Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 23. mars 2001 29 28 Nr. 58 - 23. mars 2001 Pedagogar Søkt verður eftir: 1 pedagogi, 30 t. um vikuna, til eina stovu við 12 vøggustovubørnum frá 01 mai 2001, ella eftir nærri avtalu, til 30 apríl 2002 vegna farloyvi. Vegna ov fáar umsóknir verður lýst av nýggj- um eftir: 1 pedagogi,35 tímar um vikuna,til eina stovu við 18 barnagarðsbørnum skjótast til ber og fram til 15 november 2001 vegna barnsburðafarloyvi. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur, sum er nor- meraður til 42 barnagarðsbørn, 12 vøggu- stovubørn, 8 pedagogar, 4 hjálparfólk og 3 stuðlar. Lønarfl. 11/13 sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið. Um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett ístaðin. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera stovninum í hendi í sein- asta lagi 03. apríl 2001. Kongshavnar Barnagarð og Vøggustovu Heiðavegur Postboks 119 Fo-600 Saltangará Toll- og Skattstova Føroya Starv á Toll- og Skattstovu Føroya, Norðoya Øki Á Toll- og Skattstovu Føroya, Norðoya Øki, er starv leyst at søkja til setan skjót- ast til ber. Arbeiðsuppgávur Eftirlitsarbeiði og málsviðgerð innan meirvirðisgjald,skatt,toll,innkrevjing o.a., herundir at ummæla møgulig kærumál.Viðkomandi kemur at luttaka í útpant- ingum. Førleikakrøv Viðkomandi, ið settur verður, skal hava • skrivstovuútbúgving og roknskaparligan førleika, ið minsta lagið HH • royndir við innkrevjing av peningakrøvum • kunnleika til mannagondir við útpanting • góð samstarvsevnir, verða fyrikomandi og kunna arbeiða sjálvstøðugt • kunnleika til EDV og • helst eisini førleika innan almenna fyrisiting Harafturat skal viðkomandi vera fúsur at luttaka í skeiðum og útbúgvingum, ið Toll- og Skattstova Føroya fyriskipar. Vit kunna bjóða: • eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eisini er fakliga krevjandi • klokkuskipan við flextíð • eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi. Løn og setanarviðurskifti: Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Núverandi starvsøki er Toll- og Skattstova Føroya, Norðoya Øki, men fevnir setanarøkið eisini um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir teirra, og tann,ið settur verður,skal kunna røkja tænastu á hesum støðum,um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Toll- og Skattstova Føroya, Norðoya Øki, Karl Vilhelm Thomsen, økisstjóra, tlf 456877 Umsóknir: Umsóknir við avritum av prógvum og viðmælum um viðkomandi starvsroynd- ir skulu vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 9. apríl 2001. Toll- og Skattstovu Føroya Norðoya Øki Postsmoga 16 FO-700 Klaksvík Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 145 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær 6 økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Í Norðoya Øki har viðkomandi kemur at starvast, starvast 11 fólk Vit œtvega eisini: Plastbakkar Pakkibond, tape Merkir, etikettir Kn’var Kitlar, hœgvur, handskar, svintur o.l. Ymisk t—l til ’dnaÝin ReingerÝisevnir êblandingarevni Plattar R‡Ýgeving ’ tilevning av pakkitilfari ...sjálvandi til besta prísin!! Staravegur 5, P.O. Box 3099 FO-110 Tórshavn Telefon +298 35 30 00 Fax +298 35 30 10 E-mail: farpack@farpack.com www.farpack.com F¿roya st¿rsta œrval av PAKKITILFARI œr karton, bylgjupapp og plast innan ¿ll vinnu¿kir * * * * * * * * * * Søkt verður eftir Handilshøli í Runavík. Skal standa við Heiðavegin og hava góðar parkeringsmøguleikar. