mikudagur 30. mai 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin 30. mai 2007
Onkur árnfirðingur kundi freistast
at halda, at góðu úrslitini hjá
leiðsluni í Norðoya Sparikassa
vóru gingin teimum til høvdið.
Inni í nýggja kappróðrarneysti
num í bygdini er lívligt virksemi í
hesum døgum, men tann ókunnugi
kundi lættliga halda, at her var
talan um eina nýggja deild hjá
sparikassanum.
So er ikki. Veruleikin er, at
Norðoya Sparikassi er høvuðs
stuðul hjá Árnafjarðar Róðrar
felagi.
Hetta vil peningastovnurin sjálv
andi vísa fram, og tí er hetta stóra
skeltið fest á kappróðrarneystið.
Spennandi verður hjá felagnum
nú leygardagin, tá nýggja átta
mannafar teirra “Árnfirðingur”
fer at rógva á fyrsta sinni.
sb
Nýggja deild í Árnafirði
Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá Árnafjarðar Róðrarfelagið. Tað sæst ...
Mynd: Høgni Thomsen
Við so mongum virkis
fúsum fólkum bæði
vinnuliga og mentanar
liga, eigur Klaksvík eina
bjarta framtíð
Klaksvík bjóðar av
Broytta ferðasambandið er fyrsta
og fremst ein kollvelting fyri
okkum hesu megin fjørðin.
Avbjóðing og stevnumið okkara
er og verður í framtíðini ógvuliga
umráðandi fyri okkum, at árinið
frá okkara lokaløki – og tað,
okkara lokaløkið hevur at bjóða
– skal fara at merkjast so langt
sum tilber inn á meginøkið.
Er Klaksvík eitt lyklapláss?
Á nógvum lyklaplássum í lokal
samfelag okkara hava fólk brotið
upp um armar. Onkustaðni er
nýggj kós sett út í kortið inn á
nýggjar spennandi leiðir. Ongar
nýhugsanir kom av sær sjálvum
– tær mugu skapast av menniskj
um, sum vilja og evna at bróta
upp úr nýggjum innan teirra yrki
og áhuga.
Onkur hevur sagt, at fólk, sum
ikki skara framúr, bert tosa um
onnur fólk – tey, ið eru eitt
sindur yvir miðal, tosa um hend
ingar, meðan tey, sum eru í
fremstu røð, og sum skapa nakað
í teirra samtíð, tosa um visiónir
og framtíðarætlanir.
Sum so mangt annað her í
verðini er hetta ein sannleiki við
avmarkingum – uppgávurnar hjá
fólki eru jú so ymiskar, og vit eru
væl øll ein samanseting av øllum
teimum trimum nevndu sløgum
av fólki – men greitt er, at
Klaksvík í dag, kanska meir enn
nakrantíð, hevur tørv á og dúvar
upp á virkisfýsni og dugnaskap
hjá okkara oddafólkum á teimum
ymisku økjunum.
Vit ynskja at skapa trivna fyri
okkara borgarar og framburð til
økið okkara – tí liggja stórar
ætlanir fyri framman, men kapp
ingin er hørð, og fyri summar
tættir í samfelagnum verður hon
enn harðari undir nýggju umstøð
unum á samferðsluøkinum.
Býráðið er við at
leggja lunnar
Sum býráð kunnu vit í fleiri
førum vera við til at ávirka partar
av teimum málum, ið leika á –
einamest við at leggja lunnar
undir virksemi, sum er. Tá tað er
gjørt, situr politiska leiðslan
spent og fylgir við, hvussu leikur
fer á ymsu økjunum.
Inniliga vón og ynski mítt sum
borgarstjóri er, at tað kommunala
økið verður lyft í felag. Her
hendir tann broyting, at saman
sjóðingin av Norðoyggjum til ein
enn dyggari leiklut í framtíðini,
har allir partar lyfta í felag,
soleiðis at Norðoyggjar eisini í
komandi tíðum fer at verða ein
kraftmiðdepil – eitt samfelag við
framburði og trivnaði í hásæti.
Góða Norðoyastevnu
Nú tað stundar til Norðoya
stevnu, er øllum greitt, at
summarið er komið. Hóast kalt
hevur verið í veðrinum seinastu
tíðina, forðar tað ikki sólini at
koma hægri upp á himmalin og
fáa tað at spretta og spíra. Saman
við summarvøkstrinum og flyti
fuglunum setir eisini summar
ítróttin nú dám á dagliga lívið,
og sum vant verður fyrsta skotið
til FMkappróðurin latið av á
Norðoyastevnu.
Við einari fjølbroyttari norð
oyastevnuskrá ynski eg vegna
Klaksvíkar bý at bjóða norðoy
ingum og gestum øllum at verða
hjartaliga vælkomnum til
Klaksvíkar.
Verið hjartaliga vælkomin á
Norðoyastevnu 2007
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri
Veri hjartaliga vælkomin
til Klaksvíkar
Nú er umsíðir komið hartil, at
teir mongu rógvararnir kring
landið fáa sín fyrsta róður í ár,
nú norðoyastevnan stendur fyri
framman.
Sjálvandi er ikki so lætt at
meta um hvørjir vera
favorittar, nú ongin bátur hevur
róð nakra stevnu enn.
Men heimasíðan hjá
Árnafjarðar Kappróðrarfelagi
(www.arf.fo) hevur kortini
gjørt sína meting til
norðoyastevnuna, um hvørjir
tríggir verða teir fremstu inn
um málstrikuna.
Metingin teirra er henda:
5 mf. dreingir:
SíliðBlikurJallurin
5 mf. gentur:
HvassiSíliðBlikur
5 mf. kvinnur:
ØrninFípan fagraSílið
6 mf. kvinnur:
Óvist um nakar róður verður
6 mf. før menn:
SundabáturinStrálan
Tvørabáturin
8 mf. menn:
ØrvurÁrnfirðingur
Heiðabáturin
10 mf. menn:
Eysturoyingur. Óvist er enn,
hvussu nógvir bátar verða. Tað
sigst at tað vera bara tvey 10
mannafør.
sb.
Hvør rør skjótast
á norðoyastevnu?