Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 101 - 30. mai 2007 - Arbeiðssteðgurin í Føroya Banka fær ikki avgerðandi ávirkan á søluprísin, nú hann skal einskiljast, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Men tað er eisini greitt, at bankin verður ikki einskildur so leingi arbeiðssteðgur er Einskiljing Áki Bertholdsen aki@sosialurin - Verkfallið í Føroya Banka fer ikki føra til, at vit fáa læg­ri prís fyri bankan, nú hann skal einskiljast. Tað staðfestir Mag­ni Laksáfoss, landsstýrismað- ur í fíg­g­jarmálum. Tá ið starvsfólkið í Før- oya Banka fór í arbeiðssteðg­ beint uppundir at bankin skuldi einskiljast, vóru tað mong­, sum stúrdu fyri, at hetta kundi fáa áhug­aðar keyparar at missa álitið á bankan og­ at sting­a halan ímillum beinini. Avleiðing­in av tí kundi verið, at vit ikki fáa tann prís fyri Bankan, sum vit annars høvdu kunnað fing­- ið. Hendan saman iva tok seg­ upp hjá landsstýris- manninum í fíg­g­jarmálum, tá ið arbeiðssteðg­urin varð lýstur og­ tí spurdi hann seg­ fyri hjá serfrøðing­unum hjá Svenske Handelsbanken, sum leg­g­ja søluna til rætt- is. - Teir eru sannførdur um, at verkfallið fer ikki at hava avg­erðandi ávirkan á prísin, sig­ur Mag­ni Laksáfoss og­ sostatt verður framveg­is arbeitt eftir teirri fastløg­du tíðarætlanini. - Tá ið arbeiðssteðg­urin er av, er nýg­g­jur sáttmáli ímillum partarnar og­ so er støðan aftur g­reið, leg­g­ur hann afturat Tá ið sag­t verður, at verk- fallið ikki hevur avg­erðandi ávirkan á søluna, er tað tí, at tað sjálvandi ikki kann útihýsast, at tað fær onkra smáveg­is ávirkan og­ í so fall verður tað neyvan ein positiv ávirkan. - Sostatt kunnu teir heldur ikki heilt afturvísa, at tað fer at hava eina ávirkan á prísin, tí tað, at tað yvirhøv- ur er verkfall í fíg­g­jarmark- naðinum kann reisa ein iva, tí tað er ómetalig­a sjáld- samt. - Men nakran avg­erðandi ávírkan fær tað ikki. Serfrøðing­arnir, sum stan- da fyri søluni sig­a, at spurn- ing­urin um, hvussu nóg­v fæst fyri bankan, er í nóg­v størstan mun teng­t at, hvus- su hug­lag­ið er á virðis- brævamarknaðinum, tá ið hann verður seldur. - Tað, sum hevur nóg­v størstan týdning­in fyri sølu- prísin, er, hvussu g­ong­din er á virðisbrævamarknaðin- um, tá ið hann verður lýstur til sølu. Og­ í hesum sambandi kundi tað ikki passa betri, tí teir sig­a samstundis, at í løt- uni er avbera g­óður stemn- ing­ur. - Í hesum døg­um verða bankar handlaðir fyri prísir, vit ong­antíð hava sæð fyrr, so søg­ulig­a sæð, kundi tað ikki passa betri, sig­ur Mag­- ni Laksáfoss. Hvør orsøkin til tað er, er ilt at sig­a. Ikki seldir í verk­ fallinum Ætlanin var, at Bankin skal seljast í hesum ársfjórðing­- inum og­ nú er bara ein mán- aði eftir. Men fær verkfallið ikki ávirkan á prísin, kann tað kortini henda, at verkfallið fær ávirkan á sjálva einskilj- ing­arg­ong­dina, skuldi tað hent, at tað dreg­ur út. - So leing­i verkfall er, kann bankin ikki einskiljast, staðfestir Mag­ni Laksáfoss. Sostatt verður ikki talan um nakra einskiljing­, fyrr- enn støðan í bankanum er fing­in í rættlag­. Hinveg­in er tað eisini ein tummilsreg­la, at fyritøkur verða ikki lýstar til sølu á virðisbrævamarknaðin á hásumri, tí tá er feria og­ áhug­in rætt og­ slætt ov lít- il. Kann tað so enda við, at einskiljing­in verður útsett til í heyst? - Tað er ein hypotetiskur spurning­ur, sum tað er ómø- g­ulig­t at sig­a nakað um nú, so tað havi eg­ ong­ar við- merking­ar til. Kann tað so henda, at landsstýrið og­ Løg­ting­ið leg­g­ja upp í arbeiðssteðg­in og­ endar hann við lóg­? - Tað eru heilt avg­jørt ong­ar ætlanir um tað. Viður- skiftini á arbeiðsmarknaðin- um skulu partarnir sjálvir avklára og­ tað skal heilt ómetalig­a nóg­v til, áðrenn lag­t verður upp í politiskt. Tað verður ikki g­jørt uttan so, at stór, samfelag­slig­ virði eru í vanda fyri at fara fyri skeyti og­ tað er ikki tal- an um, sig­ur Mag­ni Laksá- foss. Verkfallið ávirkar ikki prísin á Føroya Banka Ráðstevna um arbeiðsloysi Í g­járkvøldið byrjaði ein tveir dag­a long­ ráðstevna á Hotel Føroyum við 100 luttakarum úr Norðurlondum, Baltisku londunum, Pólland og­ Belg­ia. Evnið á ráðstevnuni er “Avbjóðing­ar fyri tann norðurlendska a rbeiðsmarknaðarpolitikkin, við fokus á arbeiðsloysistryg­g­ing­ar.”, og­ tað er Arbeiðsloysisskipanin, sum stendur fyri henni. Gunnar Wetterberg­, ið er politiskur stjóri í tí Svenska Akademikarnas Centralorg­anisation, er saman við dr. Rob Cornelissen úr ráðnum fyri almannamál, arbeiðsmarknað og­ javnstøðu í EU, høvuðsrøðari á ráð- stevnuni, sum løg­maður setti í g­járkvøldið. Arbeiðssteðgurin í Føroya Banka fær ikki áhugaðar keyparar at missa álitið á bankan og at stinga halan ímillum beinini, nú bankin skal einskiljast Brandur á Jóansøku Jóansøkufestivalurin boðar frá, at Brandur Enni spælir intima konsert á jóansøku. Tað er í hesum døg­um leing­i ímillum, at Brandur Enni er at hoyra á palli í Føroyum. Hann g­ong­ur í skúla í Svøríki, har tónleikur er partur av g­erandisdeg­num, og­ eisini er hann við í spennandi filmsætlan, ið fyri stuttum førdi Brand til Hawaii. Men á jóansøku spælir Brandur intima konsert í samband við Jóansøkufestivalin, skrivar festivalurin á www. joansokufestivalurin.com.