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. 620 Teinæringurin Sunnudagin 25. mars kl. 17 verður nýsmíðaði borðbáturin sýndur fram á Fornminnissavninum í Hoyvík, í framsýningarhølunum í Brekkutúni 6. Hanus Jensen fer at greiða frá sínum hugsanum um stóra bátin, og hvørjar tankar hann hevur gjørt sær, nú hann hevur arbeitt við at gera borðbátin. Aftaná verður kjak. Nevndin MAZDA 626, 7 pers. Stationcar 2.0 Turbo Diesel Myrkagr¿nur metallic, v¾lhildin, fjarstàrt centrall‡s CD anlegg, elrœtar, elspegl v.m. km. 59.000, Nov. 99 kr. 158.000 oncksgøta 15 • Boks 1079 J. Br Tel. 31 06 00 • Fax 31 06 50 Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 100 Tórshavn Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Sosialurin - 311820 Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd. www.sosialurin.fo VIÐMERKINGAR Birgir Mohr Sandi Hóast samgongan nú nærk- ast jørðini aftur í sjálvstýr- ispolitikkinum, so kann ein ivast í, um tað bert verður ein NÝGGJ PROKLAMA- TIÓN, ella veruligur hóv- ligur sjálvstýrispolitikkur við jarðfesti. Um ikki málið var so álv- arsamt fyri okkara framtíð, so kundu vit øll flent í kíki, hvørja ferð samgongan er komin við uppskotum um proklamatiónir í ríkisrætt- arpolitikkinum og harvið framlagt síni tørvandi evni á hesum økinum. Og tó at vit av royndum vita, at um- boð fyri ávísan politiskan flokk altíð hava verið best oman fyri hálsvølin, men sjáldan hava dugað til prak- tiskan politikk, so óttast vit fyri avleiðingunum av poli- tikkinum hjá eini sam- gongu, sum sýnist meira ella minni desperat á hes- um økinum í løtuni. Vit onnur høvdu rætt, tá vit søgdu frá, at politikkur- in hjá samgonguni í sjálv- stýrismálinum fór at koll- sigla. Vit hava eisini rætt, tá vit siga, at hetta mál hevur tikið alt ov stóran part av politisku orkuni í Føroyum seinastu trý árini, uttan at vera komin longur enn til eina møguliga proklama- tión í løgtinginum. Hetta er veruleikin í dag. Væl vitandi, at tað ikki verður dámt av øllum, at sannleikin verður blotlagd- ur, so má hann kortini sig- ast; og hvat hava vit so í væntu, nú aftur ein pro- klamatión verður fram- leidd? Jú, skattahækkingar, skert livifrælsi og harvið munandi lækkandi vælferð, hóast vit hava havt og hava vinnuliga sera góðar tíðir á Føroya klettum. Hetta verður úrslitið, um nýggja sjálvstýrisuppskotið verður annað enn ein nýggj pro- klamatión, tí eigur upp- skotið at verða munandi broytt á fleiri økjum. Løgmaður lovaði fyri opnum sjónvarpsskíggja áðrenn hann fór til Dan- markar við fyrstu full- veldisproklamatiónini, ikki at fremja nakra ætlan í sjálvstýrismálinum, sum kom at innibera, at vit mistu blokkstuðulin innan fyri 4 ár, tí hann og vit kendu avleiðingarnar av hesum sambært Hvítubók, Caragata-álitið og ís- lendsku útrokningarnar. Harafturímóti lovaði hann eina lagaliga loysn upp á min. 15 ára niðurlaging av blokkinum. Avleiðingarnar av 15 ára niðurlaging eru eisini nóg mikið fyri Før- oya fólk sambært Hvítu- bók. Men hvat ger løgmaður nú saman við hinum sam- gonguflokkunum? Jú, hann kutar 400 mill. kr. av blokkinum – 40% – eftir einum ári??? Sat eg hinu megin borðið – har danir sita – og