mikudagur 30. mai 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 101 - 30. mai 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Nú er komið upp
undir land við at
leggja ólavsøkuna
í keypmannahavn
til rættis. Hon
verður leygardagin
og sunnudagin
28. og 29. juli úti á
Norðbryggjuni.
Tíðindaskriv
Hetta er fjórða árið á rað, at
skipað verður fyri ólavsøku
tiltøkum á Bryggjuni. Hóast
arbeiðsbólkurin hevur valt
at leggja minni fyri hesu
ferð, verður góð skrá og
mangt og hvat at síggja og
hoyra eisini hesu ferð. Ólav
søkan verður sett leygar
dagin 28. juli kl. 15 við
røðu, felagssangi og eina
løtu upp á gólv. Nýggi leið
arin í Føroyahúsinum Hans
Petur í Brekkunum spælir
fanfaruna og bjóðar væl
komin. Eyðun Jóhannesen
setir ólavsøkuna á hesum
sinni.
Tá ið kappróðurin á
Havnarvág rungar út yvir
Kristianshavn og Bryggj
una, koma vanliga mong
oman at lurta eftir. Tá ið
hann er av fara nakrir før
oyskir bátar at rógva kapp
róður í Kanalini, og kajakkir
frá Tvørábátinum at vísa
teirra kynstur.
Nógvur tónleikur
Ólavsøkuaftan verður kon
sert við Simma, Ólavi Øster
og Fróða Sandoy. Dóttir
Simma,
Rudy,
syngur.
Seinni um kvøldið verður
dansur, har væl dámdi
Føroyski bólkurin Spaðar 5
spælir. Fríløturnar báðar
dagarnar og um kvøldið
fara Stamen Stantjev, Agnar
Lamhauge og Hans Petur í
Brekkunum at spæla uttan
dura og á tann hátt hugna
um.
Kristnastova hevur sang
løtu
leygarkvøldið
og
ólavsøkudagur byrjar kl. 14
við gudstænastu í Kristians
kirkjuni eins og í fjør. Tiltøk
vera sjálvandi eisini fyri
børn so sum ein íspegil og
andlitsmáling. Eisini verður
grill við pylsum og øðrum
heitum mati, ballónum og
øðrum til børn.
Midnáttarsangur og fýr
verk verður ólavsøkuaftans
kvøld.
Hittast á ólavsøku
Maður er mans gaman og
tað er tiltikið á ólavsøku.
Ymist verður at fara til,
síggja og hoyra, men tað er
sannroynd, at mong koma á
ólavsøku at hitta vinir og
kenningar, práta og fáa sær
ein forkunnugan bita. Onk
ur fer upp a gólv. Nøkur
standa og syngja. Tað er
ólavsøkulag. Mong, sum
eru farin niður at ferðast
um ólavsøkumundið, spáka
sær eina løtu út á Bryggjuna
ólavsøkudagarnar.
Nú skal mannast við
fólki at taka hond í, smyrja
mat og selja. Tað hevur
eydnast sera væl árini
frammanundan, og vit vóna
at fleiri eisini í ár hava hug
til at rætta okkum eina
hond, sigur Martin Fjall
stein, sum er ein í ólavsøku
arbeiðsbólkinum saman við
Heina Davidsen, Judith og
Mogens Nielsen, Páll Joen
Jacobsen, Georg Thomas
son, Jeanette Mikkelsen,
Jóannes Højgaard og Hans
Petur í Brekkunum.
Ólavsøkutiltøk aftur
á Bryggjuni
Nýggir
tónar frá
Høgna
Reistrup
Lawetz
oddamaðurin
Høgni Reistrup gevur,
sum vit longu áður hava
avdúkað áður fløgu út í
summar, men nú ber til
at fáa smakksroynd upp
á tónleikin.
Á myspace síðuni hjá
Høgna ber til at hoyra
tvey løg av komandi
útgávuni hjá Høgna. Á
síðuni greiðir Høgni frá,
at nýggja fløgan fær
heitið “Hugafar á ferð”.
Fløgan
er
sambært
honum sjálvum eina ferð
inn í heimin hjá einum
ungum tónleikara, sum í
gerandisdegnum
er
merktur av tørvinum at
finna og skapa lítinum
pettir av lívi.
Høgni hevur grund í
klassiskum tónleiki, og
hetta hoyrist aftur í bæði
tónleikinum
og
í
instrumenteringini.
Høgni hevur lagt tittul
lagið av fløguni Hugafar
á Ferð á myspace pro
filin,
umframt
lagið
Byurin við Ánna. Um
hesi løg eru umboðandi
fyri fløguna, so er talan
um
eitt
slag
av
fólkatónleiki við íblástri
frá tí klassiska. Hoyr løg
ini
á
hognireistrup
m y s p a c e . c o m /
hognireistrup
nud
Bryggjan í
Keypmannahavn er
vælumtókt í góðveðri
Føroyskur
dansur á
Bryggjuni