mikudagur 30. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 101 - 30. mai 2007
Hóskvøldið helt
Vinnulívsráðið í
Klaksvík aðalfund sín.
Fundarfólkið var
púrasta samt um, at
tørvur er á einum
Vinnulívsráði í
størsta fiskivinnubýi
okkara.
Vinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: - Tað er brúk
fyri ráðnum, serliga tá hugs-
að verður um tær stóru
broytingarnar, sum longu
eru at merkja og sum koma
at merkja Klaksvík í fram-
tíðini.
- Hesa broytingarnar fara
at síggjast aftur, bæði innan
vinnuna, men eisini innan
mynstrið við búsetingum.
Hetta var nakað av tí,
sum varð tikið fram á hes-
um fundinum, sum í roynd
og veru varð hildin sama
dag sum Íverksetarahúsið í
Klaksvík alment varð tikið
í nýtslu.
Hetta skuldi alt verið tek-
in um, at møguleikar eru
fyri at býurin kann menna
seg enn meiri í framtíðini.
Hesa
gongdina
ynskir
Vinnulívsráðið somuleiðis
at verða við í.
Á fundinum bar Jógvan
við Keldu seg undan aftur-
vali. Hann hevur annars
verið formaður nærum øll
árini, síðani Vinnulívsráðið
varð stovnað fyri 15 árum
síðani.
Nógv hevur verið tosað
um týdningin av Norðoya-
tunlinum og hvørja ávirkan
hesin hevur havt og hevur á
menningina í Klaksvík.
Staðfestast kann, at sam-
skiftið til og úr býnum er
meiri enn 10-faldað síðani
apríl mánað í fjør.
- So tað er greitt, at næst-
størsti býur okkara er mitt í
eini stórari broytingartíð.
Her er tað uppgávan hjá ráð-
num at fylgja við gongdini.
- Vit ynskja eisini at vera
við til at skorða undir,
soleiðis at Klaksvík kann
mennast í hesi broytingar-
tíðini. Vit vilja gera okkara
til at býurin fær eitt positivt
vinnuumhvørvi, varð sagt.
Ella sum tann eini nevnd-
arlimurin, Rani Nolsøe tek-
ur til: - Fær vinnulívið teir
bestu karmarnar, so levera
tey eisini tað besta frá sær!
Í Klaksvík eru í dag
umleið 300 partafeløg, sum
takast við mangar ymiskar
vinnur. Serliga eru tað fiski-
vinnan og tænastur, sum
eru knýttar at henni, sum
sermerkja vinnulívið.
Nývalda nevndin í Vinnu-
lívsráðnum er eisini rætti-
liga breitt umboðað. Í henni
sita Karl Birgir Isaksen frá
KBI, Rani Nolsøe frá Íverk-
setarahúsinum, Hilmar Dan-
ielsen frá El-in, Elsebeth
Poulsen fra NFCS og Heini
Hansen frá Com-Data.
Brúk er fyri vinnulívsráðnum
15 grundøki aftrat
Norðoyri: Klaksvíkar kommuna er av álvara farin
at gera sítt til at nøkta eftirspurningin eftir
grundøkjum í býnum.
Fólk hava víst áhuga at búseta seg á Norðoyri, og
har kommunan bæði hevur - og fer - at gera fleiri
øki byggibúgvin.
Á vegnum á Fløtum eru sjey øki nú gjørd
byggibúgvin, og í ovaru síðu av vegnum er ætlanin
at gera átta aftrat í næstum.
sb.
Hilmar Jan heldur røðu
Klaksvík: Hann er vanur at undirhalda, men nú sleppur
Hilmar Jan Hansen eisini at royna seg um talara - enntá
sum midnáttartalara.
Hetta hendir undir midnáttarsamkomuni leygarkvøldið
í sambandi við norðoyastevnuna um vikuskiftið.
Henda samkoman byrjar við kyndlagongu í Vágstún,
har Klaksvíkar hornorkestur spælir. Aftaná røðuna verður
fýrverkarí á Vágsbø og felagssangur.
sb.
Í næstum verður
lýst eftir fólki, ið
skal virka sum
parkeringsvørður í
Klaksvík.
Hetta samtykti
Klaksvíkar býráð á
fundi í gjárkvøldið
Ferðsla
Orð & mynd: Snorri Brend
Klaksvík: Eitt uppskot um
ein slíkan parkeringsvørð
hevur verið tikið fram við
millumbilum í ferðslunevnd-
ini.
Her hava eisini verið
hildnir fundir við sýslu-
mannin, varapolitiinspektør-
in, borgarstjóran, býarverk-
frøðingin og býráðsskrivarin
um sama málið. Nú er so
umsíðir líkt til, at tað verður
loyst úr lagdi.
Á fundi fyrr í mánaðin
tók tekniska nevndin í
býráðnum undir við tí, og
tað sama gjørdi ferðslu-
nevndin.
Mælt varð til, at lýsa eftir
parkeringsvørði og at fútin
haraftrat fekk áheitan um
hetta. Og tað verður so gjørt
í næstum.
Skil fáast á parkeringina
Jógvan við Keldu hevur altíð stríðst fyri vinnulívinum í Klaksvík. Her hevur hann orðið, tá Íverksetarahúsið varð tikið alment í
nýtslu í farnu viku
Mynd: Jens Kr. Vang
Ein parkeringsvørður skal nú setast at
fáa skil uppá parkeringina í Klaksvík