mikudagur 30. mai 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 • 30. mai 2007
MIÐvIkaN
22
➙
høvdu sjálvi so nógvar hønur
og høvdu ikki tann stóra tørvin
at keypa egg. Hetta var eisini
í eini tíð, tá stórur vøkstur var í
høsnarhaldinum hjá fólki kring
landið. Tað var meira enn ein
høna uppá hvørt fólk í Føroyum,
og eggjaframleiðslan var í 1935
heilar tvær milliónir.
Men vit høvdu so høsnarhald
í nøkur fá ár, og eggini vórðu
seld til handlar í Havn. Tað, sum
hønurnar fingu at eta, var mais
og korn, sum mátti keypast. Men
afturat hesum fingu tær eisini
fisk, og fisk skuldi kúgvin eisini
hava. Pápi róði út, so fiskin til
kríatúrini máttu vit børn útvega.
Men hetta var ikki bert lætt, tí
tað var ikki so nógvur fiskur á
Sundi. Vit vóru á seiðabergi, og
vit fingu nakrar reyðfiskar við
hvørt. Vit høvdu eisini nøkur fimm
kvarta (tumma) gørn, sum vit
settu eftir seiði. Hetta gekk, men
vit skuldu fiska nokk so hugaliga,
um vit eisini skuldu fáa nakað
av fiski at turka til okkum sjálvi.
Tað hendi seg, at kollfirðingar
komu at kasta nót, og við hvørt
fingu teir nakað.
Esmar Fuglø, sum var mammu
beiggi mín, hevur greitt frá, at
hann sum hálvvaksin plagdi at
vera á Sundi og ferðast. Tá plagdi
hann at seta línu eftir skrubbum.
Hann valdi tær størstu burtur úr,
og so fór hann til Havnar at selja,
og keyparin var Otto Bech. Esmar
fekk so mikið burtur úr, at tað
rakk til at keypa hansara fyrstu
stivlar, tá hann stutt eftir fór til
skips.
Tað var eisini nokk so nógvur
smáállur í Kaldbaksfirði. Tað hen
di seg eisini, at vit fingu so mikið
av stórum álli, at vit kundu fáa
eina máltíð.
Abbin gróv sína egnu
grøv á Norðadals
skarði
Abbi mín var tann sermerkti And
rias Reinert. Hann var á nógvum
økjum frammanfyri sína tíð. Hann
dugdi væl at yrkja og skriva, og
hann yrkti nógvar tættir, sum eru
útgivnir av abbasoninum Eiko
Apol. Hann er mest kendur fyri, at
hann hevði avgjørt, at hann skuldi
verða jarðaður á Norðadalsskarði.
Hann hevði grivið sína egnu grøv
og hevði eisini steinsett hana.
Hetta frættist um landið, og eina
ferð fekk abbi bræv frá tí kenda
DD, sum væl skilti hann. Hann
helt, at abbi kundi koma at liggja
har, hann var barnvaksin og njóta
útsýnið og lurta eftir áartutlinum.
Abbi var tó ikki so sentimentalur,
og hann helt hetta vera nakað
tvætl. Var ein fyrst deyður bar ik
ki til at lurta eftir nøkrum áartutli!
Her kann verða skoytt uppí, at
abbi var gubbi Hans Bærentsen,
bóndasonin á Sundi. Hann plagdi
at skemta við Hans, at hann
skuldi ikki verða kløkkur, tá hann
einaferð í framtíðini fór burtur í
haga, at hoyra kvøðing úr grøvini
hjá honum!
Abbi søkti myndugleikarnar um
at fáa grøvina góðkenda.
Hetta var í lagi, men tað vóru
so nógvar treytir um víging, stik
ing og viðlíkahald av grøvini og
eina árliga prestavitjan, at hann
slepti hesi ætlan. Hann vildi ikki
áleggja sínum eftirkomarum hetta
stríðið. Tískil er hann grivin í
Kaldbak, har innskrivtin á hansara
gravsteini er: »Hann vildi á
Norðradalsskarði ligið, men hetta
forðaði byrokratiið«.
Hann hevði sjálvur yrkt ein
sang til jarðarferðina, og hesin
varð eisini sungin. Hann doyði í
1939.
