mikudagur 30. mai 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 67 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Sosialurin 30. mai 2007
SamferðSla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Viðareiði: “Av tí at verandi vegur
er smalur, ótíðarhóskandi, og grót
ofta kemur á vegin, er ynski um at
fáa ein tunnil og veg millum hesar
bygdir”.
Soleiðis verður tikið til á heima
síðuni hjá Landsverki, tá talan er
um vegin millum Viðareiði og
Hvannasund.
Fyri viðingar er hetta einasta
sambandið við umheimin, og tí
ynskja fólk sjálvandi at hetta sam
bandið er so gott sum tilber.
Tey sum av og á koyra eftir
vegastrekkinum hugsa kanska
ikki so nógv um tað, sum tey ið
gera hetta fleiri ferðir um dagin.
Vegurin er snøgt sagt ikki egnaður
til tørvin, ið settu verður í dag.
Kommunan hevur somuleiðis
gjørt vart við hetta ynskið, og nú
er mangt sum bendir á, at viðingar
kunnu síggja fram til eina loysn á
hesum vandamáli.
Hjá Landsverki hava tey nevni
liga arbeitt við at kanna, um tað
ber til at gera ein tunnil, hvar
hann skal liggja og síðani virka
fyri at ein tíðarætlan verður
gjørd.
Men tað eru kortini tey fólkini
sum hava sett sær sjálvstøðugt
fyri at kanna og vísa á loysnir í
hesum máli.
Ein teirra er Dánjal Lydersen á
Viðareiði, sum hevur gjørt ikki
færri enn fýra uppskot um, hvar
tunlar kundu liggja í framtíðini.
– Eg havi gjørt hetta av mínum
eintingum – fyri líkasum at koma
við nøkrum konstateringum, sigur
Dánjal við Sosialin.
Kanningar
Hjá Landsverki hava tey longu
gjørt sínar kanningar av málinum.
Inni í Dølum á einum staði, tey
nevna í Middali eru kjarnuboringar
gjørdar og er ein kjarni sendur til
Jarðfeingi, har hetta tilfarið skal
kannast nærri.
Sambært teirri ætlan, sum
arbeitt verður við at fyrireika í løt
uni, kemur ein komandi tunnil til
Viðareiðis at ganga frá einum
varða norðanfyri Hvannasund og
inn í Dalar.
Hesin tunnilin verður 2300
metrar til longdar, samstundis
sum ein roknar við eini vegagerð
sum verður umleið 4000 metrar
til longdar.
Av Landsverki verður upplýst,
at í ár eru játtaðar 500.000 kr. til
hesa verkætlanina og eina aðra
ætlan um tunnil til Depils.
Sligið verður kortini fast, at
ógjørligt er at siga nakað um tíðar
ætlanina, tí spurningur er um
nøkur játtan fæst til hana.
Hesar báðar ætlanirnar hava
kortini ikki tikið hugin frá við
ingum um at koma við sínum hug
skotum um, hvussu ein best kann
tryggja bygdarfólkinum ein trygg
an veg til umheimin.
Omanlop
Dánjal hevur fylgt væl við í tosi
num og tjakinum um møguligar
tunlar til heimbygd hansara.
Hann hevur sjálvur verið for
maður í bygdarráðnum, eins og
Fýra uppskot –
Allir viðingar ynskja sær trygg
an farveg av bygdini, men spurn
ingurin hevur verið, hvør var
rættasta loysnin í hesum máli.
– Eg tók eitt kort, ein blýant og
eina lineal og gjørdi síðani fýra
uppskot um tunnilssamband til
Viðareiðis, sigur Dánjal Lydersen
Tunnil til Viðareiðis
Dánjal Lydersen hevur gjørt fýra uppskot um, hvussu ein kann
leggja ein tunnil til Viðareiðis.
1) Norðanfyri Hvannasund frá einum staði tey nevna á Varða til
Innanfyri garðin í Bug ella inni í Leiti (3,9 kilometrar)
2) Norðanfyri Hvannasund frá einum staði tey nevna á Varða til
Undir Fossum inni í Dølum (2,4 kilometrar). Hetta er í stóran
mun sama uppskot sum Landsverk arbeiðir við í løtuni.
3) Norðanfyri Hvannasund frá einum staði tey nevna á Varða inn
í Viðareiðis bygd (4,9 kilometrar)
4) Norðanfyri Hvannasund frá einum staði tey nevna á Varða til
Stakkararætt eystantil á Viðareiði (4,6 kilometrar)
5) Eitt fimta uppskot lá honum eisini í huga: Ein tunnil úr
Hvannasundi inn í Viðvík og síðani inn í Dalar á Viðareiði.
FAKTA
Orð
Snorri Brend
Myndir
Høgni Thomsen
Stevna
Her var ikki talan
um uppskot, men
meiri um fýra
konstateringar av,
hvar tunlarnir møgu
liga kundu verðið
gjørdir