru eisini byrjaði at telva, og luttak­ aratalið í kappingini í Avhaldshúsinum vísir, at áhugin er stórur millum ungdómin í Sundalagnum. ­ Einki er at ivast í, at áhugin er stóru millum børnini her norðuri. Kapp­ ingin mikudagin er størsta einstaklinga kapping í landi­ num nakrantíð, og av teim­ um knapt 200 næmingunum, sum ganga í skúlunum í Sundalagnum, vóru næstan 110 næmingar við í Hal­ dórsvík, og hetta vísir, at børnini tíma at telvað, sigur Jóhan Magnus. Kollfirðingur hevur hjálpt til Síðani kommunurnar í Sundalagnum løgdu saman í eina stóru kommunu, hev­ ur nýggja Sunda kommunu lagt upp til, at skúlarnir í økinum skulu samstarva. Júst talvundirvísingin er ein liður í hesum samstarvið, og hetta hevur jú gingið væl. Tað hevur tó eisini hjálpt, at børnini hava fingið und­ irvísing frá einum av sterk­ astu telvarunum í landinum. Kollfirðingurin, Hans Kristj­ an Simonsen, hevur nevni­ liga ferðast runt á skúlunum í Sundalagnum eina ferð um vikuna síðstu mánaðir­ nar, har hann hevur undir­ víst børnunum í talvi. ­ Sunda kommuna hevur sett Hans Kristjan at feraðst runt í ymsu skúlunum ein dag um vikuna, og tað hev­ ur heilt víst bøtt um áhugan millum børnini, at tey hava fingið undirvísing frá ein­ um av elitutelvarunum í landinum. Eg haldi tað eis­ ini vera gott, at føroyskir telvarar hava áhuga í slík­ um, tí hetta økir samstundis um áhugan ímillum ung­ dómin, heldur Jóhan Magnus. Góð úrslit Tá kappingin var komin at enda mikudagin, fingu trý tey bestu í hvørjum flokki heiðursmerki. Harafturat fekk vinnarin eitt ferðasteyp við navninum á, so fólk kunnu síggja, hvør hevur vunnið steypið upp ígjøg­ num árini. Haldórsvíkar skúli og Tjørnuvíkar skúli hava fyri fyrstu ferð tikið lut í FM í skúlatelving í ár, meðan Norðskála/Oyra skúli eisini hevur tikið lut. Jóhan Magn­ us er eisini nøgdur við góðu úrslitini, sum allir tríggir skúlarnir hava fingið í skúla­ telvingini. Hann leggur afturat, at talv eisini hjálpir uppá und­ irvísingina í skúlunum, tí við telving læra børnini eisini at konsentrera seg í øðrum lærugreinum í skúla­ num. At enda vónar hann, at aðrir skúla kring landið kunnu taka við hesum hug­ skotinum, sum skúlarnir í Sunda kommunu nýta í sam­ band við skúlatelving. Skúla FM í frælsum ítrótti FÍF og ítróttaráðgevin á LMS skipa í felag fyri kapping um føroyameistaraheitið í Frælsum ítrótti fyr skúlar á Svangaskarið mánadagin 28 Mai. Fyrstu kappingar fara í gongd kl. 12.00 og tann seinasta ferð í gongd kl. 16.50. Kappast verður í sprint (60, 80 ella 100 m), miðteina renning (600 ella 800 m), longdarlop og kúlustoyt. Tey yngru renna styttri og nýta lættari kúlur enn tey eldru. Kappingin er skipað soleiðis, at ein føroyameistari skal finnast innan hvørja grein í hvørjum árgangi (flokki) fyri ávikast gentur og dreingir. Sostatt skulu 80 føroyameistara finnast. Tíggju skúlar hava melda næmingar til tiltakið við upp til 64 luttakandi. Samlaða talið av startandi er 248. Her er tó ikki tikið atlit til at onkur luttekur í fleiri greinum. Tó kann ongin einstakur íðkari luttaka í meir enn 4 greinum. Kappingin er stuðla av Atlantic Airways og Trygg­ ingarfelagnum Føroyar. Svimja um Nólsoyar­ fjørð í morgin Vanliga hevur stuðulssvimjingin um Nólsoyarfjørð verið skipað á ovastevnu, sum er annað vikuskiftið eftir ólavsøku. Í ár er kappingin tó framskundað, og sum eyka krydd eru tveir teinar at svimja hesaferð. Til ber at tekna seg til vanliga teinin, har byrjað verður við hølini hjá radioamatørunum í Havn – tann teinurin er 4.000 metrar – ella at tekna seg til styttra teinin, har byrjað verður út fyri bygdina, soleiðis at ”bert” ein kilometur er at svimja. Fyri at fáa alt at ganga sum best og at tryggja okkum at trygdin er í lagi, møtast øll hjá radioamatørunum kl. 11.00. Har verður kunnað um hvussu skipað verður fyri og aðrar fráboðanir, ið skulu til. Svimjingin á longra teininum byrjar klokkan 12. Tey, ið svimja styttra teinin, byrja klokkan 12.30. Málið hjá báðum bólkum er Heiðursportrið niðri á keiuni í Nolsoy. Um svimjari kemur á land aðrastaðni, er neyðugt at renna seinasta teinin. Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, at ansa eftir, og nólsoyingar taka ímóti og hjálpa svimjarunum, tá komið er upp á land. Hetta er tíggjunda ferðin, at skipað verður fyri stuðulsvimjing. Bestu tíðina higartil eigur Jóannes á Fløtti, sum í 2004 svam teinin upp á 1 tíma, 17 minuttir og 7 sekund. Gunnar skal venja hoyvíkarkvinnur H71 hevur sett Gunnar Streymoy sum venjara hjá besta kvinnuliði felagsins. Tað er serliga á manssíðuni, at H71 hevur gjørt um seg, men seinnu árini er kvinnulið felagsins eisini ment nógv. Talan er fyri tað nógva um ungar spælarar, og ætlanin er, at hesar um ikki so nógv ár kunnu seta sín dám á Sunset­kappingina. Atgongumerki eru enn eftir FSF endar í dag forsøluna av atgongumerkjum til landsdystirnar móti Italia og Skotlandi. At byrja við tóktist nærum vist, at Italia­dysturin fór at verða útseldur í forsølu, men enn eru atgongumerki eftir. – Onkur virki, sum høvdu keypt nógv atgongumerki, hava nú latið nøkur av hesum innaftur, og tí er framvegis gjørligt at fáa atgongumerki. Móti Skotlandi eru eisini atgongumerki eftir. Har hava vit tó selt eini 800 til skotar, men vónandi fáa hesir eisini mótspæl frá føroyskum áskoðarum, tá dysturin verður spældir, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF. 20 Størsta einstaklinga­ kapping nakrantíð Heili 106 næmingar úr skúlunum í Sunda kommunu tóku lut í talvkapping, sum var í Avhaldshúsinum í Haldórsvík mikudagin. Hetta var sostatt eisini størsta einstaklingakappingin í føroyskari talvsøgu. Mynd: Jóhan Magnus Joensen