Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 23. mars 2001 25 Við einum javnleiki móti Kyndli hevur StÍF tikið eitt fet nærri silvurmerkj- unum í 1. deild hjá monnum. Eftir fyrra hálvleik sá tó út til, at Kyndil fór at fáa bæði stigini, men strand- ingar stríddust manniliga eftir steðg- in og megnaðu at fáa javnvág í málskjót- ingina HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Tað vóru fyrst og fremst silvurmerkini, ið Kyndil og StÍF dystaðust um í høllini á Hálsi mikukvøldið, tí hvørki av liðunum hevði vónir um at vinna meist- araheitið. Kyndil skuldi vinna fyri leggja trýst á StÍF, meðan strandingar óivað eru nøgdir við javn- leikin, tí tað gevur teimum møguleika av avgera sjálv- ir, hvar silvurið endar. Liðini fylgdust ta fyrstu løtuna av dystinum, og tað var eyðsýnt, at leikararnir løgdu nógv fyri. Tað var tí lagt upp til ein spennandi dyst, og áskoðararnir fingu eisini spenning við lít. Vend kom í Dysturin tók eina vend, tá leikandi venjarin hjá StÍF, Costin Dumitrescu, meiddi sær knæið og var noyddur at fara av vøllinum. Hetta hendi miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Costin er ein týðandi partur av liðnum, og tað var tí ein dyggur smeitur, tá hann ikki var at halda liðnum uppi. Eftir skaðan kom Costin bara á vøllin fyri at taka sær av brots- køstum, og tað kom hann væl frá. Bara tað eina av seks fór ikki í meskarnar. Kyndi dró frá ta seinastu løtuna áðrenn steðgin, og Hanus Jensen skeyt fleiri góð langskot framvið Jóhan Danielsen í StÍF málinum. Tað tyktist sum um fjáltur kom á strandingar hesa løtuna. Markeringarnar í verjuni vóru leysar, og álopið var tannleyst. Einki vildi bera til hjá strand- ingum, meðan havnamenn vóru meira nærlagdir. Tað var Artur, sum at enda breyt ringu gongdina, men annars var toppskjúttin hjá strandingum eitt vón- brot og gjørdi ikki nógv um seg. Kyndil tók tó hóttan Arturs í álvara, tí seinastu løtuni varð hann mansvard- ur av Jónleifi Sólsker. Tá komið var til hálv- leiks, hevði Kyndil eina trygga leiðslu uppá fimm mál, og strandingar høvdu ikki nógv at bjóða uppá seinastu løtuna fyri steðgin. Kyndil megnaði tó ikki at halda fast um hesa leiðsl- una. StÍF legði út sum eitt óløgi, tá dómararnir settu dystin í gongd aftur, og áðrenn kyndlamenn varn- aðust, hevði útiliðið javnað. Kanska tók Kyndil sær ov nógv av løttum, tí leiðsl- an tóktiskt trygg, men teir vóru tiknir á bóli. Eftir lítla løtu hevði StÍF bart seg uppá javnleik 18-18. Strandingar høvdu skorað seks mál, og Kyndi hevði bara fingið eitt. Tað var sum allir StÍF- ararnir høvdu sett sær fyri at taka annað skinn um bak. Jóhan Danielsen í málinum hjá StÍF var betur upp- lagdur enn áður, og gongd kom á álopsspælið. Rættiliga ferð kom nú á dystin, og ofta gekk tað ov skjótt fyri seg, so at spæl- ararnir ikki sjálvir megn- aðu at fylgja við. Soleiðis vóru fleiri býtt mistøk gjørd. Tað var tó stuttligt at síggja Dia Midjord aftur á Kyndlaliðnum, har hann ikki hevur verið at sæð í fleiri ár. Dia varð mest nýttur í verjuspælinum, men hann megnaði tó at skjóta trý av málunum hjá Kyndli. Eftir at StÍF hevði javnað raknaði Kyndil við aftur, og liðini fóru stavn um stavn inn eftir vágni. StÍF var tó ongantíð frammanfyri heimaliðið í seinna hálv- leik, hóast teir høvdu møguleika til tess. Tá meira ferð kom í spælið gjørdust menn eisini heitir, og dómararnir kendu seg fleiri ferðir noyddar at tveita menn av vøllinum í tveir minuttir, tá spælið gjørdist ov harðligt. Dóm- ararnir løgdu longu frá byrjan eina harða linju, og fleiri gul kort vóru á lofti ta fyrstu