fríggjadagur 23. mars 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 23. mars 2001
27
26
Nr. 58 - 23. mars 2001
Talvið hesa vikuna
GM Johnny Hector (2500) - John Arni Nilssen
(2500)
3. division DK (7), 18.03.2001
1.e4 c5 2.Nf3 Nc6 3.Nc3 g6 4.d4 cxd4 5.Nxd4 Bg7
(John Arni kennir væl hesa støðuna og byrjan, og
sjálvsagt er GM Hector eisini kendir í hesari støðu)
6.Be3 Nf6 7.Bc4 Qa5 8.0-0 0-0 9.Bb3 d6 10.h3 Bd7
11.f4 Nxd4 12.Bxd4 Bc6 13.Qd3 Rad8 14.Qe3 Nd7
(Báðir hava telva skjótt byrjunarspæl, hava brúkt 15
min. hvør) 15.Bxg7 Kxg7 16.Rf2 Qc5 17.Qf3 Nf6
(17...f5!? er væl møguligt) 18.Nd5 Bxd5 19.exd5 b5
20.Re1 (Hvítur hevur lítlan fyrimun) 20...a5 21.a3 b4
22.a4 Qd4 23.c3 bxc3 24.bxc3 Qb6 25.Bc4 Qc5
26.Ba2 Rb8 27.Kh2 Qa3! (John Arni hevur ongar
ætlanir at taka a-finnuna, men heldur fáa gott spæl
fyri finnuna) 28.Rxe7 Rbe8 29.Rc7 Re1 30.Bc4 Rfe8
31.f5? Qc1? (31...g5! 32.Re2 Qc1 33.Rxe8 Nxe8 og
John Arni vinnur! Spell at hann ikki sá hetta. Hector
segði seg eftir talvið at hava sæð hetta, og víst John
Arna júst hendan møguleika) 32.Rxf7+!? Kxf7
33.fxg6+ Kg8 (33...hxg6?? 34.Qxf6+ Kg8 35.Qxg6+
Kh8 36.Qf6+ Kg8 37.Bf1 og hvítur vinnur) 34.Qxf6
Rh1+ 35.Kg3 Re3+ (35...Qe3+ 36.Rf3 Qe1+ 37.Kg4
Qe4+ 38.Kg5 Qxg6+ 39.Qxg6+ hxg6 40.Rf6 hvítur
vinnur) 36.Kg4!
(36.Rf3? Rxf3 37.Fxf3 Fg5+ remis) Re4+ 37.Kh5
Qd1+ 38.Rf3 Re5+ 39.Kh6 John Arni gavst eftir ein
gott spæl kortini. 1-0
Aftur í ár verður skipað
fyri
hondbóltsgalla-
kvøldi, hesuferð er tað
ítróttarfelagið V.Í.F., sum
skipar fyri.
Hetta er triðja árið á
rað at skipað verður fyri
tílíkari veitslu fyri 1.
deild í hondbólti kvinn-
um og monnum, dómar-
um, venjarum, nevndum
og hallarvørðum.
Veitslan verður í ítrótt-
arhøllini
í Vestmanna
mikukvøldið 11. apríl kl.
20.00. Eins og undan-
farnu árini verður nógv
arbeiði lagt í, at hetta
kvøldið skal gerast eitt
gott kvøld – ein góður
endi á hondbóltsárinum.
Góður matur, Hilmar Jan
Hansen skipar fyri, All
That Rain spælir til dans
aftan á og sum vanligt
verður undan veitsluni
atkvøtt um hvørji skulu
vinna tey ymisku heitini í
ár. Her umframt verður
møguleiki hjá leikarum
o.ø., ið koma langvegis
frá, at gista og ætlanin er
eisini at náttbussurin
koyrir aftur til Havnar.
Tilmelding fer fram á
fax nr. 424447 ella
332555 att.: Ingi Olsen.
Tíðindaskriv
frá Hondbólts-
gallaveitsluni
Hondbóltsfelagið
Neistin hevði miku-
dagin hátíðarhald í
høllini á Hálsi, tí tað
nú eru sjeyti ár
síðani, at felagið varð
sett á stovn
ÁRSDAGUR
Stefan í Skorini
Nógv fólk varð komið sam-
an
at
heiðra
Neistan,
hondbóltsfelagið, nú sjeyti
ár eru liðin, síðani fólk tóku
seg saman at stovna Neist-
an. Felagið sá dagsins ljós á
vári í 1931, men ikki er
greitt, júst hvør dagur tað
var, tí fyrsta gerðabókin
ikki er tøk.
Hýrurin var avbera góður
í høllini og bæði ung og
gomul høvdu lagt leiðina
niðan á Nabb. Djóni Dals-
garð legði fyri við at bjóða
øllum vælkomnum.
Havnar Ungdóms-horn-
orkestur spældi meðan fólk
leitaðu eftir kenningum í
høllini.
Horntónleikurin
gav ein festligan róm, og
seinni var tann meira
ópoleraði Sámal Ravnsfjall
á pallinum og sang og
spældi.
Ballónir og lagkøka
Neistin hevði fingið bak-
arar hjá Gunleivi at gera
eina risa lagkøku. Køkan
ímyndaði merkið hjá Neist-
anum, sum er eitt flagg.
Bakararnir hava veruliga
kýtt seg, tí køkan var nógv-
ar metrar til longdar.
Tey nógvu smáu børnini
stuttleikaðu sær óført við
teimum 2000 ballónunum,
ið felagið hevði fingið til
vega til hetta serliga høvi.
Besta føðingardagsgávan
hevði óivað verið eitt før-
oyameistaraheiti í fremstu
kvinnu- ella mansdeildini.
Tað fekk felagið í fjør, so
tað kann kallast ein fram-
skundað føðingardagsgáva.
Neistin hevur í fleiri ár
lagt stóran dent á ung-
dómsarbeiði og hevur havt
nógv góð ungdómslið gjøg-
num árini. Neistin hevur
verið ein partur av býar-
lívinum í høvuðsstaðnum í
nógv ár (70), so tað er bara
at vóna, at felagið ikki
tekur fótin av spitaranum,
hóast ellið er farið at
merkjast.
Vit ynskja Neistanum
tillukku og vóna, at felagið
heldur á við at framleiða
nakrar komandi landsliðs-
leikarar.
Neistin 70 ár
Nógv fólk varð komið saman at heiðra Neistan, hondbóltsfelagið, nú sjeyti ár eru liðin
Sosialurin - 311820