Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 • 25. - 27. mai 2007 Vikuskifti 21 Nýgg samanbygd hús – Ánirnar, Klaksvík Í august mánaði í ár verða 10 – 15 arkitektteknað samanbygd hús klár at flyta inn í. Tvær støddir eru at velja ímillum: 115 m2 og 107 m2, báðar við lutvíst innrættaðum kjallara. Húsini, ið verða smíðað úr fyrsta floks tilfari, eru sett soleiðis í lendið, at øll hava sera gott útsýni og góðan sólargang. Húsini verða hitað við fjarhitaskipan og hava tekniskar installatiónir so sum breiðband og telefonskipan í uppihaldsrúmum og kømurum, ókeypis telefonsamskifti húsanna millum umframt allar vanligar hentleikar, ið hoyra nútíðini til. …og sjálvandi eru vásakøkur og hjallur eisini náttúrligur partur av húsunum. Sí annars www.jftconnector.com Sk em m a n søk ir h an dils læ rli ng Gerst handilslærlingur hjá okkum og fá nógvar góðar fyrimunir Vit bjóða: • Møguleika fyri altjóða útbúgving • Spennandi smásøluútbúgving við egnum skúla • Møguleika fyri arbeiði við stórum avbjóðingum – bæði í Føroyum og á eini av deildunum í útlandinum • Løn sambært galdandi sáttmála hjá S&K Vit vænta at tú ert: Samstarvsfús/ur, sjálvstøðug/ur, fyrikomandi, arbeiðssom/-samur, opin og ikki bangin fyri at siga tína meining. Kunning um Skemmuna: Í Skemmuni starvast 14 fólk. Eisini hevur Skem- man deildir í hesum londum: Íslandi, Kanada, Letlandi, Litava og Estlandi. Í hesum londum lata vit eisini fleiri nýggjar deildir upp á hvørjum ári. Síðan Skemman byrjaði fyri 20 árum síðan, eru arbeiðsplássini økt støðugt. Í dag eru umleið 1000 arbeiðspláss tilsamans, á øllum deildunum í teimum 7 londunum. Skúlagongd: Skúlagongdin fer fram í Danmark. Gjøgnum samstarvið við Jysk, fáa okkara lærlingar loyvi at koma á Jysk skúlan í Norður-Jútlandi, og tí fáa teir ein nógv størri fakligan kunnleika um okkara vørur, enn ein fær gjøgnum eina vanliga handilsútbúgving. Skúlin er góðkendur av al- mennu myndugleikunum. Krøv: Fyri at gerast lærlingur í Skemmuni krevst FHS-útbúgving ella onnur miðnámsútbúgving. Hevur hetta tín áhuga, send so eina skrivliga umsókn – í seinsasta lagi 1. juni 2007 – til: SKEMMAN Staravegur 7 · Postboks 3278 · 110 Tórshavn ella á teldupost: skemman@skemman.fo Meira fæst at vita um læruplássið við at ringja 315588 og spyrja eftir Dan. Sk em m a n søk ir e ftir søl uf ól ki Søkt verður eftir starvsfólki til hesi økir: Meturvørudeildina og búnýtisdeildina Tú skal vera ágrýtin og hugagóð/ur og hava góð samstarvsevnir, bæði viðv. arbeiðsfeløgum og kundum. Meturvørudeildin At hava ábyrd av sølu av meturvørum. persiennum v.m Búnýtisdeildin At hava ábyrd av sølu av búnýtis vørum, plastvørum v.m. Lønin verður ásett eftir avtalu Skemman kan bjóða eitt gott og trygt starv, við góðum arbeiðisfeløgum. Ljóðar hetta áhugavert, so send eina umsókn sum skjótast, saman við avritum av prógvum og viðmælum. Talan er um føst størv, fulla tíð. Starvini verða sett sum skjótast Umsóknarfreist 01.06.2007 Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Dan Hansen dh@skemman.fo Sk em m a n søk ir e ftir søl uf ól ki Sølufólk til Møbladeildina hjá Skemmuni Vit søkja eftir einum starvsfólki at hava ábyrgd fyri søluni av møblum og mad­ rassum v.m. Tú skalt vera ágrýtin og hugagóð/ur og hava góð samstarvsevni, bæði viðv. arbeiðsfeløgum og kundum. Best er um tú hevur hóskandi útbúgving, men tað er ongin treyt. Lønin verður ásett eftir avtalu. Í Skemmuni kunna vit bjóða tær eitt gott, trygt starv, við góðum arbeiðsfeløgum. Ljóðar hetta áhugavert, so er at senda umsókn sum skjótast, og viðhefta avrit av møguligum prógvum og viðmælum. Talan er um fast starv, fulla tíð, dag­ arbeiði. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Dan Hansen dh@skemman.fo