týsdagur 29. mai 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 100 - 29. mai 2007 ]
Mistøk
kosta altíð
Levi Hanssen hjá Skála
var ikki nøgdur um
úrslitið, sum teir høvdu
fingið í Gundadali.
- Sjálvandi er tað ikki
lætt, tá liðið fremur
somikið nógv mistøk. Tá
tú spælir á útivølli móti
HB, so veitst tú, at hetta
hevur tú ikki ráð til.
Júst slík mistøk hevur
Skála annars lúkað burt
ur seinastu nógvu umfør
ini. Hvat gekk galið
hesaferð?
- Tað ber illa til at stað
festa. Ikki annað enn, at
vit mugu arbeiða við at
betra tann partin av spæli
num, helt Levi.
Um komandi umførini
vil Levi einki siga, hvørt
hann metir Skála hava
nakran
møguleika
at
klintra longur upp á stiga
talvuni.
- Vit mugu bara taka
ein dyst í senn. So fáa vit
at síggja, hvussu langt
tað kann røkka.
Kendu
seg ikki
tryggar
Hóast tað at síggja til
tóktist, sum hevði HB
tamarhald á støðuni allan
seinna hálvleik, so helt
Emil N. Leifsson ikki, at
teir kendu seg heilt
tryggar við støðuna.
– Skála roynir alla tíð
ina at spæla við, og tí
koma teir eisini til sínar
kjansir. Ikki fyrr enn vit
skora til 3-1, anda vit
nakað lættari, men tá
minka teir so alt fyri eitt
um munin aftur. Tíbetur
megna vit so kortini at
avgera alt, soleiðis at tal
an gjørdist um ein ruddi
ligan sigur.
Og hvat skal til hjá
tykkum, um slíkt spæl
og slík úrslit skulu koma
í hvørjum dysti, heldur
enn øðrum hvørjum?
- Hart arbeiði. Vit hava
sveiggjað alt ov nógv, og
skal tað steðga, so skulu
vit til at arbeiða betri í
hvørjum tí einasta dysti,
helt Emil.
GÍ roynir brasiliumann
Hóast flyltingarvindeygað ikki letur upp fyrr enn 18. juni, so er ætlanin, at
nýggi maðurin skal fáa pláss í hópinum alt fyri eitt. Fyrr í ár var nevnliga
ætlanin, at Leandro Temeroso da Silva skuldi royndarvenja við GÍ. Ta
ferðina gjørdist venjingin av ongum, men øll praktisk viðurskifti kring
spæliloyvið vórðu kortini greidd, skilst.
Nú kemur spælarin so til Føroya, og so verður tað upp til hansara at
sannføra GÍ-venjaran um, at hetta er maðurin, sum veruliga kann skora
neyðugu málini fyri felagið.
Andreas Poulsen, formaður í GÍ, sigur, at da Silva er 23 ára gamal
áleypari, sum áður hevur spælt við ymsum feløgum í Brasil og Venezuela.
Fremad-venjari
til Brøndby
Peer F. Hansen, sum ikki fekk nýggjan sáttmála
við Fremad Amager, skal sambært danska
Ekstra-Bladet í starv hjá Brøndby. Har skal
hann ætlandi venja eykaliðið hjá Brøndby. Tom
Køhlert hevur verið venjari hjá eykaliðnum hjá
teimum gulu, men síðani í vetur hevur hann
eisini staðið á odda fyri besta liðnum, og tí
hevur arbeiðsbyrðan verið dekan ov stór.
Verjumistøkini vóru
avgerandi, tá HB
móti dystarenda
fullkomuliga
punkteraði Skála
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Byrjanin kundi valla verið
verri hjá HB, sum enn eina
ferð skuldi reisa seg eftir
eitt tap, sum als ikki var
partur av lærubókini.
Knappir
átta
minuttir
vóru farnir, tá Levi Hanssen
og
Alexandur
Johansen
hegnisliga spældu HB-mið
vøllin tunnan. Tá Slavisa
Kaplanovic síðani sendi
innlegg móti HB-málinum,
misskiltu Rasmus Nolsøe
og Maryn Dawid hvønnann
an, og so hevði Obi púrsta
tóm mál at rulla bóltin í.
