Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 100 - 29. mai 2007 ] Spælið er betrað Hóast nógv varð tosað um lagnudyst hjá VB/ Sumba, so vildi Birgir Jørgensen ikki kasta alla vón fyri borð, tá tað bert bleiv til javnleik á Argjum. - Fyrst og fremst, so fáa vit eitt stig á útivølli, og tað er so fyrstu ferð í ár. Men hartil so haldi eg eisini, at vit spæla munandi meira nú, enn vit hava gjørt. Sjálvandi er tað trupult at hóma bjargingina, tá vit enn eru langt frá niðurflyt- ingarstrikuni, men tað gongur avgjørt rætta vegin. Næstu ferðina hava vit KÍ, og tann dysturin verður eisini týdningarmikil, stað- festi Birgir. Gloyma at spæla Fróði Clementsen hjá AB var alt annað enn nøgdur um, at teir ikki høvdu vunnið dystin móti VB/Sumba. - 2-2 á heimavølli móti liðnum, sum ligg- ur niðast, er avgjørt ikki nøktandi, um vit skulu gera okkum vónir um at halda sessinum í deildini. – Men tá tað er sagt, so gera vit uppgávuna óneyðuga trupla fyri okkum sjálvar. Vit geva teimum tvey hálvgum bílig mál, men tíbetur megna vit hóast alt at vinna tey bæði aftur. Eftir steðgin tóktist spælið hjá tykkum steðga fullkomuliga. Var orkan tá gingin undan. – Nei, tað haldi eg ikki. Men vit gloyma at spæla. Talan verður mest sum bara um lang- ar bóltar, og tí er tað trupult hjá okkum at skapa nakað sum helst. Derby í Premier League Derby County er triðja og seinasta felagið, ið flytur upp úr Championship í Premier League hetta kappingarárið. Hetta gjørdist greitt seinnapartin í gjár, tá ið teir vunnu 1-0 á West Bromwich í play off-finaluni. Stephen Pearson skeyt einasta málið í finaluni, sum varð leikt frammanfyri 74.993 áskoðarum á nýggja Wembley í London. Dómari henda dystin var 43 ára gamli Graham Poll, sum dømdi sín seinasta dyst. Hinir uppflytararnir til Premier League eru Sunderland og Birmingham. Pólverskur dómarabólkur Tað verða pólverjar, sum standa við floytuni, tá Føroyar skulu spæla móti Italia komandi leygardag. Robert Malek eitur maðurin, sum skal stýra dystinum, og hjálpardómarar verða Krzysztof Myrmus og Konrad Sapela. 4. dómari verður Tomasz Mikulski. UEFA-umboð verður Jacques Antenen úr Sveis, og dómaraeygleiðari verður íslendski Sigurdur Hannesson. VB/Sumba hevði nógv teir vandamestu møguleikarnar, men í fimm minuttir góvu teir AB tvey mál, sum hildu einum stigi eftir á Argjum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað vóru suðuroyingarnir, sum iðraðu seg, tá Eiler Rasmussen hevði bríksað seinasta bríkslið á Argjum mánakvøldið. Hóast AB í løtum var væl við í dysti- num, so vóru tað gestirnir, sum skaptu flestu møguleik- arnar. Og onkursvegna mundi tvey mála leiðslan, sum teir høvdu eitt skifti, bert kennast sum at pissa í buksurnar. Fløvin vardi í hvussu so er ikki serliga leingi hendan dagin. Hjá AB hevði stórt fokus verið um málverjaspurning- in undan dystinum. Við Magnusi E. Poulsen og Danny Rasmussen á skaða- listanum skuldi nýggjur maður finnast, og tað tók sína tíð, áðrenn FSF-lógir- nar at enda vóru toygdar somikið, at ein fyribils loysn kundi fáast í lag. Fyribils loysnin æt Tórður Thomsen, og hann fekk eina heldur óhpena byrjan upp á dystin. Bara átta minuttøir vóru farnir, tá hann ikki helt einum skoti frá Birgiri Jørgensen. Skjót- astur at fylgja upp var júst Birgir, og slíkan møguleika skal ein royndur málrevur ikki hava fleiri av. Og tá VB/Sumba løtu seinni skoraði til 2-0, sá alt annað enn gott út hjá heima- liðnum. Hesa ferð slapp eitt fríspark at ferðast aftur til handara stólpa, har Súni úr Hørg við bringuni kundi beina bóltin í netið. Gestirnir skuldu avgjørt AB hevði kanska verið spælstýrandi fyrstu lítlu løt- una, og millum annað mis- nýtti Hendrik Rubeksen risa-møguleika, tá hann var púrasta leysur við Vlada Filipovic. Eftir fyrstu løtuna tóktist VB/Sumba tó hava fingið tamarhald á, men tvær ferð- ir innan stutta tíð mistu teir tó markeringarnar. Fyrru ferðina slapp Fróði Clementsen mest sum ótarn- aður at stúta hornaspark inn við nærra stólpan, og seinnu ferðina var verjan als ikki vakin, tá ein skotroynd frá Jákupi Maritn Joensen end- aði við, at Hendrik gjørdist púrasta leysur, og so var Súni Fríði fyrstur á, tá skot- royndin varð blokerað. Slíkar løtur, har liðið ikki er nóg avgjørt, hava higar til kostað VB/Sumba dýrt, og tað gjørdu tær eisini, tað sum eftir var av dystinum. Tvær ferðir hevði Jón Kross- lá nevnliga góðan møgu- leika at leggja gestirnar framum, og tá Evrad Ble fekk gult kort fyri film, heldur enn eitt brotsspark, skuldi eydnan ikki smíla til botnliðið. AB megnaði hinvegin millum lítið og einki eftir steðgin. Fyri tað nógva varð roynt at senda langar bóltar inn um verjuna. Men aloft- ast skuldi bólturin nertast nakrar ferðirnar, áðrenn spælt varð, og tí kundu gest- irnir seta rangstøðufelluna einar hálvt hundrað ferðir í seinna hálvleiki. Og um ikki, so høvdu teir í Dmitri Jankovic helst sterkasta spælaran á vøllinum í loft- spælinum. Niðurflytarar Talvan tosar sítt týðiliga mál um, at bæði AB og VB/ Sumba teljast millum mest upplagdu niðurflytingarkan didatarnar yvirhøvur. Tí partinum megnaði hvørgin parturin av mótprógva mánadagin, men bjartastu vónirnar í so máta hava suð- uroyingarnir kanska. Teir megnaðu í løtum í munandi størri mun at spæla bóltin fram til møguleikar, og í Birgiri Jørgensen hava teir í øllum førum ein mann, sum kann taka av hesum. Argja- menn hava í sín lut Súna Fríða Barbá, og úrtøka hansara hevur eisini verið framúr higartil. Men skip- aða spælið skal í øllum før- um betrast munandi, um úrtøkan komandi 16 umførini skal verða størri, enn hon hevur verið tey fyrstu 11. AB-VB/Sumba 2-2 (2-2): Javnleikurin, sum eingin kundi brúka Fyri tað nógva spældu vertirnir langar bóltar niðan móti VB-verjuni, har Dmitrij Jankovic mest sum hvørja ferð var hægstur Mynd: Álvur Haraldsen VB/Sumba AB 25