løtuna. Tá ein minuttir var eftir at spæla var støðan 25-25. Einki mál kom sostatt í seinasta minuttinum, hóast bæði liðini høvdu hvør sítt álop. Vantandi nærlagni og ágangandi verjuspæl forð- aðu fyri, at annað av liðun- um fekk avgerandi og vinn- andi málið. StÍf hevur tveir dystir eftir, meðan Kyndil hevur tríggjar dystir at spæla enn, og StÍF er framvegis trý stig frammanfyri. Um StÍF vinnur tveir teir seinastu dystirnar, so eru silvur- merkini tryggjað. Kyndil skal eftir øllum at døma vinna sínar tríggjar dystir, um teir skulu hava vónir um at vinna silvur. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Hanus Jensen 6, Bjarni Wardum 5, Hans A. D. Christiansen 5, Jónleif Sólsker 4, Dia Midjord 3, Regin Petersen 1, Janus Einar Sørensen 1 StÍF: Costin Dumitrescu 7, Marius Joensen 5, Alex- andur Johansen 5, Janus Trúgvason 3, Sveinbjørn Poulsen 2, Kristian Pet- ursson 1, Artur Johansen 1, Andre Danielsen 1 Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 6 Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 4 Dómarar úr Neistanum: Jákup Sverri Kass og Kristian Johansen Bossurin í felagnum hjá Óla Johannesen droymir um at byggja nýmótans fleirtættað stadion á Amager Hóast fremsti danski fót- bóltsmálverjin nakrantíð, Peter Schmeichel, hevur gjørt av at leggja handsk- arnar frá sær, tá tað ræður um landsliðsfótbólt, so ætl- ar hann sær ikki at leggja árarnar inn, tá tað snýr seg um fótbóltin. Fyri tveimum árum síð- ani keypti hann Hvidovre IF í Keypmannahavn. Schmeichel trívist ikki við øðrum enn tí besta. Hann ætlar, at felagið hjá honum skal gera seg galdandi í superliguni, men hann er greiður yvir, at hetta fer ikki at eydnast eftir einum degi. Hann hevur gjørt íløgur – millum annað í fyrrverandi TB venjaran Frank Skytte og í føroyska landsliðsmannin Óla Jo- hannesen, sum tykist vera ætlaður at røkja aftasta verjuleiklutin. Hóast Hvidovre IF í løtuni ikki er í nánd av upp- flytingarplássunum, so tyk- ist eigarin í felagnum at fyrireika tíðina, tá Hvid- ovre kemur í superliguna. Í hesi vikuni hevur ljóð- að, at Peter Schmeichel er høvuðsmaður í einum bólki, sum arbeiðir við ætl- anum um at byggja eitt nýtt stadion á Amager. At tað er nakað í tíðindunum varð váttað týsdagin. Tá varð upplýst, at Schmeichel hev- ur havt fyrsta fundin við yvirborgarstjóran í Keyp- mannahavn, Jens Kramer Mikkelsen. Byggingin verður í tí, sum teir kalla Ørestaden. Hetta økið á Amager er nógv broytt seinastu árini. Í sambandi við brúnna um Oyrasund hevur nógv byggivirksemi verið, og nú verður altso hildið, at tað hevði verið hóskiligt við einum nýmótans stadion. Ætlanin er, at stadionið skal rúma tjúgu túsund áskoðarum, tá tað skal hýsa fótbóltsdystum. Á sama hátt, sum tað verður í Parkini, so skal tak kunna leggjast á. Tað fer at hava við sær, at tað eisini verður møguleiki fyri hondbólti, basketbólti, konsertum og framsýningum. Tað eru ikki so mong ár síðani, at tað ikki varð hild- ið, at nakað stadion í Keyp- mannahavn leyk krøvini til nýmótans fótbóltskarmar. Nú er øðrvís. Bæði Parkin og Brøndby stadion eru heilt nýmótans. Spurning- urin er so, um Schmeichel og hansara menn megna at fáa nýggju karmarnar upp at standa, meðan Óli Jo- hannesen framvegis verður í Hvidovre. jh Schmeichel ætlar at byggja stadion Kyndil–StÍF 25–25 (17–12) StÍF eitt fet nærri silvrinum Mynd: Birgir Sondum Menninir velja heldur at fara á venjingar- legu, meðan kvinnurnar fyri fyrstu ferð fara at royna seg í altjóða kapping Mannsliðið hjá VIF vann í fyrrakvøldið FM heitið. Síðsti landskappingardyst- urin verður 