fríggjadagur 25. mai 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007
Vikuskifti
20
Íbúð – Vesturgøta 11, Tórshavn
Íbúðin, ið er 63 fermetrar, liggur á ovastu hædd.
Byggiár: 1986. Har er inngongd, gongd, baðirúm,
køkur / stova og 2 kømur. Harafturat er 22 fermetrar
stórt goymslurúm í kjallara. Íbúðin er væl hildin og í
góðum standi. Har er ventilatiónskipan, felags
parabolskipan, breiðband og góð parkeringsviður-
skifti. Sera gott útsýni er yvir Nólsoyarfjørð. Íbúðin
verður seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – á Brúgv 7, Fuglafjørður
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml 224
fermetrar. Hartil er ein hjallur / hoyggjhús / seyahús.
Grundøkið er 754 fermetrar. Byggiár: 1959. Í
miðhæddini er gongd, gestawc, køkur, kovi, 2 stovur
og kamar. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm, 4 kømur
og altan. Í niðastu hædd er gongd, 2 kømur, vaskirúm,
fýrrúm og kjallararúm. Stórt stykki er vestanfyri húsini
og urtagarður við trøðum er niðanfyri. Húsini, sum
standa væl fyri mitt í bygdini, verða seld, um
hóskandi boð fæst
Trøð – Longubrekka, Sørvágur
Ognin er ein rættiliga stór trøð beint omanfyri
byggiøki á Longubrekku í Sørvági. Trøðin liggur sera
væl fyri við veg og er løtt at kkoma til. Trøðin liggur í
náttúruvøkrum umhvørvi og hevur avbera vakurt
útsýni oman yvir bygdina. Trøðin verður seld, um
hóskandi boð fæst.
Í Støðlunum, 825 Froba
Húsini eru í trimum hæddum, hvør uml. 84 fermetrar
- í alt 252 fermetrar - alt innrættað. Grundøkið er 994
fermetrar. Byggiár: 1978. Í ovastu hædd er gongd, 2
kømur, baðirúm og altan. Í miðhæddini er gongd,
køkur, stova, 2 kømur, baðirúm og altan. Í niðastu
hædd er kamar, 2 gongir, vaski- / fýrrúm og hjallur.
Húsini standa í barnavinarligum, friðarligum
umhvørvi og hava sera gott útsýni yvir fjørðin. Húsini
verða seld, um hóskandi boð fæst.
Gaddavegur 10, 655 Nes
Húsini eru í 2 hæddum - hvør hæddin 130 fermetrar -
samlað búvídd 260 fermetrar. Grundøkið er 584
fermetrar. Byggiár 1990. Húsini standa omanfyri
vegin, men tú kanst ganga beint inn frá vegnum
bæði oman/ og niðanfyri. Partur av niðari hæddini er
innrættaður sum íbúð. Í erva er durur, 2 baðirúm,
gongd, køkur, grovkøkur, hjallur, stova, hjúnarrúm og
3 kømur. Í íbúðini í neðra er køkur/- stova, 2 stór
kømur, gongd, og baðirúm. Umframt hetta er
kjallararúm/-fýrrúm, goymslurúm og garaga. Lagaður
garður við suðroyargróti er runt húsini. Húsini standa
nær við hagan, og ánna og er sera barnavinarligt
umhvørvi.
Garðsvegur 16, Viðareiði
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml. 288
fermetrar. Grundøkið 1350 fermetrar. Byggiár: 1981.
Tú hevur sera gott útsýnið. M.a sært tú Kalsoynna,
Kunoynna, Borðoynna og Svínoynna úr stovuvindey-
ganum. Fleiri umvælingar eru gjørdar við húsini tey
seinastu árini, m.a. eru vindeyguni í miðhæddini skift,
vindeyguni í ovastu hæddini verða skift, og gólvini í
stovuni, gongini, ketilin og oljutangin eru eisini skift. Í
miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, køkur, stova,
vaskirúm og hjallur. Í ovastu hæddini er gongd, 4
kømur, baðirúm og goymslurúm. Í niðastu hæddini er
garaga, kjallararúm/- fýrrúm. Húsini standa í sera
hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi, mitt í
bygdini. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst.
Grundstykki – Hvannasundsgøta 2,
Tórshavn
Ognin er eitt frálíkt grundstykki nær miðbýnum við
sera góðum útsýni yvir Havnina og yvir
Nólsoyarfjørð. Stykkið er planerað og klárt er at binda
í el, vatn, kloakk o.a. Ognin verður seld, um hóskandi
boð fæst.
Hetlandsvegur 6, Tórshavn
Húsini eru í tveimum hæddum, hvør uml. 110
fermetrar - íalt uml. 220 fermetrar. Grundøkið er 372
fermetrar. Byggiár: 1964. Ymiskar ábøtur eru gjørdar
innan, men nøkur vindeygu mugu skiftast. Av tí at
einki er gjørt runt húsini, eru góðir møguleikar at seta
sín egna dám á møguligan urtagarð. Í erva er
durur/gongd, baðirúm, køkur, stova, hjúnarúm og 3
kømur. Í neðra er sjálvstøðug íbúð. Húsini standa í
veðurgóðum, friðarligum og barnavinarligum
umhvørvi miðskeiðis í býnum.
Sethús – Norðoyri, Klaksvík
Húsini eru í 2 hæddum á uml. 85+55 - í alt 140
fermetrar. Grundøkið er 574 fermetrar. Húsini eru
upprunaliga bygd í 1987, men eru høvuðsumvæld í
2005. Har er nógv nýtt: Tak, lektir, 4 vindeygu,
úthurðar, baðirúm, flestu innveggir, trægólv (ask
plank) og allar hvítvørður. Í miðhæddini er inngongd,
gongd, wc, køkur / stova, bryggers. Í ovaru hædd er
stova, 3 kømur og baðirúm. Til húsini er bilskúrur og
skúrur á 8 fermetrar. Húsini standa vakurt í
veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum
umhvørvi og hava gott útsýni og sera góðan
sólargang. Stutt er oman í fjøruna og skúlabussur er
inn til Klaksvíkar. Húsini verða seld, um hóskandi boð
fæst.
Sethús – Gerðisbreyt 3, Velbastaður
Húsini eru í 2 hæddum, hvør uml. 77 fermetrar -
samla búvídd 154 fermetrar. Grundøkið er 602
fermetrar. Byggiár: 1985. Ymiskar umvælingar eru
gjørdar síðani 2001, m.a er niðara hæddin innrættað,
gólv, vindeygu í baðirúmi og annað er skift í erva. Í
ovaru hædd er gongd, køkur, stova, baðirúm og
kamar. Í niðaru hædd er gongd, hjúnarrúm, 2 kømur
og vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Nakað av
lagaðum garði er gjørdur runt húsini, og klárt er at
byggja garagu. Útsýnið er sera gott út yvir fjørðin.