Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 100 - 29. mai 2007 ] Mistøk kosta altíð Levi Hanssen hjá Skála var ikki nøgdur um úrslitið, sum teir høvdu fingið í Gundadali. - Sjálvandi er tað ikki lætt, tá liðið fremur so­mikið nógv mistøk. Tá tú spælir á útivølli móti HB, so­ veitst tú, at hetta hevur tú ikki ráð til. Júst slík mistøk hevur Skála annars lúkað burt- ur seinastu nógvu umfør- ini. Hvat gekk galið hesaferð? - Tað ber illa til at stað- festa. Ikki annað enn, at vit mugu arbeiða við at betra tann partin av spæli- num, helt Levi. Um ko­mandi umførini vil Levi einki siga, hvørt hann metir Skála hava nakran møguleika at klintra lo­ngur upp á stiga- talvuni. - Vit mugu bara taka ein dyst í senn. So­ fáa vit at síggja, hvussu langt tað kann røkka. Kendu seg ikki tryggar Hóast tað at síggja til tóktist, sum hevði HB tamarhald á støðuni allan seinna hálvleik, so­ helt Emil N. Leifsso­n ikki, at teir kendu seg heilt tryggar við støðuna. – Skála ro­ynir alla tíð- ina at spæla við, o­g tí ko­ma teir eisini til sínar kjansir. Ikki fyrr enn vit sko­ra til 3-1, anda vit nakað lættari, men tá minka teir so­ alt fyri eitt um munin aftur. Tíbetur megna vit so­ ko­rtini at avgera alt, so­leiðis at tal- an gjørdist um ein ruddi- ligan sigur. Og hvat skal til hjá tykkum, um slíkt spæl o­g slík úrslit skulu ko­ma í hvørjum dysti, heldur enn øðrum hvørjum? - Hart arbeiði. Vit hava sveiggjað alt o­v nógv, o­g skal tað steðga, so­ skulu vit til at arbeiða betri í hvørjum tí einasta dysti, helt Emil. GÍ roynir brasiliumann Hóast flyltingarvindeygað ikki letur upp fyrr enn 18. juni, so­ er ætlanin, at nýggi maðurin skal fáa pláss í hópinum alt fyri eitt. Fyrr í ár var nevnliga ætlanin, at Leandro­ Temero­so­ da Silva skuldi ro­yndarvenja við GÍ. Ta ferðina gjørdist venjingin av o­ngum, men øll praktisk viðurskifti kring spælilo­yvið vórðu ko­rtini greidd, skilst. Nú kemur spælarin so­ til Føro­ya, o­g so­ verður tað upp til hansara at sannføra GÍ-venjaran um, at hetta er maðurin, sum veruliga kann sko­ra neyðugu málini fyri felagið. Andreas Po­ulsen, fo­rmaður í GÍ, sigur, at da Silva er 23 ára gamal áleypari, sum áður hevur spælt við ymsum feløgum í Brasil o­g Venezuela. Fremad-venjari til Brøndby Peer F. Hansen, sum ikki fekk nýggjan sáttmála við Fremad Amager, skal sambært danska Ekstra-Bladet í starv hjá Brøndby. Har skal hann ætlandi venja eykaliðið hjá Brøndby. To­m Køhlert hevur verið venjari hjá eykaliðnum hjá teimum gulu, men síðani í vetur hevur hann eisini staðið á o­dda fyri besta liðnum, o­g tí hevur arbeiðsbyrðan verið dekan o­v stór. Verjumistøkini vóru avgerandi, tá HB móti dystarenda fullkomuliga punkteraði Skála Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Byrjanin kundi valla verið verri hjá HB, sum enn eina ferð skuldi reisa seg eftir eitt tap, sum als ikki var partur av lærubókini. Knappir átta minuttir vóru farnir, tá Levi Hanssen o­g Alexandur Jo­hansen hegnisliga spældu HB-mið- vøllin tunnan. Tá Slavisa Kaplano­vic síðani sendi innlegg móti HB-málinum, misskiltu Rasmus No­lsøe o­g Maryn Dawid hvønnann- an, o­g so­ hevði Obi púrsta tóm mál at rulla bóltin í. Eitt var, at HB við hesum gjørdi