Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 25. mai 2007 21 søkir eftir Pedagogum til Barnagarðin á Mýrunum Í Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur við 14 børnum í hvørjari, 2 barnagarðsstovur við 20 børnum í hvørjari, 1 barnagarðsstova við 20 6-ára gomlum børnum og 1 stova við børnum við serligum tørvi. Vit ynskja at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnunum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Søkt verður eftir: • 1 pedagogi 30t um vikuna, til barnagarðsstovu við 6-ára gomlum børnum • 1 pedagogi 30t um vikuna, til barnagarðsstovu • pedagogum 30-35t um vikuna, til vøggustovurnar • 1 pedagogi 30-35t um vikuna, til stovuna við børnum við serligum tørvi Størvini verða sett 13. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Eyðnu Norðfoss leiðara ella Jastrid Weihe vara- leiðara á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8 juni 2007, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 Postrúm 139 FO-600 Saltangará Runavíkar Kommuna Pedagogur søkist Pedagogar søkjast til Dagstovnin í Gøtu. Til at byrja 6 august 2007. 1 Avloysari til arbeiðið í Dagstovninum tá starvsfólk eru sjúk og í feriu. At byrja skjótast tilber. Í dagliga arbeiðnum leggja vit m.a. dent á: • at børn og starvsfólk trívast og eru í menning. • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk. • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn. • at virða tað einstaka barni í bólkinum. Vit ynskja: • at tú hevur góð samstarvsevnir. • at tú hevur hug og áðræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerðandisdag. • at vera við til at mynda og menna tað pedagogiska umhvørvi. Dagstovnurin lat upp 1 februar 2000, og liggur í hugnaligum og barnavinaligum umhvørvi, við Gøtugjógv. Lønin er sambart sáttmála ímillum Føroya Peda­ gogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevara­ felag. Nærri upplýsing um størvini fáast við at venda sær til Torgerð Hansen leiðara, fartlf. 771008. Skrivlig umsøkn við avrit av prógv og ummælum skal sendast okkum í seinasta lagi 15 juni 2007 kl.10.00. Bygdaráðið tekur sær rætt til frítt at velja ímillum umsøknirnar ella ongan at seta. Dagstovnurin í Gøtu postboks 32. Vaktarhúsvegur 1. 511 Gøtugjógv. Stiftsfulltrúi Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum stiftsfulltrúi við Stiftsstjórn Føroya er leyst at seta frá 1. august 2007. Umsøkjarin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra samfelagsvísindaliga ella fyrisitingarfrøðiliga útbúgv­ ing við almennum rætti og fyrisitingarrætti. Í samstarvi við stiftsstjórnina skipar og leiðir stifts­ fulltrúin dagliga arbeiðið á stiftsumsitingini og er skrivari hjá stiftsstjórnini. Hann ráðgevur eisini biskupi í málum, sum viðvíkja embætisrøkt prestanna, kirkju­ ráðsvali, próstadømisráðsvali, bispavali, kirkjubóka­ føring, nýtslu av kirkjum v.m. Fólkakirkjan verður ætlandi yvirtikin á Ólavsøku, og tann, ið settur verður í starvið, kann tí vænta, at stórar, nýggjar og spennandi uppgávur eru fyri framman, eitt nú at vera við í arbeiðinum at tilevna føroyskar lógir og kunngerðir á kirkjuliga økinum. Tann, ið verður settur, kemur í stóran mun at mynda starvið saman við biskupi, men má eisini kunna tola broytingar í starvsviðurskiftunum. Góður málsligur førleiki er ein fyrimunur. Vit ynskja ein starvsfelaga, ið hevur góð samstarvsevni og hug at samskifta, og sum sær møguleikar heldur enn forðingar. Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag. Umsókn við gjølligum upplýsingum um útbúgving og yrki higartil skulu saman við próvskjølum sendast Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postrúm 8, 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hans Jacob Joensen, tlf. 31 19 95. Umsóknarfreistin er úti fríggjadagin 15. juni 2007 kl. 12.000. Føroya Stiftsstjórn J. Paturssonargøta 20 Postrúm 8 110 Tórshavn Størv sum stuðlar í Sankta Frans Skúla Søkt verður eftir 3 stuðulsfólkum, ávi­ kavist 23, 26 og 26 tímar um vikuna, skúlaárið 2007/2008 til næmingar við serligum tørvið. Fyrimun hava umsøkjarar við royndum í mennandi stuðulsarbeiði og viðkomandi útbúgvingum. Løn sambart sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Vit vænta at tú: • í samstarvi við leiðslu, starvsfelagar og foreldur vil vera við til áhaldandi at menna skúlan. • Ert fyrikomandi, virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi. Umsóknir: Umsóknir skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi leygardagin 9. juni 2007. kl. 12.00 Nærri fæst at vita um størvini hjá Selmar Jacobsen, skúlastjóra, á tlf. 30 25 32/ 22 07 16 ella hjá Jákup Lindberg, varaskúlastjóra á tlf. 30 25 33/ 51 30 74. Í Sankta Frans skúla eru 330 næmingar í forskúla til 7. flokk. Í skúlanum starvast 30 lærarar. Skúlin hevur ein lærarahóp, ið fakliga røkkur víða og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan lýsingar Tann 16. juni hittast vit øll somul í Hornahúsunum í Havn. Reyp um skúladagar, prát, sangur og hugni verða á skránni, og so er bara at taka góða lagið við. Tilmeldingar til veitsluna fer fram við at senda teldubræv til klassaball@sosialurin.fo Kostnaður 400 kr. HH-húgvurnar frá ’94