Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30. mai 2007 21 ein loysn Góð havn í Hvannasundi Samstundis við hetta hevur verið tosað um, hvat gerast skal við teir gomlu tunlarnar á Borðoynni – teir sum binda økið norðanfyri saman við Klaksvík og meginøkinum annars. Her verður arbeitt við eini loysn um ein tunnil úr Depli og til Strond ella Ánir. Sum skilst verður henda ætlanin sett fyrri í verk enn tann til Viðareiðis. Í Ánunum hevur Klaksvíkar kommuna gjørt eina frálíka havn, men fyri Dánjal er eingin ivi um, at eitt annað stað hevði verið nógv betri egnað sum havn til mong ymisk endamál. - Er havnin í Ánunum góð, so er økið sunnanfyri Hvannasund túsund ferðir betri. - Har er bæði kyrt, veðurgott og djúpt og har høvdu verið ótrúligir møguleikar fyri nógvum virksemi, sigur Dánjal. Og hvør veit, kanska var hetta eisini staðið, har ein kundi byrja ein undirsjóvartunnil til Svínoynna?! kommunan hevur sent skriv til myndugleikarnar við ynskinum um tryggan veg til og frá bygd- ini. Gongdin er hon, at tá tíðirnar eru góðar koma nógv ymisk hug- skot fram, men fyri viðingar eru trygg viðurskifti innan samferðsl- una ikki bundin at, hvussu fíggjar- støðan er í landinum. Fleiri omanlop hava verið á vegin og tað er so javnan at størri og smærri klettar liggja eftir vegnum. Men enn verður koyrt, bæði summar og vetur, eftir hesum vegastrekki, hóast tað bæði er smalt og ótíðarhóskandi. Hætta sær ikki avstað Dánjal býr soleiðis, at hann kann fylgja við teimum bilunum sum fara av bygdini. Tað hevur mangan undrað hann, at bilar eru farnir avstað, tá veður- líkindini ikki hava verið til tað. Fyri hann er skilligt, at her neyvan er talan um bygdarfólk. – Eg síggi tá, at nógvir viðingar ikki hætta sær avstað slíkar dagar, sigur hann. Serliga ringt er at koyra eftir vegnum, tá hann er lágur í ættini og boðað er frá avfalli og vindi. Tá er ikki altíð tespiligt at koyra eftir hesum vegastrekkinum. Tað var fyri at geva bygdarfólki sínum eina trygga farleið, at Dánj- al setti sær fyri at evna til nøkur uppskot um hvussu ein kann leggja ein tunnil til Viðareiðis. Fyri einum tveimum árum síð- ani byrjaði tosið um ein tunnil til bygdina at koma fram aftur, og hann loyvdi sær tá – av sínum eintingum – at festa sínar tankar á blað. – Her var ikki talan um uppskot, men meiri um fýra konstateringar av, hvar tunlarnir møguliga kundu verðið gjørdir, sigur Dánjal. Dánjal Lydersen gjørdi í alt fýra uppskot um tunnil til Viðareiðis. Tekningin vísir tvey teirra – av Varðanum norðanfyri Hvannasund og inn í Leiti (sí uppskot 1) og inn í Dalar (sí uppskot 2) Eg síggi tá, at nógvir viðingar ikki hætta sær avstað slíkar dagar Her inni í Leiti, eystantil á Viðoynni kann annar tunnilsmunnin verða eftir eina uppskotinum hjá Dánjali Lydersen Mynd: Høgni Thomsen