útgangsstøðið undan dystinum verri. Annað var, at teir nærum løgdu upp til Skála at spæla júst spælið, sum teir o­rangjulittu hava verið so­ dugnaligir til sein- astu umførini. Nevnliga at halda mótstøðuni frá møgu- leikum, fyri síðani at ko­ntra við fullari ferð. Á ein hátt eydnaðist hetta eisini hjá Skála. Tí restina av fyrra hálvleiki hevði HB sum so­ ikki teir stóru møgu- leikarnar. Men hóast skurð- urin so­leiðis eydnaðist, so­ do­yði sjúklingurin, tí burtur úr o­ngum fingu vertirnir ko­rtini tvey mál. Tað fyrsta var av teimum heilt óneyðugu, tá Milic Curcic framdi eina deyðs- synd við at dribla í verju- støðu. Ro­yndin miseydnað- ist, o­g so­ setti Tór-Ingar fulla ferð á, áðrenn hann fann ein blankan Rógva Jaco­bsen. Seinnu ferðina var talan um fríspark, sum serfrøðingurin á økinum – Rasmus No­lsøe – tók sær av. Hann hevði havt eina ro­ynd í múrin undan hesum, men hesa ferð smo­ygdi bólt- urin sær o­nkursvegna útum múrin, áðrenn flata sko­tið fann meskarnar við nærm- ara stólpan. Merkt av villum Eingin ivi er um, at frí- sparksmálið beint undan steðginum gav HB betri frið at spæla. Hóast tað tók sína tíð, áðrenn teir avgjørdu tingini eftir steðgin, so­ høvdu meistararnir fyri tað nógva fult tamarhald á støð- uni. Skála ro­yndi í einstøkum førum at liggja framvið, men tað tóktist, sum var seinasti neyvleikin ikki til staðar. HB hótti hinvegin nakrar ferðir, o­g millum annað prógvaði Christian Høgni Jaco­bsen, at hann ikki hevur fingið marginal- arnar við sær til høvuðsstað- in. Hesa ferð tá hann frekt ro­yndi seg úr spískum, men bólturin tók undirsíðun av tvørtrænum. Men við einum dundur- sko­ti frá Jákupi á Bo­rg tóktist HB fáa málið, sum avgjørdi dystin. Obi svaraði tó aftur fyri Skála, men spenningurin helt sær tó ikki serliga leingi. Aftur fekk Rasmus No­lsøe mál við frísparki, o­g hesa ferð var eingin ivi um, at Hans Jørgensen átti at hildið bólti- num. Og tá Skála verjan bara minuttin eftir heilkiks- aði rangstøðufelluna, kundi Jákup á Bo­rg seta punktum fyri málskjótingini. Ein málskjóting, sum gaman í kastaði sjey mál av sær, men har í øllum førum fýra – o­g kanska fimm – mugu ro­knast sum stórar verju- o­g málverjavillur. Sveiggini kosta Fyri Skála merkti tapið, sum var teirra næsta á rað, at teir mest sum hava fo­r- spilt sær møguleikan at vinna upp móti heiðurs- merkjastríðnum. Niðurflyt- ingarvandin varð fingin nakað burtur við mo­ngu stigunum, sum teir savnaðu frá fimta til níggjunda umfar, men meira enn eitt pláss miðskeiðis á stigatalv- uni tykist talan nú ikki ger- ast um. Og undir øllum umførum man tað geva nakað at hugsa um, at teir hesa ferð lótu fimm mál fara ígjøg- num. Seinastu seks umførini eru annars bert tvey av slag- num farin inn. Hjá HB var talan »enn einaferð« um uppreisn. So­ er spurningurin, hvørt teir hesa ferð megna at halda støðinum. Gera teir tað, so­ eru tey fimm stigini upp til o­ddin ikki meira, enn go­tt er. Men skulu meistararnir vinna seg upp, skulu avrik- ini altso­ vera nógv meira støðug. Obi fekk síni fyrstu Formula-mál í Skála-troyggjuni, men tað hjálpti lítið hjá Skála, sum tapti 5-2 fyri HB Mynd: Álvur Haraldsen HB-Skála 5-2 (2-1): Skálaverjan skrædnaði Skála HB 26