7. apríl, men longu nú er tað greitt, at mannsliðið hjá VÍ F fer ikki at taka lut í EuropaCup. í heyst. Harafturímóti hava vestmenningar gjørt av, at kvinnuliðið, sum eisini er FM vinnar, skal royna seg í europæisku kappingini. Allir spælarar á manslið- num, sum nu hevur vunnið FM, hava í minsta lagið tvær ferðir verið við í Europa Cup. Teir kenna seg ikki hava hug at fyrireika seg til kappingina einaferð afturat. Í staðin hava teir valt at fara á eina venjingar- legu uttanlands, tá teir skulu fyrireika seg til nýggja kappingarárið. – At spæla EuropaCup hondbólt ber eitt stórt stríð við sær. Stríðið skal til fyri at fáa fíggjarliga grund- arlagið til vega. Tað ber við sær, at orkan til kravdu venjingina verður ikki so stór. Um tað skal bera til , so skal serlig motivatión til, og hana halda spælararnir, sum hava royndir frá í hvussu so er tveimum EuropaCup kappingum, ikki at teir fara at megna , sigur Ingi Olsen. Ingi Olsen vísir eisini á, at Europa Cup kappingin liggur so mikið tíðliga á árinum, at tað hon hevur við sær, at hondbóltsárið verður einar tíggju mán- aðar. – Tað er neyðugt at toppa síðst í august. Um tú ætlar at vera frammalaga í steypakappingini, so skal toppast aftur mitt á vetr- inum, og í landskappingini eru avgerandi dystirnir í endaspælinum á skránni í februar og mars. Tað er ikki pláss fyri aldudalunum, sum altíð koma , tá kapp- ingarárið verður so langt, ið tað verður hjá teimum, sum skulu luttaka í Europa Cup. Kvinnur í Europa Kvinnurnar hjá VÍ F hava vunnið bæði steypafinal- una og landskappingina í ár. Talan var um fyrsta FM heitið síðan 1978. Tær kvinnurnar, sum manna besta liðið hjá VÍF, hava ikki áður roynt seg í Europa Cup. Tí er tað avgjørt, at tær skulu royna seg í altjóða kapping í heyst. – At spæla í Europa Cup í hondbólti og í fótbólti kann ikki samanmetast. Eg havi skilt tað soleiðis, at tey liðini, sum taka lut í Europa Cup, fáa pengar frá UEFA. Í hondbóltinum eru ikki so nógvir pengar sum í fótbóltinum, heldur ikki í Europa Cup hondbólti. Tað kemur millum annan til sjóndar í, at feløgini, sum melda til, skulu rinda luttøkugjald, og altjóða hondbóltssambandið rindar ongar pengar sum stuðul til ferðing og annað, greiðir Ingi Olsen frá. jh Nr. 58 • fríggjadagur • 23. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo VÍF fer ikki í Europa Cup Men Ingi Olsen heldur, at tað verður spell fyri bæði VÍF og føroyskan hondbólt, um vestmenningar fleiri ferðir fara at vinna FM so sann- førandi, sum teir hava gjørt tað í ár HONDBÓLTUR Jóannes Hansen Longu frá kappingarbyrjar vóru teir besta boðið, og langt frammanundan, at tað varð farið undir endaspælið vóru øll, sum hava fylgt við hondbóltinum greið yvir tað.VÍF var so mikið sann- førandi, at tað var ikki ein spurningur, um teir fóru at vinna FM, men heldur um, hvussu nógv umfør framm- an undan kappingarenda, at teir fóru at tryggja sær meistaraskapin. Mikukvølið var fjóðri síðsta umfar á skránni, og ta´var tað greitt, at VÍF er føroyameistari. Teir vunnu sannførandi á KÍF, Koll- firðingar komu á odda 1-0. Tað var einasta ferðin, at teir vóru frammanfyri. Tá tað var hálvleikt var støðan 16-6, og lagið var gott í Vestmanna. Aftaná vísti tað seg, at VÍF hevði verið FM vinn- ari, sjálvt um teir ikki hvødu spælt mikukvøldið. Kyndil og StÍF spældu javnleik, og harvið hevði eingin møguelika at røkka stigatalinum, sum VÍF fór á vøllin við mikukvøldið. – Men hetta nervaði okku má ongan hátt. Dysturin hjá okkum var á skránni undan hinum, so vit kendu ikki til úrslitið hjá teimum, tá vit vóru lidni. Hetta sigurIngi