Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin 30. mai 2007 Badminton Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: – Eg haldi sjálvur, at badminton er ein sera góður ítrótt­ ur. Her er jú eingin skiftibonkur, so tú sleppur at spæla so leingi sum tú vilt. ­ Man er “on” alla tíðina, sigur Jákup, nú hann er komin eitt ørindi í høllina, sum verður tikin í brúk í summar. Júst hetta er eisini ætlanin, ­ at limirnir í felagi hansara skulu sleppa, nú tað líður so væl við byggingini av hesi stóru og væl útgjørdu høllini á ítróttarøkinum í Klaksvík. Sjálv høllin er 48 metrar til longdar, og tað merkir at gott pláss er handan bæði málini. Kostnaðurin er mettur til 15 mió kr. Seinni í summar verður høllin tikin í nýtslu, og tað er ikki frítt, at fólk í Klaksvík eru spent til henda dagin. – Tað hevur ikki staðið á at leiga vallirnar út til okkara limir. Tímarnir ganga sum heitt breyð, sum Jákup Anthoniussen brosandi tekur til. Í síðstu løtu Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at Badmintonfelagið hevur havt ætl­ anir um eina høll til virknu limir sínar. Tað munnu vera eini 20 ár síð­ ani, at Mikkjal og Jákup Mikkel­ sen sum tá stóðu á odda fyri felag­ num, arbeiddu ídnir fyri at fáa bygt eina slíka høll. Hetta eydnað­ ist ikki tá, hóast teir vóru komnir rættiliga væl áleiðis við ætlanini. – Sum eg havi skilt tað, datt ætlanin á gólvið í allar seinastu løtu. Tað var eitt øgiligt spell, at hon ikki kom tá, staðfestir Jákup. Ikki fyrrenn í hansara tíð sum formaður, skuldi tað altso eydnast. Og um fáar vikur sleppa teir Høllin kemur Spentir badminton-spælarar Klaksvíkar Badmintonfelag er í dag at meta sum eitt virkið felag. Eitt er tað, at felagið er farið undir hesa stóru byggiætlanina, saman við øðrum feløgum. Men Jákup og hini í felagnum kunnu somuleiðis fegnast um, at nógv spæla badminton í løtuni. Onkutíð hevur limatalið táttað í tey 100, men hevur sum skilst ongatíð verið niðanfyri 50. Tað góða er, at millum tey virknu í felagnum eru eini 30 ung, sum eisini luttaka í m.a. FM- kappingum. Felagið hevur øll árini virkað undir skiftandi umstøðum. Í Klaksvík er bert tann eina ítróttarhøllin - KÍ-høllin - og hon er farin at nærkast teimum 40 árunum. Nógv virksemi í Klaksvík, og pláss er ikki fyri øllum hesum ítróttarliga virkseminum í hesi einstøku høllini. Seinni í ár fáa so limirnir í Badmintonfelagnum umstøður, sum teir nærum bert høvdu droymt um fyri einum ári síðani. Sum nevnt aðrastaðni er áhugin fyri badminton alsamt vaksandi í Klaksvík. Nýggja høllin fer helst at gera henda áhugan enn størri. Hóast nýggja Badmintonhøllin í Klaksvík ikki er tikin í brúk enn, er longu líkt til at áhugin fyri hesi ítróttargreinini er vaksandi í býnum. – Vit hoyra dag og dagliga fólk siga, at tey fara at spæla badminton, tá høllin kemur. Hetta skuldi verið tekin um, at høllin kemur í tøkum tíma, sigur Jákup Anthoniussen, formaður í Klaksvíkar Badmintonfelag 1000 áskoðarar Uttan góðar umstøður til áskoðararnar er høllin ikki fullkomin. Hetta hava Jákup og hansara fólk sjálvandi eisini hugsað um. Á báðum síðum verður gott pláss til tey, sum í framtíðini fara at hyggja eftir dystum av ymiskum slagi. Í niðaru síðuni verða fimm røð av setrum til áskoðararnar. Roknað verður í miðal við, at tveir áskoðarar kunnu sita fyri hvønn meturin. ­ Saman við áskoðaraplássunum á hinari síðuni og við balkongini meta vit, at eini 8­900 fólk ­ kanska heilt upp ímóti 1000 ­ sleppa inn her samstundis, sigur formaðurin í Badmintonfelagnum. Orð Snorri Brend Myndir Høgni Thomsen Stevna