upp- livdi slíka føryska arro- gansu, so bað eg føroyingar kuta restina av blokkinum í tveimum – yvir tvey ár við 30% hvørt árið, so er blokkurin burtur. Tí at somu politikarar, sum fyri minni enn trimum árum síðani bóðu um at fáa sama blokk hækkaðan og sum skovlaðu pening heim til Føroya í sambandi við bankagølumálið, teir tveita nú pening aftur á danir í fleiri hundraðtals millión- um, sum um okkum ikki tørvar nakran blokkstuðul úr Danmark? Men veru- leikin er ein annar. Hendir hetta, hvar skal peningur tá koma til kon- solideringina, sum formað- urin í búskaparráðnum – tjóðveldismaður helst – sigur vera so alneyðuga fyri føroyska búskapin í hesum gulltíðum? Hvar skulu pengarnir til búskapargrunnin koma frá? Til allar tær stóru samfelagsíløgurnar, sum liggja á láni, umframt ábøtur á tann sosiala sektorin sum heild, og tey møguleikaskerdu og pen- sionistarnar einamest, sum er bráðneyðugt? Tað verður baksláttur við lít, um slíkt hendir. Takið tí og broytið í hvussu er hendan partin av sjálvstýr- isuppskotinum til eina 15 ára niðurlaging av blokk- inum í hvussu er, soleiðis sum løgmaður hevur lovað tað. At yvirtaka eftirstand- andi málsøki sambært heimastýrislógini er í prin- sippinum í lagi, men tað kostar og tað tekur tíð at gera hetta, soleiðis at um- sitingin, sum skal yvirtaka, er væl fyrireikað og kemur at riggað betur enn verandi »Tinganes og omegn« ger í løtuni. Tí er tað alt ov stutt skot- bráð at yvirtaka alt frá 2002 til 2008. Hetta er ov optimistiskt og eigur at verða broytt til at geva tíð til neyðugu fyrireikingarnar. Vælsignaðir, broytið uppskotið soleiðis, at tað fær eina breiða undirtøku í løgtinginum. Annars verð- ur tað enn bert ein pro- klamatión, sum verður av- tikin eftir næsta val, og hvat er er vunnið? Bleiv uppskotið broytt tann hóvliga vegin, ein munandi part, so tað fekk breiða undirtøku, so kundi tað blivið ein partur av komandi sjálvstýrispoli- tikkinum og ikki bert ein proklamatión, men tað krevur politiskan vilja og mót. Á sjálvstýrisleið Lions Club Eysturoy Næstan í hvørjari kommunu munnu vera eitt ella fleiri fólk, sum eru rørslutarnað, tað veri seg av heilabløðing, blóðtøppi, liðagikt ella av øðrum orsøkum. Flestu hesi hava ein tørv á uppvenjing fyri at koma fyri seg aftur, ella fyri at sjúkan ikki skal fáa yvirtakið. Vanliga verður tílík uppvenjing givin á sjúkrahúsinum í Havn ella á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Hetta er tung skipan og verður tí ikki brúkt eftir tí veruliga tørvinum. Í Eysturoy hava vit umstøður til uppvenjing, sum ikki verða brúktar optimalt. Her verður hugsað um serupphitað- ar hyljar og fysioterapi- viðgerðarstøð. Ein orsøk til at hesir fasilitetir ikki vera nýttir til fulnar er eftir okkara meting og tí vit hava fingið at vita frá sjúk- lingunum, at tað er kostnaðarmikið fyri tann einstaka í flutningi, at tað vantar ein flutnings- skipan fyri rørslutarnað. Lions Club Eysturoy hevur sett sær sum mál at royna at fáa bøtt um hesi viðurskifti. Nú er tað so, at landið veitir stuðul uppá 45% til ser- flutningstænastu. Men bert í Havn og Klaksvík verður gjørd nýtsla av hesari skipan. Fyri at kunna komm- unurnar nærri um hesa skipan og hvussu hon eventuelt kann samskip- ast og setast í verk her í oynni, vilja vit hervið bjóða einum umboði frá hvørjari kommunu í Eysturoy til fund í Mat- arsalinum í Ítróttar- høllini á Skála mána- kvøldið 2. apríl kl. 20. Á fundinum verða eisini umboð fyri Almanna- og heilsumálastýrið og um- boð fyri busseigarar við lift. Vinarliga boða frá til Jóhan Petersen, Glyvrar, tlf. 447942 ella fartlf. 