mikudagur 30. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30. mai 2007
7
í tøkum tíma
spentu badminton-spælarnir at
royna seg á fyrsta sinni.
Við arbeiðsgongdini sum nú er,
verður miðað eftir at høllin skal
verða liðug um ólavsøkuleitið. Tó
er ætlanin at hava hana opna nú á
norðoyastevnu, soleiðis at fólk
kunnu koma inn at eygleiða bygg-
ingina og fáa eina meting av,
hvussu góðar umstøðurnar fara
verða.
– Byggisáttmálin sigur kortini,
at hon skal verða liðug 21. sep-
tember – eitt ár aftaná at arbeiðið
byrjaði.
– Men teir hava allatíðina satsað
uppá, at hon skuldi verða liðug
áðrenn tíðina. Og nú vænta vit, at
tað fer at halda, sigur Jákup, ikki
sørt spentur.
Fleiri vøllir í einum
Nýggja badmintonhøllin í Klaks-
vík er útgjørd við øllum tí, sum
krevst til eina slíka høll anno
2007.
Hinvegin er ikki bert ætlanin, at
badminton skal spælast í høllini.
Hon skal somuleiðis kunna hýsa
mongum øðrum ítróttargreinum.
Hetta sær ein best, um hugt
verður eftir sjálvum vøllinum
sum er 40 metur langur og 20
metur breiður: Her liggur fyrst
ein hondbóltsvøllur, tí Team
Klaksvík fer at halda til her.
Inni á vøllinum liggja haraftrat
fimm badminton-vallir og tríggir
vallir til flogbólt sum flogbólts-
felagið Mjølnir fer at gera brúk
av.
Felags fyri hesi trý feløgini –
Team Klaksvík, Badmintonfelagið
og Mjølnir er – at tey ongatíð
hava átt tak yvir høvdið. Saman
við teimum er eisini felagið Treyst-
ið, ið tekst við frælsan ítrótt, við í
ætlanini.
– Hesi feløgini hava altíð havt
sera vánaligar umstøður. Men nú
er hesin trupulleikin burtur, slær
Jákup fast.
Rørslutarnað vælkomin
Tað er tó ikki bert á sjálvum vølli-
num, at feløgini í Klaksvík fáa
betri umstøður. Umstøðurnar til
arbeiðið í sjálvum felagnum verða
eisini munandi betri.
Uppi á teirri einu balkongini
eru gjørd høli til fýra skrivstovur.
Hesar fara Treystið, Mjølnir, Norð-
oya Frítíðarráð og Badminton-
felagið at fáa nyttuna av. Eitt høli
er somuleiðis gjørt til dómarar-
nar.
Millum hesar skrivstovurnar er
eitt innvik, har ætlanin er at skipa
eina minni kaffistovu, har fólk
kunnu keypa sær ein kaffimunn
meðan dystir eru á vøllinum ella
venjing er á skránni.
Tað sum kortini man gera hesa
høllina til ta best egnaðu til øll
fólk – rørslufør og rørslutarnað -
er stóra lyftin í niðara endanum.
Henda lyftin fer at geva teimum
rørslutarnaðu
møguleikar
at
sleppa til allar dystir - og at síggja
hesar dystir, bæði fram við sjálv-
um vøllinum, men eisini frá bal-
kongini um áhugi er fyri tí.
– Tað er helst eingin onnur høll
í landinum, sum hevur so góðar
sømdir til tey rørslutarnaðu sum
júst henda, sigur Jákup ikki sørt
errin.
Saman við áskoðara
plássunum á hinari
síðuni og við
balkongini meta vit,
at eini 8900 fólk
– kanska heilt upp
ímóti 1000 sleppa
inn her samstundis
Tað er helst
eingin onnur høll
í landinum, sum
hevur so góðar
sømdir til tey rørslu
tarnaðu sum júst
henda
Høllin kostar 15 mió kr., men teir munnu vera væl útgivnir, tí so stórur áhugi er longu fyri høllini
Mynd: Høgni Thomsen
Byggisáttmálin sigur, at høllin skal
latast í september í ár. Men sjálvur
væntar Jákup at tað verður nakað fyrri
Mynd: Høgni Thomsen