Eitt var, at HB við hesum
gjørdi útgangsstøðið undan
dystinum verri. Annað var,
at teir nærum løgdu upp til
Skála at spæla júst spælið,
sum teir orangjulittu hava
verið so dugnaligir til sein
astu umførini. Nevnliga at
halda mótstøðuni frá møgu
leikum, fyri síðani at kontra
við fullari ferð.
Á ein hátt eydnaðist hetta
eisini hjá Skála. Tí restina
av fyrra hálvleiki hevði HB
sum so ikki teir stóru møgu
leikarnar. Men hóast skurð
urin soleiðis eydnaðist, so
doyði sjúklingurin, tí burtur
úr ongum fingu vertirnir
kortini tvey mál.
Tað fyrsta var av teimum
heilt óneyðugu, tá Milic
Curcic framdi eina deyðs
synd við at dribla í verju
støðu. Royndin miseydnað
ist, og so setti Tór-Ingar
fulla ferð á, áðrenn hann
fann ein blankan Rógva
Jacobsen. Seinnu ferðina
var talan um fríspark, sum
serfrøðingurin á økinum –
Rasmus Nolsøe – tók sær
av. Hann hevði havt eina
roynd í múrin undan hesum,
men hesa ferð smoygdi bólt
urin sær onkursvegna útum
múrin, áðrenn flata skotið
fann meskarnar við nærm
ara stólpan.
Merkt av villum
Eingin ivi er um, at frí
sparksmálið beint undan
steðginum gav HB betri
frið at spæla. Hóast tað tók
sína tíð, áðrenn teir avgjørdu
tingini eftir steðgin, so
høvdu meistararnir fyri tað
nógva fult tamarhald á støð
uni.
Skála royndi í einstøkum
førum at liggja framvið,
men tað tóktist, sum var
seinasti neyvleikin ikki til
staðar. HB hótti hinvegin
nakrar ferðir, og millum
annað prógvaði Christian
Høgni Jacobsen, at hann
ikki hevur fingið marginal
arnar við sær til høvuðsstað
in. Hesa ferð tá hann frekt
royndi seg úr spískum, men
bólturin tók undirsíðun av
tvørtrænum.
Men við einum dundur
skoti frá Jákupi á Borg
tóktist HB fáa málið, sum
avgjørdi dystin. Obi svaraði
tó aftur fyri Skála, men
spenningurin helt sær tó
ikki serliga leingi. Aftur
fekk Rasmus Nolsøe mál
við frísparki, og hesa ferð
var eingin ivi um, at Hans
Jørgensen átti at hildið bólti
num. Og tá Skála verjan
bara minuttin eftir heilkiks
aði rangstøðufelluna, kundi
Jákup á Borg seta punktum
fyri
málskjótingini.
Ein
málskjóting, sum gaman í
kastaði sjey mál av sær,
men har í øllum førum fýra
– og kanska fimm – mugu
roknast sum stórar verju-
og málverjavillur.
Sveiggini kosta
Fyri Skála merkti tapið,
sum var teirra næsta á rað,
at teir mest sum hava for
spilt sær møguleikan at
vinna upp móti heiðurs
merkjastríðnum. Niðurflyt
ingarvandin varð fingin
nakað burtur við mongu
stigunum, sum teir savnaðu
frá fimta til níggjunda
umfar, men meira enn eitt
pláss miðskeiðis á stigatalv
uni tykist talan nú ikki ger
ast um.
Og undir øllum umførum
man tað geva nakað at
hugsa um, at teir hesa ferð
lótu fimm mál fara ígjøg
num. Seinastu seks umførini
eru annars bert tvey av slag
num farin inn.
Hjá HB var talan »enn
einaferð« um uppreisn. So
er spurningurin, hvørt teir
hesa ferð megna at halda
støðinum. Gera teir tað, so
eru tey fimm stigini upp til
oddin ikki meira, enn gott
er. Men skulu meistararnir
vinna seg upp, skulu avrik
ini altso vera nógv meira
støðug.
Obi fekk síni fyrstu Formula-mál í Skála-troyggjuni, men tað hjálpti lítið hjá Skála, sum tapti 5-2 fyri HB
Mynd: Álvur Haraldsen
HB-Skála 5-2 (2-1):
Skálaverjan skrædnaði
Skála
HB
26