217942 áðrenn 28. mars. Til kommunurnar í Eysturoy Til Vinnumálastýrið Okkum er vorðið kunn- ugt, at m/f Dúgvan fer í dokk í apríl mðr. og at einasta far, ið verður sett inn í ein heilan mánað, sum skipið er í dokk, er m/f Ternan. Vit fara at gera vart við, at hetta verður til stóran bága fyri vinnuna her og samstundis verð- ur alt ov trongligt hjá ferðafólki og bilum. Royndirnar frá farn- um tíðin áttu at havt lært okkum, at hetta ikki ber til. Í dag er Dúgvan ov lítil, og við tí skipan vit nú hava, er henda rutan ein stór forðan fyri dag- ligu ferðingini bæði hjá vinnu o.ø. Samstundis skal verða gjørt tykkum vart við, at um einir 100 skúlanæm- ingar ferðast millum Leirvík/Klaksvík v.v. dagliga. Vit fara tí við hesum at átala hesa líkasælu viðferð av Leirvíksfjarð- arleiðini. Okkum er upplýst, at m/f »Anne Læsø«, sum fyrr hevur avloyst her, kann fáast til leigu henda mánaðin. Vit fara tí at biðja Vinnumálastýrið og Strandferðsluna at bera so í bandi, at hesi bæði skip kunnu røkj Leir- víksleiðina meðan m/f Dúgvan er í dokk, ella at ein betri loysn verður funnin. Um hetta ikki verður, koma stórir trupulleikar at standast av hesum bæði fyri vinnuna og ferðafólk annars og so- leiðis fyri ferðingina um Leirvíksfjørð. Ynskjst aðrar upplýs- ingar, so setið tykkum í samband við okkum. Løgtingsumboðini fyri Norðoyggjar Jógvan við Keldu Rúna Sivertsen Heini O. Heinesen Vilhelm Johannesen Viðvíkjandi Leirvíksfjarðarleiðini TEINÆRINGURIN Tíðindaskriv Felagið Teinæringurin varð stovnað 24. oktober 1999 í Norðurlandahúsinum. Nevndin hevur síðan tá arbeitt við at fáa ein borð- bát (modell) smíðaðan, sum kann verða nýttur sum fyrimynd. Ætlanin er at fara undir at smíða tann stóra bátin í heyst. Nú hevur Hanus Jensen, bátasmiður, smíðað okkum henda borðbát. Lutfallið er 1:10, og longdin er um 130 cm. Hanus, sum í løtuni arbeiðir í Víkingaskipa- savninum í Roskilde, kem- ur sjálvur upp til Føroya við bátinum fríggjadagin. Í tí sambandi fara vit at skipa fyri ymiskum tiltøk- um at lýsa verkætlanina. Hanus Jensen fer at greiða frá sínum hugsanum um stóra bátin, nevndur Teinæringur, og hvørjar tankar hann hevur gjørt sær, nú hann hevur arbeitt við at gera borðbátin. Vit hava fingið loyvið at hava fyrilesturin á Føroya Fornminnissavnið í Hoyvík, - í Brekkutúni 6, - í hugnaliga umhvørvinum har gomlu bátarnir standa. Fyrilesturin verður sunnudagin 25. mars kl. 17. - framsýningin hjá savn- inum er annars opin frá kl. 15 til 17. Høvi verður at síggja borðbátin og at vera við í kjakinum aftaná. So vítt vit vita, var ein teinæringur í Mykinesi einaferð í 1600-talinum. Tað er tí ikki vanliga kend- ur føroyskur bátur, tað snýr seg um. Teinæringurin verður eftir ætlanini uml. 13 metrar til longdar, og verður rógvin av 18 ella 20 monnum. Eisini fer hann at hava stórt segl. Upplýsandi tilfar verður í løtuni gjørt um verkætlan- ina, felagið og bátin. in og hvør kann tekna seg sum limur í felagnum, bæði einstaklingar og feløg. Øll eru vælkomin, sigur nevndin í Teinæringinum. Model av teinæringinum er nú smíðað