mikudagur 30. mai 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Vit hava hitt tann 85 ára
gamla Jákup Reinert, vanli
ga kallaður Jákup á Sundi.
Hansara søga er áhuga
verd. Lutvíst kann hann
greiða okkum frá, hvussu
tað var at vaksa upp á Sun
di, har tað bert vóru tvey
hús. Men Jakku hevur eisi
ni eins og pápin, Gustav,
og beiggin, Gimmi, verið
ein kendur útróðrarmaður,
og er hann framvegis er á
floti, tá tað liggur fyri. Men
hann hevur so vissuliga ei
sini verið skipsmaður í sín
um ungu døgum, eisini und
ir krígnum. Tí er hansara
frásøgn eitt gott íkast til
okkara bygda og fiskiman
nasøgu. Norðradalur og
Sund eru nógv tengd sam
an. Tað sama er við Kald
bak. Tá arbeitt verður við
slíkum frásøgum verður of
ta komið fram á aðrar søg
ur. Tað er eisini galdandi
her. Tí kann sigast, at hen
da røðin eisini er søgubrot
hjá hesum trimum bygd
um. Hetta er fyrsti av
fimm pørtum.
Fyrst skal eg greiða eitt sindur frá
míni ætt í Norðradali. Langabbi
mín var Óli Johannesen f. 1830
úr Gortri við Gjógv. Hann vaks
upp í Kvívík, men gjørdist seinni
húskallur í Kaldbak. Hann giftist
1854 í Kaldbak við Angeliku Inger
Margrethe Reinert av Á, f. 1829,
í Kaldbak. Óli gjørdist uppsitari
á prestagarði í Norðradali og tók
seinni við garðinum.
Í hjúnarlagnum vóru fimm børn,
sum fingu eftirnavnið Reinert eftir
mammuni.
Eitt av børnunum var abbi mín
Andrias, f. 1855, sum tók garðin
eftir pápan. Systkini hjá honum
vóru Inga, Olevina, Kornelius og
Charlotta, vanliga nevnd gumma.
Omma var Johanna Maria Djur
huus f. 1858 úr Skopun. Omma og
abbi giftust í 1884.
Pápi mín var Gustav Reinert.
Systkini hjá honum vóru Jens,
Óli, Nordina, sum búði í Noreg,
Andrea, fór til Danmarkar og
doyði nokk so ung, Sanna, og
Jana, sum var gift í Skopun.
Pápi flutti fyrst til Havnar, har
hann saman við beiggja sínum,
Jens, hevði matstovu, har Frelsu
narherinum nú er. Mamma mín
æt Elsebeth Helena, og hon var
av Viðareiði. Tá tey flyta til Havn
ar vóru tey nýgift og elsti beiggi
mín Gimmi var føddur í Havn. Vit
vóru seks systkin, tríggir dreingir
og tríggjar gentur. Míni systkin
eru: Arngrim, kallaður Gimmi,
giftur við Agnas Vang úr Kaldbak,
Andreas, Hjørdis, gift við Lars
Christiansen úr Sumba, Gunhild,
kallað Gugga, sum var gift við
Kjartan Jacobsen í Kaldbak, og
Solveig, sum var gift við Jógvan
Samuelsen í Havn. Bert systrar
nar liva eftir.
Andreas doyði 13 ára gamal
av tuberklum. Hann varð saman
við øðrum í húsinum smittaður av
einum vitjandi. Andrias gjørdist
so ringur, at lívið ikki stóð til at
bjarga.
Hvussu Apol navnið
kom til Føroya
Matstovuvirksemið gekk ikki so
væl. Tørvurin á matstovum var
nokk ikki tann sami sum í dag!
Matstovan fekk tó eina varandi
ávirkan. Hon er orsøkin til, at
Apolnavnið er í Føroyum og er
hetta ein áhugaverd søga.
Umleið 191819 kemur eitt
hollendskt skip við eini salt
last á redina í Havn. Nakrir av
manningini fara við einum báti
í land. Ein av teimum var stýri
maðurin Louis Apol. Men tá teir
ætlaði sær at rógva umborð aftur,
brast hann á við landsynningi,
og tað var ómøguligt at rógva
umborð. Hvat var so at gera,
uttan at søkja sær lívd, har hon
fanst? Louis dugdi eitt sindur av
donskum og kundi spyrja seg fyri.
Hann varð vístur inni á Reinerts
Kafé. Her hitti Louis fastur mína
Sannu. Louis fór avstað aftur í
fyrsta umfari, og hann lovar at
koma aftur. Tí trúi Sanna nú ikki
rættiliga! Men ein dag kemur
Louis aftur, og tey giftast. Tey
fluttu fyrst til Hollands, har Eiko
var føddur. Men Sanna treivst
ikki í slættlendinum í Hollandi,
og tey fluttu aftur til Føroyar.
Fyrst búgva tey í Havn. Síðan
flyta tey Norðradals. Eiko greiðir
frá, hvussu væl honum dámdi
at koma til Sund at vitja mam
mubeiggjan. Hann var nakað
javngamal við Gimma og Jak
ku. Tað var ein stórur munur á
Norðradal og Sund, og hesin var
at á Sundi slapst á flot, tí tað var
kyrrupláss, meðan tað sjáldan var
atleggjandi í Norðradali. Teir plag
du at fara út frá við snøri ella at
seta sílagørn og tílíkt, sum dámar
smádreingjum.
Sanna og Louis fingu tvey børn
afturat, og vóru tey Jóhanna og
Jákup. Tey fluttu síðan Skopunar,
og eftir nøkur ár aftur til Havnar.
Louis var ein fjølbroyttur maður.
Fyrstu árini sigldi hann sum
stýrimaður úti í heimi, men hevði
eisini virksemi av ymiskum slag.
Millum annað var hann millum
maður, tá Silver Spray kom til
Føroya.
Áðrenn FFblaðið varð niður
lagt, hevði tað eina áhugaverda
frásøgn um føroyingar, sum vóru
á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinim
aftaná kríggið. Tá var tað Louis
sum var umboðsmaður í Føroyum.
Seinni gjørdist hann stjóri á
Landshandlinum.
Eftirkomarar hjá Sannu og Lou
is hava eisini gjørt seg galdandi
í Føroyum á ymiskum økjum sum
við byggivirksemi og telving.
Fluttu inn á Sund
Hetta var søgan um matstovuna.
Annars hittust Óli pápabeiggi og
kona hansara Josefina eisini har.
Vit fluttu síðan inn á Sund, har
pápi fekk sær høsnagarð. Hann
hevði einar 500 hønur, men tað
gekk heldur ikki nóg væl. Fólk
Jákup á Sundi:
Fiskimaður og
útróðrarmaður
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Jakku, kendur útróðrarmaður, og kona hansara, Alvilda, ættað úr Sørvági.