Hesin sangur er so sjáldsamur,
at hann verður endurgivin her:
Lag: Gak under Jesu Kors at staa
Jeg skal nu bort fra eder gå,
naturens orden er nu så.
Jeg drager bort hjem til min Gud,
som mig har skikket dødens bud.
Min arbejdsdag har været lang,
snart lys og blid, snart mørk og trang.
Men aldrig svigtede mit mod,
ihvad der end så forestod.
For sidste gang I ser mig her,
i verden sker det aldrig mer.
Jeg håber dog at vi engang
skal mødes hist med jubelsang.
Farvel I mine venner kær,
både langt fra båre og som er nær.
Tak for hver stund, vi sammen kom,
Gud unde Jer alle en skæbne from.
Jeg siger verden nu farvel,
til himlen længes nu min sjæl.
Jeg hvile vil blandt mine fjeld,
der altid glæded mig så vel.
Jeg havde fjender, som var gram,
der undte mig al last og skam.
Men de var få og ikke fler,
dem jeg tilgiver en og hver.
Går så afsted i Jesu navn
og før mig til min grav og havn,
hvor jeg skal hvile til dommedag.
I Guds hånd sætter jeg min sag.
Gott at vera barn á
Sundi
Vit fluttu inn í eini gomul hús,
sum vóru á Sundi. Grundin stend
ur enn.
Vit vóru nokk so nógv fólk í
húsi. Sjálvi vóru vit átta. Arbeiðs
kona var, og abbi kom viðhvørt, so
vit vóru 910 fólk í húsi. Húsini
vóru lítil, ein lítil stova og køkur í
neðra, og vit svóvu øll á loftinum.
Tann fyrsti, sum búði í okkara
fyrru húsum á Sundi var Jóannes
Bærentsen. Hann var beiggi Enok
Bærentsen, sum var pápi einasta
føroyska amtmannin Christian
Bærentsen. Ein annar beiggi
teirra bygdi gamla Danmark á
Skálatrøð. Síðan búði ein sum æt
Langi Johan úr Havn her. Aftaná
tað var vist ein, sum kallaðist
Pinku Johan, sum búði í húsinum.
Beint undan okkum búði ein sum
kallaðist Koltur her. Hann æt
Johan og var úr Koltri. Tað var
týðiligt, at ein av teimum, sum
hevði búð í húsinum, hevði verið
skómakari. Vit funnu fitt av sálla
leðri í húsinum.
Seinni bygdu vit okkum kortini
eini nýggj hús í 193839.
Á Sundi var eisini ein gamal
bóndagarður, sum verður umrødd
ur í komandi blað.
Tað mundi vera ein knappur
kilometur millum húsini, so
okkara hús stóðu rættiliga
einsamøll. Telefonstøðin var á
bóndagarðinum, so hagar máttu
vit fara, tá ringjast skuldi ella
ringt varð til okkara. Tá kom
onkur av garðinum við telefonboð
um.
Vit høvdu kúgv, men hon var
ikki í kjallaranum, sum annars var
tað vanliga. Vit høvdu hoyggjhús
føst í húsini, og her var kúgvin
eisini.
Tað var nógv samband við bón
dahúsið. Har vóru átta børn, og
vit vóru seks børn. Tað var skjótt
at renna ímillum, og vit spældu
nógv saman.
Higar komu eisini systkinabørn
úr Havn at ferðast, og tað verður
Foreldrini hjá Jakku vóru Helena, ættað av Viðareiði og Gustav á Sundi,
ættaður úr Norðradali.
Trý ættarlið í Norðradali.
Aftara rað f.v.: Óli, Andrias og Gustav
Fremra rað: Andrea, Charlotta, systir Andrias, Nordina, Johanna, Jens, Óli í Gortri og Jana.
Óli í Gortri er fyrsta ættarlið. Andrias, Johanna og Charlotta eru annað ættarlið. Hini eru børn hjá Jóhonnu og Andrias
og eru triðja ættarlið.
Louis Apol. Var farin í land og slapp
ikki umborð aftur fyri veður. Tá hitti
hann Sonnu úr Norðradali, og tað
gjørdist hansara lagna.
Sanna sum hitti Louis úr Hollandi á
kafeini, og hon bíðaði eftir honum, til
hann kom aftur.