Olsen, sum uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum hevur verið týdningarmesti spælarin hjá VÍF seinastu meir enn tíggju árini. Ingi hevur áður verið við til at vunnið trý FM heiti við VÍF. Tá hann kom á besta liðið í 1987, høvdu teir akkurát verið meistarar trý ár upp í slag. Ingi bíðaði eftir fyrsta FM heitinum inntil 1992. Hvussu er hetta liði hjá tykkum sammet við hini liðini, sm tú hevur veirð á? – Vit hava havt størri breidd á liðnum í ár, eenn vit nakrantíð áður hava havt. Tað eru sekstan spæl- arar á 1. liðs hóðinum. Venjarin hevur havt tann positiva trupulleikan, at hann hvørja ferð hevur verið noyddur at seta fýra kvalifiseraðar spælarar utt- an fyri liðið. Tað ber ikki til at siga, at tað hevur veirð kærkomið hjá honu, tá onkur spælari hevur veirð meira ella minni skaddur, emn tað hevur í hvussu so er ikki bilað, umonkrir hava verið skaddir. Vóna meiri mótstøðu Í nógvum dystum hevur VÍF vunnið sera sann- førandi. Onkuntíð hevur verið javnari, men tá hevur tað ofta endað við, at VÍF fekk bæði stigini. Ingi Olsen heldur, at tað hevði verið hugaligari, um kapp- ingin hevði verið javnari og um breiddin á fleiri liðum hevði verið størri. – Tað er ikki tí, at vit eru farni upp frá og halda, at eingin kann skala okkum. Tað er stuttligt eina ferð at finna FM sannførandi. Men um gongdin hevði verið soleiðis fleiri ár ár rað, so hevði tað ikki verið serliga motiverandi. BÆði fyri okkum og hondbóltin í Føroyum hevði tað verið gagnligt, um kappingi nvar meiri spennandi, og tað vóni eg, at hon fer at vera komandi árini. Onkrir av royndast spæl- arunum hjá VÍF hava fleiri ferðir tosað um, at teir ætla sær at gevst. Sjúrður Holm, usm er 37 ára gamal, og Rógvi Nielsen, sum er 32 ára gamal, hava verið nógv plágaðir av skaðum , men enn hava teir ikki tikið endaliga støðu til, hvussu tað verður komandi ár. Ingi Olsen er 32 ára gamal, men hann hevur ikki ætlanir um at seta hondbóltsskógv- arnar frá sær enn. Nýtt ættarlið skal stríðast Hóast VÍF ikki hevur so nogv FM heiti í yngru deildunum at vísa á, sum teir hava í t. d. Neistanum og Kyndli, so kvígir Ingi Olsen ikki fyri at framtíðini hjá VÍF: – Tað iður við ungum spælarum, men teir skulu st´riðast fyri at koma á besta liðið. Áskoðararnir og venjarin, Hjalmar Klein Olsen, eru neyvan altíð samdir um, hvussu liðið skal síggja út.Tað er rætt, at ungir menn verða hildnir til, men tað er eftir míni meting ein skeivur hgugburður, um ungir menn skulu skúgva teir eldru av liðinum, bara tí teir eru yngri. Stríðið um plássini skal ikki vera treytað av aldri, heldu rIngi Olsen. 7. apríl fáa hann og liðfelagarnir meistarasteyp- ið. Í síðsta dystinum, sum verður í Vestmanna, skulu teir spæla ímóti StÍF: – Tann dystin hyggja allir vestemnningar fram ímóti við stórum spenningi. Vit taptu steypafinaluna ímóti teimum. So hóast eingin spennigur er um FM heitið, so hevur tað stóran týdning fyir okkum ,at ivt kunnu vísa teimum, hvør eigur besta honbóltsliðið í land- inum. Ítróttarsosialuri ynskir vestmenningum hjartaliga tillukku við meistaraheit- inum. Dysturin í tølum VÍF- KÍF 29-17 Málskjúttar: VÍF: Ingi Olsen 7, Sámal Joensen 5, Áki Olsen 4, Johnny Joensen 4, Martin Hummeland 3, John Zachariasen 3, Agnar Joen- sen 2, Danut Negru 1. KÍF: Durica Tomic 8, Regin Petersen 3, Petur M Johansen 2, Iljan Topic 2, Petur M Poulsen 1, Jákup Dam 1 Breiddin hevur ongantíð verið størri Vegna trupulleikar við internetsam- bandinum í Luxenburg, er eingin upptakt til landsdystin millum Føroyar og Luxenburg. Hon kemur í blaðið leygardagin. Sosialurin